at hava blásarar, dansarar og hvat veit eg við á pallinum. Vit fara bara at vera vit. Men tá tað er sagt, so høvdu 200 einki minni enn eina sexslavu við á pallinum í undakappingini í Miðvági. Gimpurin, [...] sleppa at spæla á henni er ein stórur vinningur í sær sjálvum, sigur Niels Arge Galán, sum saman við restini av 200 ætlar at brúka kjaft og larma sum tað nú einaferð passar teimum, tá teir fara á pallin í N [...] verið har. Vit hava bara ikki brúkt tað so nógv. 200 er eitt svorðið »ting«, sum vit taka fram av og á, og nú tá Prix Føroyar skuldi vera aftur, møttust vit til eina royndarvenjing fyri at tryggja okkum
eisini verður fluttur kundi okkurt bent á. Símun Mittún sigur, at P/F Klement Petersen hevur játtan upp á at sleppa at byggja eina høll aftrat á ídnaðarøkinum á Rituvíkarhálsi. Men tað verður so ikki beinanveg [...] handilsbygningi hjá P/F Klement Petersen í Saltangará, og ikki er gjørligt at byggja út á staðnum. Tí verður farið á ídnaðarøkið á Rituvíkarhálsi at byggja eina goymsluhøll. Símun Mittún, stjóri í P/F Klement Petersen [...] sigur Símun Mittún, Men hann útilokar als ikki møguleikanum fyri, at alt virksemið verður flutt yvir á Háls einaferð í framtíðini. ?Tað er ikki so langt hjá okkara kundum at koyra eina tríggjar kilometrar
til, at lunguni hjá tær eru rein og heilsugóð. einum ári: vandin fyri, at tú fært hjartasjúku, er skorin niður í helvt. Tú hevur eisini skert vandan fyri striki, lungnasjúku og fleiri sløgum av krabbameini [...] eru uttan um teg og anda roykin frá tær niður í seg, verða sjúk. Legg-av pakkar verða aftur seldir á apotekunum um landið 29. - 31. mai fyri 25 kr. Hygg eftir seðilinum, sum verður í bløðunum vikuna áðrenn
eina bók um føroyska landalæru, sum ongantíð kom út á prenti. Jóan Petur uppi í Trøð skrivaði um Norðstreymoy á føroyskum. Hinir partarnir vórðu skrivaðir á donskum. Greinir skrivaði hann til føroysk bløð [...] síðani ein av okkara merkismonnum J. P. Gregoriussen ella Jóan Petur uppi í Trøð sum hann varð nevndur á mannamunni andaðist. Í hesum sambandi skipa kvívíkingar og skyldfólk hansara fyri hátíðarhaldi, fólkafundi [...] dag eru rættiliga góðar, sigur Heini Holm, borgarstjóri í Kvívík. - Tað var rættiliga sjáldsamt tá á døgum, at fólk tóku myndir. Men Jóan Petur uppi í Trøð legði eftir seg eitt stórt og forkunnugt savn
Jóannes Eidesgaard á tíðindafundinum og vísti á tíðindini, vit júst hava hoyrt um, hvussu illa tað stendur til við svartkjaftinum. Í sama sambandi vísti formaður Javnaðarfloksins á kreppuna í nítiárunum [...] Tað einans ráðiligt at skerja ríkisstuðulin við 100 milliónum á komandi samráðingum við danir. Verður ríkisstuðulin minkaður burtur eftir leistinum hjá landsstýrinum, kollsiglir føroyska samfelagið eftir [...] harafturat útrokningarnar at vera bjartskygdar. ? Vit hava við vilja latið vera við at mála ein ávísan á veggin, men kortini endar tað so galið, sum vit síggja her, segði Jóannes Eidesgaard, tá hann legði
Advokaturin Tormóður Djurhuus er nýggjur nevndarformaður í Smyril Line, og hann skal standa á odda fyri felagnum, sum hevur stórar avbjóðingar fyri framman. - Eg brúkti ikki langa tíð til at umhugsa tilboðið [...] hevur havt nógv álitisstørv gjøgnum tíðina. Tormóður er annar av føroyingunum í nevndini, sum varð skorin úr sjey limum niður í fýra limir, tá hon var umskipað herfyri. Umframt Tormóður umboðar Klæmint Weihe [...] gjørdar, sigur hann. ? Eitt og hvørt felag má verða í eini støðugari sjálvrannsakan fyri at halda seg á toppinum, og soleiðis skal tað eisini verða við Smyril Line. Tormóður heldur uppgávuna í nevndini hjá
tók orðið á fólkafundinum. Høgni Hoydal er leiðarin, hann er formaðurin, hann er ímyndin av fullveldishugsjónini í dag og hann hevur megið á fólki. Í sólskininum sita fólk rúnarbundin og lýða á vælsmiðaðu [...] fólk so smátt at ganga norður aftur á lendingina, beint sunnanfyri Gróthústanga. Onki torv er í oynni. Fyrr skóru teir torv í Skopun og á Syrðadali og skipaðu torvið upp á tanganum, har enn standa torvhús [...] torvhús uppi. Teir fyrstu bátarnir eru longu á veg um fjørðin. Niðri á lítlu atløgubryggjuni er fult av fólki og bátarnir byrja at flyta fundarfólkinu umborð á "Johannu" og "Norðlýsi" Nýggi bóndin Bjø.rn Patursson
sostatt bert 373 milliónir nýttar. Men greitt er, at eitt avlop á almennu fíggjarætlanini á góðar 600 mió. kr. setur eitt sera stórt press á politikarnir, ið sita við landsins leiðslu. Krøv um øktar játtanir [...] Rokniark ? eitt amboð Í undanfarnu grein míni vísti eg m.a. á, at búskaparligar útrokningar ? eitt nú í rokniarki ? byggja á metingar av óvissum fyritreytum. Av tí, at tílíkar metingar altíð vilja verða [...] Javnaðarflokkurin roknar við einum realum vøkstri í almennu útreiðslunum á 1,5%, so hevur landsstýrið roknað við einum vøkstri á 0,8% komandi árini. Greitt er, at seinastu 3 árini eru almennu útreiðslurnar
týskvøld, og tað stóra fiskaborðið er at fáa á Hotel Hafnia. Tað er tvey kvøld um vikuna, týskvøld og hóskvøld, og vit hava valt at fara í kvøld. Seta bilin á Húsabrúgv og ganga inn aftan fyri beint inn [...] Norrøna fór til Danmarkar, og so kundi fólk njóta tað kvøldið á hotellinum. Heta gjørdist skjótt væl umtókt, og eisini fólk, sum búðu aðrastaðnienn á Hotel Hafnia, funnu út av hesum og royndu tilboðið. Tí er [...] nokk brúkt til tøð. Tak nú bara fiskaborðið á Hotel Hafnia. Har eru bæð hávur og skøta, steinbítur og hvítingur, eins og havtaska og tunga. Viðgjørt og borðreitt á ymsan hátt og við so góðum smakki, at tað
ferð sett á við kondibingo. Orsaka av mjørka vóru postarnir hesuferð lagdir við vegin kring Mikladal, men vanliga liggja teir gjøgnum hagan á veg niðan á Háls ? vestantil á oynni, har ein sær yvir á Eysturoynna [...] Leygardagin varð flag lagt á heili tvey hús í Mikladali. Men hetta var heldur ikki tað einasta, sum varð á skránni henda dagin. Á hvørjum ári skipar Mikladals sóknar Fráhaldsfelag fyri tiltøkum til frama [...] bóltkast og fiskibrunnur á torginum við Innistovu. Á torginum høvdu menn sett upp stóran dúk, sum fevndi um alt torgið við perum rundanum, so tað líktist rættuliga tí, sum vit síggja á summarstevnum kring landið