loyvið at selja um árið, er 32.000 litrar. Minimum mjólkakvota er 30.000 litrar. Ein miðalgarður hevur kvotu uppá uml. 70.000 litrar. Dagurin kann tykjast stuttur Dagurin byrjar sum sagt um sjeytíðina. Tá [...] arbeiðis, so hann mátti læra skjótt. Um hálvgumseks tíðina eru tey heima aftur, men longu klokkan sjey er aftur fjóstíð. Um kvøldið tekur tað gjarna tveir tímar, tengt at um bæði ella bara annar er úti. Ein [...] kunna taka annað arbeiði, um ikki bóndadreymurin gerst tann veruleikin man vónaði. - Annars haldi eg meg higartil hava lært ótrúliga nógv. Nógv um rakstur av einum garði, men eisini um meg sjálva. Bara tað
tí tey ikki longur hava rætt til stuðul til bil. Boðini frá Almannaverkinum eru, at um tú ikki hevur persónbil søk um kassabil ella brúka bara bussin. Sannlíkt er, at almennu útreiðslurnar við tíðini verða [...] umframt stuðul til stóran bil til koyristól. Víðari var sagt, at tá ið talan er um stuðul til ymiskar útreiðslur, so er grundreglan um kompensasjón bert viðkomandi fyri tær meirútreiðslur, ið standast av vir [...] o.s.fr. Ja, hvør er tá sparingin í stóru myndini? Svarið frá Almannaverkinum er, at um hetta ikki ber til, søk so um stóran bil, sum fyri fleiri als ikki gevur meining. Sjálvsagt eigur hetta ikki at verða
egningarskúrur skurraði av tónum, bankamenn og lærarar lótu hárið vaksa, og tá ið lossararnir koplaðu úr og fóru í býin, vóru teir í stríputum buksum og stórblømdum skjúrtum í skærum litum. Alt var p [...] við fororðini í hesum frálíka sang-, nóta- og tekningasavni við nógvum av teimum klassikarum - teimum dýrgripum, sum hesin vestmenningurin hevur givið okkum - eitt savn, ið eigur at standa á [...] lesa yrkingar: - Tá ein maður er føddur í 1953, er hann 14 ár í 1967 - tað árið, tá »Hey Jude« og »Sitting on á Fence« kappaðust um at vera nr. 1 á føroyska hit-listanum. Tann, ið var 14 ár tá, slapp at
tað er ógreitt, um tað vóru avvarðandi hjá teimum deyðu, sum jarðaðu tey í hópgrøvini, ella um tað var mótparturin. Moskva steðgar útvarpi Russisku myndugleikarnir eru ikki so fegnir um alt, sum russar [...] forsetin hava ikki sitið serliga væl um sátt. Illianov var heldur ikki bangin fyri at siga sína hjartans hugsan, nú hann leggur frá sær: - Eitt er at arbeiða í einum lutvíst frælsum landi, sum Russland [...] útvarpsstøðirnar undir at virka sum undir kalda krígnum. Tað er eingin ivi um, at sendingarnar hjá týska útvarpinum eru væl umtóktar í Russlandi, tí tá støðin tagnaði tann 21. desember, ringdu fleiri
n. Müller hevði fingið hendur á fototólinum á eini heimsframsýning í London í 1850, um hann sjálvur var har, ella um hann fekk keypt tað gjøgnum aðrar, veit eg ikki. Fototólið varð ikki sett í eitt skáp [...] Føroya Fornminnissavni, sitir nú og ger hesar myndir teldutøkar. Tað er um Haldane og myndirnar hendan greinin í høvuðsheitinum snýr seg um. ? Myndirnar hjá H.C. Müller eru absolut tær elstu myndirnar vit eiga [...] teimum eru til enn. Vit fara nú at seta hesar 300 myndirnar í bløðini fyri at vita um vit kunnu fáa fleiri upplýsingar um tær. Men sjálvandi er tað ikki lætt, tí myndirnar eru nú so gamlar, at ongin minnist
Samband við umheimin Borgarstjórin í Kunoy kann eisini fegnast um, at fólkatalið í kommununi veksur um ikki skjótt, so javnt og samt. Í dag eru um 70 borgarar í hvørjari av bygdunum, men gjøgnum tíðirnar hevur [...] sum dugir at meta um. Men lítil ivi man vera um, at hetta fer at fáa týdning fyri alt økið. Eisini í Kunoy eru tey so smátt farin at merkja til avleiðingarnar av hesi hendingini. Um ikki dagliga, so tykist [...] hjá kunoyingum við umheimin eftir sjónum nakrar ferðir um dagin. Hóast ein bati er í hesum frá fyrr av, tá báturin bert sigldi tríggjar ferðir um vikuna, so var hetta ikki nøktandi fyri nútíðina. Hetta
kongaligu koma her. Alt verður pyntað, bygdir og býir berjast um at fáa tey til sín, fólk veitra og vilja heilsa, og so er ikki minst spenningur um hvør fær heiðurin at bera krossin, ikki ein stóran av træi [...] er glæstriligt, men í dag hava sessirnir ongan politiskan týdning um okkara leiðir. Alt er meira symbolir, ein eind, okkurt at fylkjast um, ja kanska sálin í samfelagnum. Fyrst var kongur Guds umboð á jørð [...] danskt kongshús, eigur soleiðis at verða hugsað um fyrimunirnir viga meira, enn vansin av t.d. at skipanin ikki er heilt demokratisk. Fáa vit nakað burturúr? Men um vit í Føroyum fáa nakað burturúr hesum ágóðum
hjartað, ið sigrar. Gerda fær sín Kay. Tað er altíð ein fragd at lesa um nýggju klæðini hjá keisaranum, ið ikki bert er um fáfongd, men meiri um hetta, at fólk siga bert hvat onnur siga teim, og er tað ein keisari [...] tí líðing. Eg sakni tó søguna um lítla mishátta dunnuungan, ið er meiri klassisk enn t.d. søgan um granntræið. Ævintýr siga sum allar góðar søgur frá menniskjans longsli, um at tilveran er gendakend, og [...] nakrar av teim bestu søgunum hjá H.C. Andersen. Nevnast kann søgan um "Svínadrongin", ið sjálvandi var ein prinsur. Stuttliga søgan um "Prinsessuna á Ertrini" er endurgivin av Arnica Esterl við tekningunum
restaði eittans mál í at vinna seg fram um unga KÍ liðið, sum tók øll á bóli tað árið. Hvat gevur bronsan Tað er tó ikki bara í Havn og í Gøtu, at spenningurin um meistaraheitið er stórur. Á Toftum og í [...] leika. Hvussu fara til dømis klaksvíkingar at hugsa, um teir í trið seinasta umfarinum eru á odda 1-0 móti B36. Skulu teir stríðast fyri at halda fast um leiðsluna, samstundis sum teir forkoma egnum møguleika [...] UEFA-luttøkan fer til Klaksvíkar. Nakað líknandi kann eisini hugsast um B68, tá teir á næst seinasta leikdegi taka ímóti GÍ. Hvat um toftamenn, sum ikki hava vunnið heimadyst móti GÍ í tíggju ár, tá hava
myndugleikarnar, sum bøttu um viðurskiftini. Pengar eru til Tá samanum kemur, er alt ein spurningur um pengar. Men tað eigur ikki at vera ein forðing, tí hetta snýr seg meira um eina støðutakan enn stórar [...] hennara Karl hevur eina sjáldsama ryggsjúku, sum ger, at hann noyðist at hava korsett um allan ryggin. Alt samdøgrið, alt árið. Ryggurin er boygdur, hann er veikur í liðunum og fær ikki gingið langt. Høvdinum [...] Føroyum, sigur Bjørg Høgnesen. Lítil bati Tosað hevur verið um trupulleikan í nógv ár, og smávegis batar henda her og har, tí tað eru fólk, sum hugsa um brekað. Men yvirhøvur er lítið og onki hent í Føroyum