Føroyskt plátufelag út í heim

Plátufelagið TUTL hevur stórar ætlanir. Um fá ár skal føroyskur tónleikur vera ein sunn útflutningsvinna.

Tónleikavinna



Plátufelagið Tutl fyllur í ár 30 ár. Søgan um felagið vísir eitt virki í støðugum vøkstri, og gongur tað ta leið, sum nevndin hevur sett út í kortið, so verður felagið um fýra ár eitt sunt professionelt útflutningsvirki. Felagið arbeiðir í løtuni við eini ætlan, um at seta fýra fólk í starv hjá TUTL. Hesi skulu burturav starvast við at menna brandið TUTL skapa nýggj sambond og útvega felagnum inntøkur.

Tey fýra størvini eru ætlaði fakfólki og verða lønt hareftir. Hetta krevur sjálvandi nógva fígging í byrjanini, men eftir trý-fýra ár skulu hesi fólka hava fingið til vega inntøkur at fíggja útreiðslurnar, og eftir hetta skal avlop skapast. Kristian Blak, dagligur leiðari av TUTL og stovnari av plátufelagnum sigur, at tað er greitt, at føroyski marknaðurin ikki kann bera útreiðsluni til fýra fakfólk, tí skulu inntøkurnar koma til vega gjøgnum útflutning.


Uttanhýsis ráðgeving

Ætlanin er komin í lag í samstarvi millum TUTL nevndina, Kristian Blak, eitt ráðgevandi felag, við Boga Eliassen á odda, og eksternu ráðgevarnar Gert Sørensen, Elin Hentze og Hergeir Eldevig.

Kristian er sera fegin um samstarvið við ráðgevandi felagið, ið byggir á stóra vælvild frá Boga Eliassen.

- Avtalan er soleðis, at um ongar inntøkur koma, so fáa tey heldur ongan pening, sigur Kristian.

TUTL hevur aðalfund í Miðlahúsinum í Vágsbotni leygardagin 15. september kl. 16.00, og tá verða limir felagsins, ið eru tey, ið hava givið tónleik út á plátufelagnum kunnaðir um ætlanirnar hjá felagnum.


Útlendskar útgávur

Føroyskur tónleikur hevur verið í eini støðugari menning seinastu nógvu árini, og við hesum er virksemið hjá TUTL eisini ment nógv. Árið í ár setur felagið væntandi met í útgávum, og eitt sum sæst á listanum yvir útgávur seinastu árini er vaksandi parturin av útlendskur útgávum. Serliga innan heims- og fólkatónleik er Tutl við at gerast eitt áhugavert felag eisini hjá útlendskum tónleikanøvnum.

Nevnast kann tildømis, at fløgan, sum vann heiðurslønina sum besta fløga við fólkatónleiki á donsku fólkatónleikaheiðurslønini í mars, Akkrobakkus hjá Afenginn, er útgivin á føroyska plátufelagnum. Aftur í ár koma fleiri útlendskar útgávur. Higartil eru tíggju útgávur á skránni í ár.


Høvuðsparturin av vørunum hjá TUTL er tó føroyskur tónleikur, og er ikki ætlanin, at hetta skal vera broytt. Kristian sigur, at hann ikki ivast í, at fleiri føroysk tónleikanøvn, kunnu selja eins nógvar fløgur, sum eitt nú Týr, Eivør og Teitur gera, og hesi nøvn ætlar TUTL at finna, hetta kunnu gott vera listafólk, sum í løtuni eru børn. Men tey eru sambært Kristiani til.

TUTL hevur gjøgnum KT-Depilin fingið skrivstovu hjá SamVit, har plátufelagið skal virka frá, í løtuni verður arbeitt við at fáa til vega neyðugu fíggingina. Sambært Kristiani Blak er stórur áhugi fyri at fíggja átakið hjá TUTL, men av tí at talan er um eina í føroyskum høpi heilt nýggja vinnu, so standa íleggjarar rættiliga nógv á berum tá tað kemur til vitan um hesa vinnu. Tey skulu tí nýta nógva tíð at seta seg inn í málið og krevja nógva kunning, áðrenn tey játta pening.

- Í landsumsitingini er ein positivur andi, fólk eru farin at virða tónleik sum vinnu, sigur Kristian Blak.



Umskipa útbreiðsluliðið

Tutl hevur fyri stuttum umskipað sítt virksemi fyri at gera tað effektivari. Í hesum sambandi er plátufelagið farið í samstarv við Bókamiðsøluna um at taka sær av goymslu og útbreiðslu fyri seg

Kristian Blak greiður frá, at goymsluviðurskiftini hjá Tutl hava verið sera óstøðug í nógv ár. Tær 70.000 fløgurnar, ið felagið hevur á goymslu av 300 ymiskum útgávum, hava ferðast kring Føroyar frá stað til stað, uttan at hava eina veruliga fasta goymslu. Nù tekur Bókamiðsølan sær av at goyma og útbreiða fløgurnar úr goymsluhølunum hjá teimum á Hjalla.