ein bilførari um sjey tíðina í gjárkvøldið var á veg ígjøgnum Hvalbiartunnilin, fekk hann ein hvøkk, tá ið hann var komin miðskeiðis ígjøgnum tunnilin. Mitt á gongubreytina rapaði grót undan loftinum, men [...] grótið var fingið til viks. Hetta hendir, hóast tað ikki eru 14 dagar síðani, at Landsverk stongdi Hvalbiartunnilin, tí hann skuldi gjøgnumgangast. Á heimasíðu síni staðfestir Landsverk, at ferðsluóhapp í [...] í tunlum kunnu lættari elva til meira umfatandi vanlukkur, enn ferðsluóhapp á vegunum. - Vit hava sæð fleiri ræðandi dømi úr øðrum londum. Tí er tað umráðandi at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu fyribyrgja
fór Sjúrður eisini til skips sum ungur, og helt hann á nøkur ár á sjónum. Hann legðist uppi tá hann fór at arbeiða á rækjuvirkinum hjá O.C. Joensen á Oyri, og arbeiddi hann har í næstan 20 ár, til virkið [...] hjartaliga tillukku á 60 ára degnum, og bera tøkk fyri hansara altíð stóra hjálpsemi, oftast óbiðin. Sjúrður heldur føðingardagin leygardagin, heima á Traðavegi 10 í Streymnesi, og eru øll ið hava hug at [...] tók Sjúrður til sín, og er hon júst byrjað á Húsarhaldskúlanum í Klaksvík. Sjúrður giftist uppaftur við Jelenu, men fóru tey hvør til sítt nøkur ár seinni. Vit, ið kenna Sjúrð til gerandis og gaman, vilja
skapi, og sjálvandi hava vit framvegis tørv á umboðan í ríkinum. Hvat er betri, enn at vit eru umboðað har hendir - í toppinum á Fólkatinginum? Har verða vit best hoyrd og fáa bestu ávirkan. Tørvurin er [...] broytist alla tíðina, og vit mugu vera umboðað so væl og so nógva staðni, sum til ber, fyri at verða hoyrd og fyri at ávirka til okkara fyrimun. Hóast mál eru yvirtikin, eru vit framvegis í ríkisfelagsskapi [...] danir blanda seg uttanum. Nú vit hava yvirtikið fleiri mál seta fleiri spurnaðartekin við, um grundarlag longur er fyri at hava fólkatingssessirnar báðar. Men skulu vit fylgja við, betra og menna okkara samfelag
- Tá vit hava verið á einari vitjan, har vit ikki hava verið áður, duga vit oftast betur at meta um, hvør einstaki tørvurin er. Summir skorsteinar sóta illa og aðrir næstan ikki. Tað veldst eitt nú um, [...] eingangstilboð, sum vit ikki hava havt áður, og sum vit ikki fara at hava aftur. Tí ynskja vit, at so mong sum gjørligt taka av tilboðnum hesaferð. NNFix hevur nógv og góð viðskiftafólk, og tey eru mong, sum venda [...] hava reagerað upp á okkara góða tilboð og hava biðið um skorsteinsreins fyri ein hundrað krónuseðil. Vit hava eisini fingið fleiri bíleggingar um reins úr eitt nú Suðuroy. Soleiðis fara vit eisini í Suðuroynna
og LEGO eru millum størstu og best riknu fyritøkurnar í Danmark, og tær eru allar upprunaliga familjufyritøkur. Professarin í vinnulívssosiologi greiðir frá, at tað eru grundleggjandi munir á, hvussu ein [...] dúvar upp á trygga leikin. Hvør stategi er betur, er ein spurningur um raðfesting og trúgv, vísir vinnulívssosiologurin á. Øðrvísi trýst Peer Hull Kristensen greiðir frá, at trýstið á eigarunum á einari [...] fram á Hotel Hafnia, og tá Johan ikki setti seg føran fyri at keypa bróðurin úr fyritøkuni, avráddu teir at lýsa familjufyritøkuna til sølu. Á tíðindafundi fríggjadagin segði Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar
fólkatónleiki á donsku fólkatónleikaheiðurslønini í mars, Akkrobakkus hjá Afenginn, er útgivin á føroyska plátufelagnum. Aftur í ár koma fleiri útlendskar útgávur. Higartil eru tíggju útgávur á skránni í ár [...] selja eins nógvar fløgur, sum eitt nú Týr, Eivør og Teitur gera, og hesi nøvn ætlar TUTL at finna, hetta kunnu gott vera listafólk, sum í løtuni eru børn. Men tey eru sambært Kristiani til. TUTL hevur gjøgnum [...] gjøgnum útflutning. Uttanhýsis ráðgeving Ætlanin er komin í lag í samstarvi millum TUTL nevndina, Kristian Blak, eitt ráðgevandi felag, við Boga Eliassen á odda, og eksternu ráðgevarnar Gert Sørensen, Elin
Vesturi á Horni, ein týsdag Norðruri á Enni, Toftabønum mikudag, Uppi við Garð og á Bugnum hósdag og fríggjadag í Gjógvará og leygardag á Muntra. Nú eru øll mett í Fuglafirði, so kundi hann farið út á Kambsdal [...] standa á. Ofta er tað so, tá ið útsalgið er av so hoyrist lítið og einki frá øllum tilboðspolitikkarunum. Onkur fall av, og onkur kom inn um grindina. Tá ið tú ert komin inn um, ja, so ert tú har. Nú er tað [...] revagarðarnir spøkja aftur, ella flakavirkini á hvørjum tanga, ella aliringar á hvørjum firði ganga aftur. Hetta kann vera kreativt í sjálvum sær, men hví ikki leggja á ein annan bógv? Landið setir kommununum
frægari nú. Tí hildu vit, at tað var tørvur á einum lítlum flakavirki, sigur fyrrverandi løgtingsformaðurin. Hann heldur eisini, at tað skuldi verið lagamanni at havt eitt fiskavirki á bryggjuni á Toftum [...] innan úr og gjørdi Nyk til eitt saltfiskahús. Men har er lítið at gera nú afturímóti tá ið Nykur var í vælmaktini. Vit nú hava vit eisini skip, og tað vísir seg mangan, at tað er trupult at sleppa av við [...] hava teir innrætta høllina og gjørt hana lidna. Ætla at leiga virkið Tað eru tríggir skyldmenn, sum eru høvuðsmenn í Regni, teir eru Jógvan I. Olsen, beiggi hansara Jákup Olsen og svágur hansara Pætur Hansen
við Danmark, so vit missa øll rættindi og vælferðina, meðan vit eru sannførd um, at innanfyri ríkisfelagsskapin kunnu vit tryggja føroyska samfelagnum vælferðina og livistøðið, sum vit hava í dag, sigur [...] umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur, har vit føroyingar hava fult tamarhald á gongdini. Gongdin, sum nú liggur í kortinum hjá l [...] plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir
tá Maria saman við synunum er á veg vestur á flogvøllin, kennir hon seg fría. Hon gleðir seg til at síggja vinkonuna Onnu aftur, tað eru nógv ár, síðan tær síðst sóust. Á flogvøllinum tosa Mortan og Benjamin [...] dámar sera væl á kreppumiðstøðini, tí har eru stundir og rúm til at lata trupulleikarnir fara í gloymskuna í eina tíð. Men hon veit, hvat er tað rætta og besta fyri familjuna, tí er hon nú á veg heim til [...] dregur ondina stillisliga og djúpt. Nú tey eru flutt, følir hon, at hon setir hol á ein nýggjan kapittul av lívi sínum. Í stóru stovuni standa flytikassarnir uppi á hvør øðrum. Myrkrið hevur lagt seg millum