Minkið blokkin 100 milliónir

Sambært búskaparligum útrokningum, ið Javnaðarflokkurin kallar bjartskygdar, kollsiglir føroyski búskapurin eftir fáum árum, um ríkisveitingin verður minkað eftir leisti landsstýrissins. Tí mælir flokkurin til, at farið verður varligari fram

 

Tað einans ráðiligt at skerja ríkisstuðulin við 100 milliónum á komandi samráðingum við danir. Verður ríkisstuðulin minkaður burtur eftir leistinum hjá landsstýrinum, kollsiglir føroyska samfelagið eftir fáum árum.

 

Hetta er niðurstøðan hjá Javnaðarflokkinum, eftir at hann hevur latið ein búskaparfrøðing rokna uppá sjálvstýrisætlanina hjá samgonguni. Og Javnaðarflokkurin skýrir harafturat útrokningarnar at vera bjartskygdar.

 

? Vit hava við vilja latið vera við at mála ein ávísan á veggin, men kortini endar tað so galið, sum vit síggja her, segði Jóannes Eidesgaard, tá hann legði roknistykkið fram.

 

 

 

Galið í 2005

 

Sambært útrokningunum hjá Javnaðarflokkinum verður gjaldførið hjá landskassnum negativt longu í 2005, um blokkurin verður skorin burtur eftir leistinum hjá landsstýrinum.

 

Landsstýrið ætlar, at ríkisstuðulin skal minkast burtur eftir fýra árum, frá 600 milliónum í 2002 til 150 milliónir í 2005, og síðani skal hann vera burtur í 2006.

 

Og sambært útrokninginum hjá Javnaðarflokkinum førir hetta til, at føroyski landskassin hevur ein gjaldføristørv, ið er oman fyri 6 milliardir í 2013.

 

 

 

Skulu hava sjálvberandi búskap

 

Javnaðarflokkurin sigur seg ikki vera ímóti, at føroyingar miðja eftir at fáa ein sjálvberandi búskap, men hann vil ikki, at hetta skal kosta vælferðina hjá einstaka borgaranum.

 

? Vit prioritera búskaparligt frælsi. Ætlanin hjá landsstýrinum forkemur bæði vælferðini og búskapinum, segði formaður Javnaðarfloksins, tá hann í gjár legði roknistykkið um avleiðingarnar av ætlanini hjá landsstýrinum fram fyri fjølmiðlunum.

 

Men Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at tað forkemur vælferðini og búskapinum, um ríkisveitingin verður skorin við 100 milliónum krónum komandi ár. Tí mælir hann til, at landsstýrið fer til samráðingar um at skerja rískisveitingina við 100 milliónum í staðin fyri við 300 til 400 milliónum, eins og landsstýrið ætlar.

 

 

 

Eitt ár í senn

 

Harafturat heldur Javnaðarflokkurin tað ikki vera ráðiligt at legga sær eina fasta ætlan fyri, hvussu blokkurin skal minka, eins og landsstýrið hevur gjørt.

 

? Vit skulu taka eitt ár í senn, og síðani hyggja at tjóðarframleiðsluni og minka blokkin eftir tí lutfalli, hon veksur, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

? Tað er ikki ábyrgdarfult at leggja út í kortið fyri næstu tólv árini. Vit mugu ásanna, at vit liva í einum fiskivinnusamfelag, og at føroyski búskapurin gongur upp og niður, segði Jóannes Eidesgaard á tíðindafundinum og vísti á tíðindini, vit júst hava hoyrt um, hvussu illa tað stendur til við svartkjaftinum.

 

Í sama sambandi vísti formaður Javnaðarfloksins á kreppuna í nítiárunum, tá toskurin hvarv og fiskaprísirnir samstundis fóru í botn.

 

Og júst av hesum orskøkum skjýtur Javnaðarflokkurin upp, at lutfall skal verða sett ímillum vøksturin í føroysku tjóðarframleiðsluni og einari minking í ríkisveitingini, soleiðis, at ríkisveitingin minkar, so hvørt tjóðarframleiðslan økist.