Frits Johannesen
Einki ilt um tað. Rivini eru ræstnað, so skaldskapurin hevur eingi mørk í so máta. Tær steiktu pylsurnar og kókaðu pylsurnar hava rokan uppá av ketchuppi, leyki og sinnoppi ? ja, onkur hevur ketchup »í eitt hjørn«, og angin av hesum royki stendur í næsarnar, so valevnini vita ikki hvørjum beini, tey skulu standa á.
Ofta er tað so, tá ið útsalgið er av so hoyrist lítið og einki frá øllum tilboðspolitikkarunum. Onkur fall av, og onkur kom inn um grindina. Tá ið tú ert komin inn um, ja, so ert tú har. Nú er tað at politikkurin skal fremjast í verki. Viljin er góður, men tú hoyrir einki, og av og á er okkurt glepsið í bløðunum um okkurt, sum kanska argar eitt sindur. Valevnið, ið tú setti kross fyri gongur kanska tvørs av tíni polittisku hugsan, men ikki verður so nógv hugsað um tað. Tá ið ein tíð er umliðin, minnast fólk kanska ikki hvør kom innum, og hvør ikki kom inn.
Eg sat i sóknarstýrinum í Fuglafirði í átta ár frá 76 til 84 og havi upplivað fyri stuttum, at onkur hevur fílst á, hví eg ikki atkvøddi fyri onkrum málið, sum kom fyri síðst í níti árinum. Hetta er bæði skemtingarsamt og ja, ber kanska boð um, meðan sitið varð í hesum demokratiska forum, at tú kundi gjørt meira vart við teg í skrift og talu, so fólk vitstu hvat tú gjørdi ? verið meira kreativur og lætt ljóðið av, so okkurt, sum var meira út yvir tað dagliga, stóð eftir.
Í mongum føri er tað tað sama sum fyrifert. Útstykking, vegagerð, keiðgerð, nýggjan skúla, ítróttarhøll, barnagarð, eldrabýlið.. o.s.fr. Einki ilt um tað. Spurningurin er kanska: Hvør eigur tað størstu oljuhavnina ?????? Her kemur mær fyri, at revagarðarnir spøkja aftur, ella flakavirkini á hvørjum tanga, ella aliringar á hvørjum firði ganga aftur. Hetta kann vera kreativt í sjálvum sær, men hví ikki leggja á ein annan bógv?
Landið setir kommununum setning fyri, at eitt avmarkað krónutal skal verða til íløgur. Tá ið hugsað verður um ferðavinnuna koma ferðafólk ikki at hyggja at oljukeiðum, stórum ítrottarhøllum, pylsuvognum, kassaídnaðarøkjum, o.s.fr., men heldur onkrum, sum hevur tilknýti til okkara mentan. Latin verður prísur fyri reinastu og ruddiligastu bygd í Føroyum. Hetta er gott, men kanska skuldi landið givið kommunum boð um, at gjørt okkurt bæði einsæris og saman við øðrum kommunum, sum hevur størri mentanarligt virði. Hetta kundi eisini verið eitt uppskot sjálvandi frá kommununum, at lagt lunnarnar soleiði t. d.: Vit vilja bøta upp á neyst, gróthús, gomul hús í bygdini, varðveita ein ávísan býling, sum hevur siðsøguligan týdning, gjørt øki, hvar øll ? listafólk, arkitektar, verkfrøðingar, leikur og lærdur tóku hendur saman og løgdu fleiri demensiónir í, so ikki alt snúði seg um mold, eyr, grús og asfalt, sum i mongum førum bert hevur eina dimensión.
Peningur skal til. Tá ið landið vil hava at kommunur bert skulu brúka eitt ávíst krónutal til íløgur, átti at verið loyst av kjaftbandinum, at so mikið rann úr posanum, at ein demensión kom afturat politikkinum. Í útlondum sært tú nógv projektir, hvar arkitektar og listamenn hava gingið hond í hond og gjørt (lista)verk, sum fólk vitja fyri at síggja hetta megnar verk Ikki nýtist okkum at stíla so høgt, at vit fara um rygg, so kostnaðurin verður ov høgur, nei byrja í smáum.
Eg haldi, vit hava skyldu til hetta. Hetta er so sera einkult. Tosið við listafólkini, arkitektar o. s. fr. um hetta. Hví ikki taka listafólk, pedagogar, sálarfrøðingar, arkitektar og handverkarar upp í, tá ið eitt byggiøki skal gerast byggibúgvið? Mín meting av hesum er ofta, at tað verður farið sera lætt um, tá ið spurningurin um trivna verður við gjørdur. Tað, sum hevur við dagliga lívið at gera, ja, tað nýtist ikki, tí fólk skulu sjálv skapa trivnaðin. Hetta er rætt, men tað verður væl betur avstað farið, um allar demensiónir verða hevdaðar.
Verða ferðafólk var við, at eitt sjaldsamt øki, við listaligum árini er gjørt t.d. í Lopra, ja, so fara ferðafólk til hetta stað, og bera boð um hetta víða um. Hetta gevur aftur krónur og oyru í okkara kassa.
Fyri fimm árum síðani, tá ið allar milliardirnar vóru farnar fyri bakka, hvussu nógv av hesum krónutali varð latið til listina, listaliga ráðgeving, arkitekturin og tað arkitektoniska? Tað var smávegis. Forbrúkið hevði verið ræðuligt. Tað harmaði mangan, tá ið komið varð út á eggina, at tað bert stóð kanska bara ein pylsuvognur eftir.
Um so er at gerast skal ein pylsuvognur, lat hann so verða mobilan (farpylsuvogn). Hann kundi t. d. í Fuglafirði staðið mánadag Vesturi á Horni, ein týsdag Norðruri á Enni, Toftabønum mikudag, Uppi við Garð og á Bugnum hósdag og fríggjadag í Gjógvará og leygardag á Muntra. Nú eru øll mett í Fuglafirði, so kundi hann farið út á Kambsdal sunnudag at staðið. Soleiðis kundi gongdin verið.