Sjúrður Dahl 60 ár

Í morgin, mikudagin 22. august, verður Sjúrður Dahl í Streymnesi 60 ár.

Sjúrður er upprunaliga Oyramaður, sonur Hannufíu og Óla Dahl, men flutti fyrst til Hvalvíkar og síðani Streymnes, tá hann fann saman við og seinni giftist Gurli Zachariasen.

Sum flest aðrir ungir menn, fór Sjúrður eisini til skips sum ungur, og helt hann á nøkur ár á sjónum. Hann legðist uppi tá hann fór at arbeiða á rækjuvirkinum hjá O.C. Joensen á Oyri, og arbeiddi hann har í næstan 20 ár, til virkið gavst við framleiðslu í 2005. Síðani hevur Sjúrður verið landformaður hjá útróðrarbátinum Gordrúgvin.

Fakfelagsarbeiði og rættindini hjá arbeiðsfólki hava ligið Sjúrði nær at hjarta, og hevur hann eisini verið nevndarlimur og formaður í Sunda Sóknar Arbeiðarafelag í mong ár. Trúliga hevur hann eisini luttikið í arbeiðinum hjá Føroya Arbeiðarafelag, og munnu skipaðu tryggingar- og eftirlønarviðurskiftini hjá arbeiðsfólki verða tað, ið Sjúrður er einamest glaður fyri at hava fingið í rættlag.

Eisini Norðstreymoyar Dansifelag hevur notið gott av Sjúrði, bæði sum dansara og nevndarlimi. Umframt føstu dansikvøldini hevur hann eisini fúsur traðkað til, tá boð hava verið eftir honum, um tað so hevur verið til landsdansistevnur, serstøk dansikvøld ella bara tá okkara sermerkti føroyski dansur og kvæði skulu vísast fram fyri útlendskum gestum.

Sum nevnt giftist Sjúrður við Gurli Zachariasen, men teirra hjúnarlag untist bert fáar mánaðir, tá Gurli, sum næstan var komin til eigingar, doyði í eini ferðsluvanlukku. Drongurin Gurli bar, eydnaðist at verða doyptur áðrenn hann andaðist, og fekk hann navnið Poul Jóhannus. Dóttir Gurli, Sóley tók Sjúrður til sín, og er hon júst byrjað á Húsarhaldskúlanum í Klaksvík.

Sjúrður giftist uppaftur við Jelenu, men fóru tey hvør til sítt nøkur ár seinni.

Vit, ið kenna Sjúrð til gerandis og gaman, vilja fegin við hesum fáu reglum ynskja honum hjartaliga tillukku á 60 ára degnum, og bera tøkk fyri hansara altíð stóra hjálpsemi, oftast óbiðin.

Sjúrður heldur føðingardagin leygardagin, heima á Traðavegi 10 í Streymnesi, og eru øll ið hava hug at koma, hjartaliga vælkomin.


Grannarnir