Rokniark ? eitt amboð
Í undanfarnu grein míni vísti eg m.a. á, at búskaparligar útrokningar ? eitt nú í rokniarki ? byggja á metingar av óvissum fyritreytum. Av tí, at tílíkar metingar altíð vilja verða ymiskar, alt eftir hvør ger hesar og í ávísum førum eisini alt eftir, hvat útrokningarnar skulu nýtast til, vilja tílíkar búskaparligar útrokningar eisini kunna misnýtast.
Við hesum varð ikki sagt, at Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin ella Landsstýrið hava nýtt útrokningar til at fremja síni áhugamál og fjala veruleikan. Tó er greitt, at ongin av pørtunum vildu lagt fram útrokningar í gingu ímóti ætlanum teirra og hartil kemur, at útrokningar, ið ein politiskur flokkur letur gera sjálvan eru heilt óheftar. Serstakliga um hildið verður loyniligt, hvør hevur gjørt útrokningarnar vegna flokkin.
Eg eri sjálvsagt samd við JE í, at ein ikki kann síggja burtur frá nøkrum útrokningum bert tí einum ikki hóvar amboðið, ið nýtt verður. Hetta er sjálvsagt. Hinvegin fellur upplýsandi endamálið við at nýta hetta amboð til at gera búskaparligar metingar í stóran mun burtur, tá ið tríggjar ymiskar framrokningar verða gjørdar ? allar við ymiskum fortreytum og úrslitum.
Ymisku metingarnar eru tó somuleiðis ein staðfesting av, at búskapur er sera skiftandi og ofta torførur at spáa um. Metingarnar um framtíðar fyritreytirnar vilja tískil ofta verða ólíkar, alt eftir hvønn búskaparfrøðing prátað verður við.
Eins og eg vísti til í undanfarnu grein míni, er tískil neyðugt, at støðutakanin til framtíðarstøðu Føroya verður grundað á annað enn ótryggar búskaparligar útrokningar.
Inntøkumetingar
JE ynskir nakrar viðmerkingar til tær inntøku- og útreiðslumetingar, ið Javnaðarflokkurin hevur lagt til grund fyri sínum búskaparligu útrokningum.
Eg skal byrja við at viðmerkja, at eg, til tess at avmarka hetta svarið til JE, fari at gera viðmerkingar, tó uttan at koma inn á alt ov nágreinligar búskaparligar greiningar og frágreiðingar um búskaparligar fyritreytir, myndlar og árin.
Um vit hyggja at inntøkumetingini í framrokningunum, so rokna bæði Javnaðarflokkurin og Føroya Landsstýri við einum inntøkuvøkstri á 2 % árliga realt (frároknað prísvøkstur). Hetta er væl lægri enn søguligi miðalvøksturin í Føroyum ? svarar til uml. helvtina av søguliga vøkstrinum í útflutninginum.
Helst er henda meting tó á góðari leið, tí hædd skal sjálvsagt takast fyri, at í hesum er íroknað, at ríkisstuðulin fellur burtur eftir 4 árum og fer hetta at minka um inntøkuvøksturin í hesum tíðarskeiðnum. Hinvegin er greitt, at føroyski búskapurin hevur haft stóran vøkstur seinastu árini og komandi árini síggja somuleiðis positiv út og kemur gongd í oljuvinnuna, kemur inntøkuvøksturin uttan iva at gerast væl hægri enn 2% árliga.
Veruligi inntøkuvøksturin komandi árini kemur sjálvsagt somuleiðis í stóran mun at verða heftur at nær ríkisveitingin verður skorin burtur og eftir hvørjum áramáli, eins og politikkurin, ið førdur verður framyvir kemur at fáa alstóran týdning.
Útreiðslumetingar
Um útreiðslumetingina í framrokningunum kann sigast, at meðan Javnaðarflokkurin roknar við einum realum vøkstri í almennu útreiðslunum á 1,5%, so hevur landsstýrið roknað við einum vøkstri á 0,8% komandi árini.
Greitt er, at seinastu 3 árini eru almennu útreiðslurnar vaksnar væl meira enn báðar metingarnar omanfyri, men skyldast hetta fyrst og fremst, at føroyska samfelagið í kreppuárunum varð skert á nógvum umráðum ? ikki minst innan tað almenna ? og fyri at bøta um hesar skerjingar og fyri at fáa samfelagið upp aftur á tað støðið tað var, hevur hetta m.a. kravt øktar útreiðslur til økta nýtslu og fleiri íløgur. Somuleiðis hevur nýggja stýrisskipanin og nýggja skipanin av miðfyrisitingini haft sín leiklut í øktu útreiðslunum.
Hóast tað altíð vilja verða umráði, ið krevja meira pening, so er samfelagið komið uppá rættkjøl og stevnir nú fram móti enn betri tíðum. Hetta ber boð um lægri útreiðsluvøkstur, men tað vil tó verða torført at meta um framtíðar vøksturin í almennu útreiðslunum. Útbjóðingar og privatiseringar av almennum tænastum, yvirtøka av málsøkjum, umskipan av føroysku fyrisitingini, sparingar, lønarvøkstur v.m. fara at fáa ávirkan. Um útreiðsluvøksturin fer at gerast 0,8% , 1,5% ella okkurt heilt triðja kemur tískil í stóran mun at verða heft at, hvønn politikk komandi landsstýri fara at føra. Eg fari tískil ikki at koma við nakrari meting hesum viðvíkjandi.
Leggjast skal afturat, at um tillagingin av føroyska búskapinum frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap ikki skal gerast ov tung er av sera stórum týdningi, at útreiðsluvøksturin verður minni enn inntøkuvøksturin og hetta uppfylla metingarnar hjá bæði Føroya Landsstýri og Javnaðarflokkinum ? sjálvt við niðurskurði av ríkisveitingini eftir 4 árum.
Ríkisstuðulin ? enn einaferð
JE vil verða við, at eg skal hava sagt nakað, ið grein míni, ið kundi borið á, at eg gav ríkisstuðlinum skyldina fyri tí, ið hendi í 1980?inum. Hetta má verða ein misskiljing. Ríkisstuðulin hevur sum so ikki skyldina og fer heldur ikki at fáa skyldina fyri farnum ella komandi kreppum. Tað er tann mátin, ið ríkisstuðulin hevur verið nýttur og búskaparstýringin sum heild, ið skyldin skal vendast ímóti.
Greitt er, at tað at samfelagið fær ein ríkisstuðul á hvørjum árið ikki pr. definitión fær árin á búskapin. Um ríkisstuðulin eitt nú varð nýttur til ávísar føroyskar íløgur, útlendskar íløgur, útlendsk virðisbrøv v.m. og soleiðis ikki varð slúsaður inn í føroyska búskapin í tann mun ríkisstuðulin hevur verið higartil, so hevði hesin heldur ikki haft tey negativu árin, ið ofta verður víst til í samband við ríkisstuðulin. Hinvegin høvdu Føroyar ivaleyst heldur ikki fingið ríkisstuðul um hesin ikki varð nýttur til almenna nýtslu yvir eitt longri áramál.
Tá ið ríkisveitingarskipanin varð broytt frá at verða ein sokallað refusiónsskipan til núverandi blokkstuðulsskipan helt ríkisstuðulin áfram við at verða nýttur til at gjalda fyri almennar tænastur. Ríkisstuðulin hevur tískil verið slúsaður inn í føroyska búskapin og hevur hesin haft stóra ávirkan. Eg skal ikki koma inn á øll tey búskaparligu árin, ið tílíkur stuðul ber við sær, men bert nevna nøkur, so sum hægri lønar- og prísvøkstur, størri almenn nýtsla og fleiri íløgur, størri almennur sektorur í mun til tann privata sektorin v.m.. Árin, ið við fyrsta eygnabráð ikki tykjast at verða negativ, men sum yvir eitt longri áramál eru við til at avlaga búskapin og harvið endar vanligi borgarin í nógvum førum við als ikki at fáa meira burturúr ? hóast ríkisstuðulin.
Samfelagstillaging
JE spyr m.a. hvat tað er, sum forðar okkum í dag at gera tillagingar av samfelagnum, ið eg vísi til í grein míni. Ja, ein kundi spurt seg sjálvan ? hví hava vit ikki longu tillaga samfelagið og búskapin ?
Veruleikin er tann, at vit vegna heimastýrisskipanina í stóran mun hava skipað føroyska samfelagið eftir donskum leisti. Lógarkervið, fólkaskúlin, skipanin av almennu fyrisitingini o.s.fr. ? eru skipað eftir donskum leisti. Ikki tí, at danskar skipanir í sær sjálvum eru nakað ringt, men tað sigur seg sjálvt, at eitt lítið samfelag sum tað føroyska við bert 45.000 íbúgvum ikki skal hava somu skipanir sum eitt samfelag við yvir 5 mió. íbúgvum. Hetta vil tað fyrsta verða ov dýrt og fyri tað næsta í nógvum førum ikki nøkta tann tørv, ið eitt lítið samfelag hevur. Stórur munur er á samfeløgunum og átti somuleiðis at verið við skipanini av samfeløgunum.
Orsøkin til, at vit hava havt ráð til hesa skipan av føroyska samfelagnum skyldast fyrst og fremst ríkisstuðlinum, og ríkisstuðulin hevur eisini á henda hátt í stóran mun verið við til at ávirka alla tí føroysku samfelagsskipanina ? bæði til tað betra og verra.
Brúk er tískil fyri eini rættuligari umfatandi tillaging av føroyska samfelagnum og verður hetta ikki gjørt eftir einum degi. Arbeitt verður í løtuni við at skipa eina føroyska løgreglu, føroyska tilbúgving, føroyska grundlóg v.m., og eru vit tí á rættari leið, men enn er langt eftir á mál áðrenn ein fullkomin tillaging er farin fram.
Politiskur hugburður
Og sum um tað ikki var nógmikið at hava eina so umfatandi samfelagsuppgávu fyri framman, so hava vit eina fólkaræðisliga skipan ? ið føroyska samfelagið sjálvsagt skal hava ? men sum somuleiðis inniber, at politikarar fegin vilja tekkjast sínum veljarum til tess at verða valdir inn aftur. Hetta verður ofta gjørt við at lova veljarnum fleiri og betri tænastur, lægri skatt v.m. ? lyfti, ið m.a. krevja størri almennar útreiðslur og lyfti, ið gera tað trupult at fremja skjótar tillagingar. Ikki tí ? tillaging fer ikki pr. definitión at týða, at fleiri og betri tænastur og lægri skattur ikki kunnu veitast. Hetta vil bert ikki verða møguligt meðan tillagingin fer fram. Ágóðarnir koma seinni.
Tann umfatandi tillagingin, ið krevst, saman við tí politiska hugburðinum ger, at tað ikki ber til at tillaga føroyska samfelagið og gera tað sjálvberandi eftir einum degi, um hetta skal gerast uttan at hava ov stór árin á samfelagið.
Meira vælferð fyri minni pening
JE spyr eisini um, hvørja ávirkan ein tillaging av føroyska samfelagnum fer at fáa á vælferðina, og skal eg bert viðmerkja, at ein tillaging frá donskum skipanum til føroyskar skipanir fer ? sambært míni meting ? at bera við sær, at skúlar, stovnar, fyrisiting o.s.fr. fara at nøkta føroyska tørvin í størri mun enn í dag, samstundis sum hetta fer at kosta samfelagnum minni pening. Tvs. ? um rætt verður borið at ? meira vælferð fyri minni pening.
Føroyar á einum vegamóti
Nú danska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon ikki góðtekur yvirtøkur um endamálið er, at Føroyar skulu gerast fullveldisríki er klárt, at heimastýrisskipanin nú ikki longur kann verða nýtt til upprunaliga endamálið ? nevnliga at yvirtaka málsøkir við tí endamáli at koma nærri føroyskum fullveldi. Neyðugt er tískil nú at taka eina avgerð um framtíðarstøðu Føroya.
Á fyrisitingar- og lógarøkinum hava vit í dag skipanir, sum í alt ov stóran mun eru kopi av donskum skipanum. Til tess at umskipa hesar til føroysk viðurskifti krevjast stórar tillagingar og nýhugsan. Tillagingar, ið fara at krevja at landsins leiðsla hevur rygg til at taka nakrar stórar avgerðir ? avgerðir, ið við fyrsta eygnabrá kunnu tykjast torførar, men sum yvir eitt áramál fara at bera frukt. Tílíkar avgerðir verða neyvan tiknar uttan tær eru partur av eini størri ætlan ? eitt nú eini ætlan, ið skal skipa eitt sjálvberandi føroyskt samfelag í allar mátar.
Eftir kreppuárini hevur føroyski búskapurin verið merktur av stórum vøkstri, gjaldsjavnaavlopi og at nettoskuldin í útlondum er broytt til nettoogn. Landskassin hevur í sama tíðarskeiði fingið stórt avlop og er hetta vaksið ár undan ári. Vøksturin stavar m.a. frá betri fiskiskapi, hægri fiskaprísum, betri kappingarføri og sokallaðum konjukturvøkstri, ið stendst av, at kreppan hevur skapt ein stóran tørv á øllum nú tíðirnar eru vornar betur.
Búskapurin er í dag er nógv minni heftur at ríkisveitingini enn áður. Seinastu trý árini er støðugt meira av ríkisstuðlinum hildin uttanfyri føroyska búskaparrenslið. Undanfarna ár vórðu sostatt bert 373 milliónir nýttar. Men greitt er, at eitt avlop á almennu fíggjarætlanini á góðar 600 mió. kr. setur eitt sera stórt press á politikarnir, ið sita við landsins leiðslu. Krøv um øktar játtanir koma úr øllum samfelagnum ? eins og vanligt er ? og verður givið eftir og verður avlopið á góðar 600 mió. kr. aftur slúsað út í samfelagið er vandi fyri, at búskapurin verður yvirupphitaður ? at prísstøðið hækkar, kappingarførið versnar, útflutningurin minkar o.s.fr..
Skal føroyski búskapurin gerast sjálvberandi og óheftur er neyðugt, at tillaging av samfelagnum og niðurskurður av ríkisveitingini fer fram nú meðan søguligar búskaparligar umstøður eru til hettar. Hetta fer í stóran mun at krevja, at føroysku politikarnir hava rygg til at føra ein skilagóðan búskapar- og fíggjarpolitikk.
Føroyar eru sostatt á einum vegamóti. Á nógvum økjum er neyðugt at týðandi avgerðir verða tiknar ? avgerðir, ið koma at mynda framtíð Føroya.