Saa vel kan han lægge med

Stóra fiskaborðið hjá Hotel Hafnia vísir, at tey á hotellinum eru minst líka neyv, tá tey leggja til miðis, sum Jógvan gamli í Grindavísuni var

 

Í býin

Hotel Hafnia: Tann, sum hevur roynt stóra fiskaborðið á Hotel Hafnia, dugir væl at skilja, hví tað er vorðið kent og umhildið eisini uttan fyri landoddarnar. Tað er professionelt fyristaðið. Maturin er frálíkur, og tað er tænastan eisini.

Tað er týskvøld, og tað stóra fiskaborðið er at fáa á Hotel Hafnia. Tað er tvey kvøld um vikuna, týskvøld og hóskvøld, og vit hava valt at fara í kvøld.

Seta bilin á Húsabrúgv og ganga inn aftan fyri beint inn til matstovuna. Hitta Jóhan, stjóran, fyri durunum, og hann hevur hug at práta. Professionellur sum altíð kemur hann yvir og letur upp og heldur hurðini, so vit sleppa innum. Spyr um vit hava biðið um borð frammanundan, tí tað kann vera trongt sovorðin kvøld, greiðir hann frá.

- Tað er soleiðis, greiðir Jóhan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia frá, at tá tey byrjaðu við hesum stóru fiskaborðinum fyri nøkrum árum síðan, vóru tey bara hóskvøld. Løgd soleiðis, tí tað var seinasta kvøldið, áðrenn Norrøna fór til Danmarkar, og so kundi fólk njóta tað kvøldið á hotellinum.

Heta gjørdist skjótt væl umtókt, og eisini fólk, sum búðu aðrastaðnienn á Hotel Hafnia, funnu út av hesum og royndu tilboðið. Tí er tað nú eisini lagt kvøldið fyri, Norrøna fer til Íslands. Og tað tykist vera líka væl vitjað. Minst.


Øðrvísi fiskur

Føroyingar hava altíð etið fisk. Feskan,ræstan ella turran. Knettir ella frikadellur. Stokt ella kókað, og viðhvørt so leingi, at bara bein og onkur hendinga moli hevur verið eftir í pottinum. Men tað stóra hugflogið innan matgerð kann ein, um enn við nokk so góðum vilja, ikki leggja føroyingar undir at hava havt.

Og sløgini hava verið toskur og hýsa. Onkur kalvi og so seiðurin. Fekk maður eina brosmu á snøri fram við landi, varð hon langað í stokkin, til hon fór aftur til havs. Ikki tímdi hann altíð so frægt sum at krøkja hana av.

Men tíbetur er nú vend komin í. Nú eru matstovurnar farnar at matgera við summum av tí, vit sjálvi kunnu veiða og fáa nyttu av, men sum fyrr bara var nevnt rud og illa nokk brúkt til tøð.

Tak nú bara fiskaborðið á Hotel Hafnia. Har eru bæð hávur og skøta, steinbítur og hvítingur, eins og havtaska og tunga. Viðgjørt og borðreitt á ymsan hátt og við so góðum smakki, at tað er ein sonn fragd at smakka.

Jú, hugflogið er sera umráðandi, tá matgerast skal. Bara tað, at tað verður borðreitt eitt sindur meira spennandi enn í stykkjum, sum skorin eru beint tvørtur av og løgd á eitt fat, ger tann heilt stóra munin. Fyri ikki at tala um, tá so ordiligur smakkur er at eisini.

Tí fiskur nýtist ikki bara at vera eitthvørt vatndeyvt, sum salt verður oyst yvir fyri at fáa tað at smakka av nøkrum. Tað hava kokkarnir á Hotel Hafnia prógvað við teirra stóra fiskaborði.


Stórt úrval

Tað stendur eit stórt borð sett upp sum hestaskógvur við alskyns fiskarættum umframt onkrum ostarætti eisini. Yvir av opna endanum er annað borð við heitum rættum, sum eisini hoyra til. Og nógv eru sløgini. 11 heitir og 15 kaldir rættir, so eyðsæð er, at her verður ikki komið runt, hvussu fegin ein enn vildi.

Vit sessast við borðið, sum ei ungur tænari vísir okkum. Hann spyr, um vit vilja royna hvítvín afturvið. Eri eingin hvítvínsfjeppari soleiðis. haldi tað smakkar, sum edikkavatn helst smakkkar, ella so. Men tað verður tó ein hálv fløska latin upp, og skonkt verður í gløsini, samstundis, sum ein kanna av køldum kranavatni eisini kemur á borðið. Og satt at siga var hvítvínið tað, sum fyrst varð valt frá. Men tað hevði køkurin á Hotel Hafnina heldur ikki gjørt til.

Tað var ringt a velja, tá komið varð fram at borðunum við teimum 26 rættunum. Tað mátti takast burturúr, og slíkt, sum ein ikki vanliga fær heima, varð roynt. Hávur og skøta vóru sjálvskrivað.

Hávur, sum stoktur er í rugmjøli, er fyri mær nýggjur rættur, og hann smakkaði væl.

Skøta manier stokt við grønmeti, minti um annan fisk, eg havi roynt, meðan hvítingur, sum gratineraður er við osti og chili, er fantastiskur.

Millum køldu rættirnar var millum annað gravaður laksur, heil dampað hvasskvoysa og skeljasjórasalat, sum smakkaði óført, sum alt annað.

Breyð og dressing av ymsum sløgum fekst til. Umfamt meira »vanligir« rættir sum ymiskt slg av sildasalati, heilur, pyntaður steinbítur og laksur, eins og ostur eisini var á borðinum.

Omaná varð vald ostakøka við berum, sum so sanniliga lat seg eta saman við einum kaffimunni, sum boðin varð afturvið.


Góð tænasta

Tænastan á Hotel Hafnia er frálík. Dentur veðrur lagdur á, at gesturin kennir seg væl. Tænararnir ganga framvið og hyggja, hvussu til stendur. Er borðiskurin tómur, verður hann tikin beinanveg, og tú fært tær ein nýggjan, tá farið verður uppaftur.

Tað ljómaði fjarur tónleikur úr hátalarum onkunstaðni uttan tó at órógva nakað sum helst.

Og hóast nógv fólk var inni, var luftin rein og løtt. Ventilatiónin riggar væl, og so hálpti tað væl eisini, at eingin roykti.

Men tann æviga fartelefonin ringdi kortini einar tvær ferðir. Í sama lumma onkunstaðni aftan fyri meg, tóktist mær. Løgið kortini, at fólk ikki unna sær sjálvum matnáðir eina slíka vælsignaða løtu sum hesa.

Eftir eina avgjørt væleydnaða løtu í matstovuni á Hotel Hafnia var møguleiki at sleppa út í køkin at heilsa up á kokkarnar og takka teimum fyri.

Tríggir ungir mans, ein ísraelsmaður, ein dani og ein fuglfirðingur høvdu staðið fyri tí heita, meðan tvær kvinnur, úr Klaksvík og Fámjin høvdu ábyrgdina av tí kalda matinum. Tær plaga annars at vera fimm, søgdu tær. Men nú í kvøld vóru tær báðar kortini einsamallar.

Jú, av sonnum eitt frálíkt kvøld, og tað undraði als ikki, tá ein tænari greiddi frá, at tey høvdu frætt frá fólki, sum hevði hoyrt stóra kalda borðið á Hotel Hafnia umrøtt yviri í Noregi av væl nøgdum ferðafólki, sum hevði verið inni á gólvinum og roynt tað.

Fimm kokkahúgvur til mat og tænastu, meðan hvítvínið ikki fall í so góða jørð.