Smyril Line skal støðugt betra seg

? Tað er umráðandi, at Smyril Line veitir eina góða tænastu, og vit skulu allatíðina ansa eftir, at neyðugu betringarnar verða gjørdar, sigur Tormóður Djurhuus, nýggjur nevndarformaður í Smyril Line

 

Advokaturin Tormóður Djurhuus er nýggjur nevndarformaður í Smyril Line, og hann skal standa á odda fyri felagnum, sum hevur stórar avbjóðingar fyri framman.

 

- Eg brúkti ikki langa tíð til at umhugsa tilboðið um at fara í nevndina. Eg metti, at hetta var ein sera spennandi uppgáva, og tók tí av, sigur Tormóður Djurhuus, sum hevur havt nógv álitisstørv gjøgnum tíðina.

 

Tormóður er annar av føroyingunum í nevndini, sum varð skorin úr sjey limum niður í fýra limir, tá hon var umskipað herfyri.

 

Umframt Tormóður umboðar Klæmint Weihe føroysku íleggjararnar. Jóna Hallgrímsson, sum var formaður í nevndini, umboðar íslendsku pengarnar, og fjórði nevndarlimurin er Morgan Goodladd úr Hetlandi.

 

 

 

Sjálvrannsakan

 

Tormóður Djurhuus heldur fremstu uppgávu sína sum nevndarformaður verða at syrgja fyri, at Smyril Line støðugt mennir seg.

 

? Tað er umráðandi, at Smyril Line veitir eina góða tænastu, og vit skulu allatíðina ansa eftir, at neyðugu betringarnar verða gjørdar, sigur hann.

 

? Eitt og hvørt felag má verða í eini støðugari sjálvrannsakan fyri at halda seg á toppinum, og soleiðis skal tað eisini verða við Smyril Line.

 

Tormóður heldur uppgávuna í nevndini hjá Smyril Line verða spennandi.

 

? Í grundini kann tað gera tað sama, um tú arbeiðir fyri eitt lítið ella stórt felag. Hóast tað kanska er meiri at taka sær av í einum stórum felagi sum Smyril Line, so er aðalmálið tað sama, at arbeiðið skal altíð gerast væl og virðiliga, sigur Tormóður Djurhuus.

 

? Nevndin skal fylgja væl við gongdini felagnum og verða við til at tryggja, at felagið kann menna seg, og at neyðugu broytingarnar og betringarnar verða gjørdar, sigur hann.

 

 

 

Norrøna tryggjar sambandið

 

Nýggi nevndarformaðurin heldur ikki, at nevndararbeiðið verður truplari av, at útlendskir íleggjarar eru umboðaðir við einum trivaligum parti av partapeninginum.

 

? Vit í nevndini eru staddir í trimum ymiskum londum, so tað kann kanska verða eitt sindur truplari at savna nevndina, men tað er eingin stórur trupulleiki, sigur Tormóður Djurhuus.

 

? Hyggja vit eftir, hvaðani partapeningurin í Smyril Line er, kunnu vit staðfesta, at hetta eru lond, sum hava somu áhugamál sum Føroyar. Tí rokni eg als ikki við trupulleikum í nevndararbeiðnum. Vit hava felagsáhugamál í hesum sambandi, og teimum áhugamálum skulu vit arbeiða fyri.

 

Norrøna er ein týðandi liður í sambandinum hjá Íslandi, Føroyum og Hetlandi við meginlandið ? bæði tá talan er um ferðafólkaflutning og farmaflutning.

 

? Fyri føroyingar verður tað altíð neyðugt at sigla, og Norrøna hevur gjørt sambandið við grannalondini smidligari. Tá vit fáa nýggju Norrønu verða umstøðurnar enn betri, og tað skapar samastundis nýggjar møguleiakr, sigur Tormóður Djurhuus.

 

 

 

Skulu selja Føroyar

 

Tá nýggja Norrøna um nøkur ár fer í sigling millum Føroyar og grannalondini, verður sjóvegis sambandið nógv betrað, men uppgávan hjá Smyril Line verður eisini størri.

 

Nógv fleiri fólk skulu brúka Norrønu, skal skipið bera seg, og tað verður upp til Smyril Line at syrgja fyri, at Norrøna fær nóg mikið av viðskiftafólki.

 

? Stóra uppgávan verður at selja Føroyar til grannalondini. Marknaður er sera risa stórur, men tað er neyðugt, at vit eru aktiv í søluarbeiðnum, so vit fáa nógv ferðafólk við Norrønu.

 

? Tað er eisini neyðugt, at vit alla tíðina gera eitt uppfylgjandi arbeiði, so vit hava nøgdar kundar, sum kunnu viðmæla Føroyar og Norrønu til onnur, sigur Tormóður Djurhuus.