"Tað var einaferð ein prinsur, sum fegin vildi giftast eini prinsessu, men tað skuldi vera ein rættulig prinsessa."
Prinsessan á ertini
Nú er nakað síðani, at Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út hesa bókina við ævintýrum eftir H. C. Andersen, ið tey flestu kenna sum danska ævintýrskaldið mikla. Sama forlag hevur nú eisini givið út ævintýr eftir brøðrunum Grimm.
Taka vit fyrst bókina við H.C. Andersens ævintýrum, so er hon heilt fantastisk. Hon er komin í eini skreytútgávu og í eini góðsku, ið er helt ótrúlig. Hon kostar 225 krónur, men hetta er eisini ein góðska, ið ikki ferst fyri eitt gott orð. Her eru nakrar av teim bestu søgunum hjá H.C. Andersen. Nevnast kann søgan um "Svínadrongin", ið sjálvandi var ein prinsur. Stuttliga søgan um "Prinsessuna á Ertrini" er endurgivin av Arnica Esterl við tekningunum eftir eini Anastassija Archipowa. Hesar tekningar eru ein fragd fyri eyga, sjálvt um henni dámar, at øll skulu ganga í 1600-tals barok búnum, við t.d. parykki. Ævintýrini eru væl føroyskað av Hera Jacobsen, ið hevur týtt tey úr týskum. Eg skilji ikki heilt, hví tað er neyðugt fara ein túr rundan um týskt fyri at týða donsk ævintýr til føroyskt.
Tær bestu tekningarnar eru tær til kunstævintýrini, sum t.d. "Snjódrotningin", "Hin lítla havfrúgvin" og sorgarsøgan "Gentan við svávulpinnunum". Hendan seinasta søgan er sum so einki ævintýr, men ein sosialt indignerað og ótrúliga syrgilig søga. Hetta er ein sosial sorgarsøga, so tung og nívandi, at einki lítið barn klárar at hoyra hana uttan at skera út í grát. Tí børn liva seg inn í eina søgu um eitt barn, ið øll hava gloymt, eitt barn sum eingin elskar, eitt lítið barn, ið stendur úti í kavanum nýggjársaftan og frystir til deyða, meðan øll onnur sita inni í heitum stovum. Sum altíð er H. C. Andersen ein meistari. Alt skal við, tann lítla skóleysa gentan hevur ljóst og purlut hár, føturnar eru bláar og reyðar í kulda, og hon hevur ongar skógvar. Í staklutunum liggur meistaraskapurin. Tað einasta menniskja, ið var góð við hana, var omman, men hon er júst deyð. Hon hevur ongar svávulpinnar selt, og setist tí at bresta ein. Hon sær fyri sær eina dýrd av góðgæti og gleði, men so hvørvir alt, tá svávulpinnurin er brendur niður. Hetta er verri enn Charles Dickens. Hon doyr stakkalin úti í kuldanum nýggjársaftan einsamøll, gloymd og glerrunnin, men við einum smíli á varrunum, tí hon sá deyðu ommu sína, tá hon fór inn í nýggja árið handan alla tíð og øll støð, har eingin skúgvar børn úti í kavan, so tey frysta í hel. Hetta er ein sosial ræðumynd, ið er so skerandi sentimental, sum hon er rørandi og klassisk.
Snjódrotningin
Eg havi altíð elskað ævintýrið um Snjódrotningina. Hetta er eitt sokallað kunstævintýr, og vendir tað sær til vaksin fyrst og fremst. Søgan er tann, at Illimaður hevur skemtað sær og gjørt ein snildan spegil, har alt vakurt missur sín glans og tað vakra og góða umskapast til okkurt lítisvert. Sjálvt tey snøggastu fólkini gjørdust ljót sum arvasyndin. Hetta er ein søga, ið er eins góð og Harry Potter er nú á døgum. Illimaður hevur enntá ein gandaskúla. Drongurin Kay fær eitt splintur av hesum spegili í eygað frá Snjódrotningini og alt umskeplast fyri hann: "Fý, eg haldi allar rósurnar eru ljótar og ótespiligar. Og hann sparkaði inn á blómukannsa og skræddi rósurnar upp". Hetta er tann melankolski skerjandi mátturin, ið finst í mannahjartanum, sum bert sær alt sum tómt, ljótt og ikki dugir at gleðast. Snjódrotningin tekur Kay við sær, men hin góða Gerda leitar um heimin til hon finnir hann. Hann situr gler-runnin, sjálvt hjartað er ein glerklumpur. Hann kennir ongan og hevur onga gleði ella kenslur. Tárini hjá Gerdu fáa tó hjartað á Kay á brána. Eg havi altíð hildið, at hetta ævintýrið veruliga er um svárt tunglyndi, ið H.C. Andersen leið illa av sjálvur, (ikki at tað hevur so nógv at siga). Hetta, at man kann síggja sjálvt lívið sum nakað kalt, deytt og púrt uttan virði. Kay livir ikki og merkir tí ikki tíðina, ið eyðkennir allar tunglyntar persónar. Kay er uppetin av melankoli, ið eisini kann vera ein skerjandi máttur, sum bert kærleikin kann grøða. Tá Kay byrjar at gráta, skolar glaskornið út úr eyganum. Hetta er tó eitt løgið ævintýr, ið kann tulkast nógvar vegir, og tað er júst tað, sum ger tað so gott. Sjálvandi er tað eisini klassiska motivið við at drongurin, Kay, er við at gerast vaksin og í slíkum skiftissiðum á lívsleiðini er tað, at trøll, huldufólk og álvar herja á. Í hesum føri er tað Snjódrotningin, ið vil tøla Kay. Gentan Gerda hevur, sum í øllum ævin-týrum, nógvar hjálparar, so sum krákur og eina ránsmannagentu. Sum so ofta er tað góði viljin og reina hjartað, ið sigrar. Gerda fær sín Kay.
Tað er altíð ein fragd at lesa um nýggju klæðini hjá keisaranum, ið ikki bert er um fáfongd, men meiri um hetta, at fólk siga bert hvat onnur siga teim, og er tað ein keisari, ið sigur at hesi klæðini er tey fínastu í verðini, so fylgja onnur eftir.
Teknikkurin hjá H. C. Andersen er so ótrúliga góður, og tað sakni eg í hesi endurútgávuni. Men av og á síggja vit hann aftur, sum her í "Prinsessuni á ertrini", har vit hoyra, at: "Tað var einaferð ein prinsur, sum fegin vildi giftast eini prinsessu, men tað skuldi vera ein rættulig prinsessa." Í hesum liggur nakað skemtiligt, sum eisini inniheldur alla søgina í einum orði, nevniliga: "rættuliga." Ikki var tað nóg gott, at hon var ein prinsessa, nei, ein rættulig prinsessa. Og tá hann sær, at hon er erkvisin, tá er hon ein "rættulig" prinsessa.
Ómøguligi og tragiski kærleikin
Eingin kundi sum H.C. Andersen finna tær mest ótrúligu søgurnar, sum í "Hin stinni tinsoldaturin." Ikki mist eru tað eisini støðini, vit gerast tikin av, sum í "Hin lítla havfrúgvin", ið er eitt nýskapandi ævintýr um ómøguligan kærleika, um havfrúnna, ið ofrar alt fyri at kunna elska prinsin. Men sum í nógvum av teim longu ævintýrunum hjá H.C.Andersen enda tey við, at høvuðspersónurin doyr. Hetta eru tey bestu ævintýrini, ið hava eina tragiska dimensión. Har lívið er fult av trega, kærleika og tí líðing. Eg sakni tó søguna um lítla mishátta dunnuungan, ið er meiri klassisk enn t.d. søgan um granntræið.
Ævintýr siga sum allar góðar søgur frá menniskjans longsli, um at tilveran er gendakend, og at vit við at lesa H.C. Andersen koma nærri hesum gandamátti.
Hetta er ein hin besta jólagávan, ið ein familja við børnum kann ogna sær, til gleði í ættarlið. Um 100 ár, tá vit eru burtur og sjálvi bert søgn, eins og tinsoldáturin, granntræið og gentan við svávulpinnunum ? tá kemur hendan bókin at hugtaka oldurommubørnini ? tí hetta er ein dýrgripur.
Og tað skulu tit vita, hatta var ein sonn søga.
Vakrastu ævintýr Hans Christian Andersens.
Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Skreytútgáva
225 krónur.









