Rapaði í Hvalbiartunlinum

Í gjárkvøldið rapaði grót undan loftinum í Hvalbiartunlinum, men lukkutíð var ongin bilur fyri

Tá ið ein bilførari um sjey tíðina í gjárkvøldið var á veg ígjøgnum Hvalbiartunnilin, fekk hann ein hvøkk, tá ið hann var komin miðskeiðis ígjøgnum tunnilin.

Mitt á gongubreytina rapaði grót undan loftinum, men tíbetur koyrdi hann varliga, so hann fekk steðga áðrenn skaði stóðst av.

Talan er út ímóti einum hálvum tonsi av gróti, sum rapaði undan loftinum og tann størsti steinurin vigaði eini 75 kilo, so tað kundi elvt til stóran skaða á bil og fólk, vildi so illa til at nakar var fyri.

Tíbetur var ikki nógv ferðsla ígjøgnum tunnilin akkurá hesa tíðina, tí Smyril var stutt síðani farin av Krambatanga og skuldi ikki koma aftur fyrrenn seinni um kvøldið.

Eina løtu varð ferðslan tarnað ímeðan grótið var fingið til viks.

Hetta hendir, hóast tað ikki eru 14 dagar síðani, at Landsverk stongdi Hvalbiartunnilin, tí hann skuldi gjøgnumgangast.

Á heimasíðu síni staðfestir Landsverk, at ferðsluóhapp í tunlum kunnu lættari elva til meira umfatandi vanlukkur, enn ferðsluóhapp á vegunum.

- Vit hava sæð fleiri ræðandi dømi úr øðrum londum. Tí er tað umráðandi at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu fyribyrgja óhappum í tunlum og/ella í minsta lagi minka um avleiðingarnar, sigur Landsverk.

Hann sigur, at ein partur av hesum arbeiði er at byggja og innrætta tunlar rætt. Men harumframt er eisini neyðugt at kunna fólk um, skulu bera seg at, tá ið óhapp henda í einum tunli og tað hevur Landsverk gjørt faldara um. Annars hevur Landsverk eisini staðfest, at Hvalbiartunnilin er ein av fleiri tunlum, sum ikki lúka nútíðar trygdarkrøv og tað hevur Hvalbiar Bygdaráð eisini víst á. Bygdaráðið og vinnulív í Hvalba hava leingi víst á týdningin av at fáa nýggjan tunnil, tí tunnilin, er so trongur og vánaligur, at hann forðar nógva vinnulívinum í bygdini at virka og at mennast.

Fyribils sær kortini út til eftir politisku raðfestingini, at tað fara at ganga minst nøkur ár, áðrenn nýggjur Hvalbiartunnil verður veruleiki.