Klassikarar hjá Martini út í bók

Gev mær tónar,
gev mær røddir
Gev mær lut í tínum lag
Gev mær pennar,
gev mær pappír
Lat meg festa teg á blað

Við hesi yrking hjá Martini Joensen byrjar Jonhard Mikk­­el­­­sen fororðini í tóna- og tekst­a­savn­i­num, sum for­lag­ið Sprotin og Martin Joensen geva út. Í savn­inum upp á 191 síður eru tekst­ir, tónar og tekningar hjá Martini Joensen frá 1970 til 2006.

Vit fara at dvølja eitt sind­ur við fororðini í hesum frá­líka sang-, nóta- og tekn­ing­a­savni við nógvum av teim­um klassikarum - teimum dýr­grip­um, sum hesin vest­menn­ing­ur­in hevur givið okkum - eitt savn, ið eigur at standa á bókahillini hjá øllum, ið hava hug at syngja, at spæla okkurt ljóðføri, skoða tekningar - ella bara lesa yrkingar:
- Tá ein maður er føddur í 1953, er hann 14 ár í 1967 - tað árið, tá »Hey Jude« og »Sitt­ing on á Fence« kappaðust um at vera nr. 1 á føroyska hit-lista­num. Tann, ið var 14 ár tá, slapp at ríða á eini geislandi bylgju av nýhgugsan, sum vardi í fleiri ár. Einum ung­dóms­ment­an­ar­ligum óløgi, sum søg­an ikki kennir maka til. At mað­ur stundum lítur aftur á tað skeið­ið við longsli er einki at siga til. Og tað ger Martin, sig­ur Jonhard Mikkelsen.
Hann sigur víðari, at í 1967 var tónleikaliga frambrotið í hædd­ini. Frá tí hæddini náddi tað ættarliðið so nógvar aðrar hædd­ir. Hetta var lopfjølin inn í teir heimar og meiningar, sum hava sett kósina hjá hesum ætt­ar­liði.
Beatle-mania hersetti hvønn krók í Føroyum. Hvør egn­ing­ar­skúrur skurraði av tón­um, bankamenn og lærarar lótu hárið vaksa, og tá ið loss­ar­ar­nir koplaðu úr og fóru í bý­in, vóru teir í stríputum buks­um og stórblømdum skjúrt­um í skærum litum. Alt var psykodeliskt. Øll vóru psyk­o­del­isk í ramasta álvara, sigur Jon­hard Mikkelsen eisini í for­orð­unum til bókina.
Og hann heldur fram:
»Páp­arnir komu aftur undan Grøn­landi við trolarum fullum av saltfiski og niðri á keiini stóðu langhærdir rakdirðlar og tóku ímóti. Gummiskógvarnir vóru skiftir út við spískar leð­ur­stivar við høgum hæli. Í fjósum og køstum stóðu VOX forsterkarar og Gibson guit­ar­ar. Smádreingir innií, men við eini meining um lívið og sam­felagið, sum var lakkerð utt­an á teir. Teir høvdu funnið sín stil. Ein fantastisk tíð, sum Mart­in lovprísar í nógv­um hann skrivar.
Føroysku apostalrnir Thund­er­birds, Silly Boys, Cream Crackers og allir hinir, ið bóru boð­skapin um frið og kærleika og frælsi ótroyttiliga umaftur og upp­aftur leygarkvøld eft­i­r leygarkvøld gjørdu sítt til at evna hugburðin hjá tann­ár­ing­um til tilveruna. Og tann hug­burðin hevur Martin enn.
Hann verður avdúkaður í tekst­unum og løgunum. Hann er framvegis blómubarnið og fram­vegis sannført friðardýr. Hann endurtekur boðskapin um at liva spakuliga. Hann trívist best í logn. Og hann er - Harrin havi lov - alt annað enn cool fram­vegis.«
Síð­ani fær Martin sjálvur orðið:
» - Vit fóru í Hoydalar um tað mundið, tá ið skipanin spak­uliga broyttist og ikki bara tær allar bjartastu per­ur­nar fóru »á student«. Vit fóru fleiri úr Vestmanna skúla. Tað sást langan veg, at vit vóru bygdafrell og ikki úr ak­a­dem­ikararaheimum - so vit máttu udnir byrðina at prógva, at vit vóru nóg góð kortini. Næstu trý árini búnaðust vit við rúkandi ferð. Vórðu slongd higar og hagar millum men­ing­ar, áskoðanir og hugburð. Vit lærdu og fingu nýggjan stíl og nýggjar meinginar og nýggj­an verumáta, og vit blivu »stud­ent­ar« við øllum teimum korrektu mein­ingunum.
Cat Stevens, Neil Young, Car­ole King og Beach Boys fyltu hvørja sprekku í ger­an­dis­degnum. Og so kom rom­an­tikkin og flagsandi sum ein litfagur firvaldur inn í kjall­a­kam­ar­ið í Lucas Debesargøtu. Eg hevði sæð hana eina ferð áður - tvey ár frammanundan. Tað var jólaveitsla á kost­deil­d­ini í Hoydølum Vit vóru fimm dreingir úr Vestmanna, sum skuldu spæla til dans. Vit gjørdu okkum fullkomiliga fyri skommum, men hon stóð framm­an fyri pallin, og eg varð for­elskaður í henni sama kvøld­ið. Eitt ár seinni stóð hon ikki bara og hugdi at okkum og undr­aðist, hvussu illa nakar kundi spæla og syngja, men hon kom inn í mítt lív tá, og vit hava fylgst í 33 ár.
- Tað var um hesa tíðina, at eg týddi tann fyrsta tekstin Morn­ing Has Broken hjá Cat Stev­ens. Annar teksturin, eg týddi, var Drykkjuvísan hjá Svante, og tað var um sama mund­ið, at Svarti Ravnur fór á flog og á ein hátt tók hann meg við sær.
- Seinnu helvt at sjey­ti­ár­u­num og fyrru helvt at átt­a­ti­ár­u­num lærdi eg til graf­ik­ara í Keypmannahavn. Keyp­mannahavn var tá eins og nú fullur av evnaríkum før­oyingum - ikki minst tón­leik­ar­um. Eg fór upp í bólk­in Avføroyingar. Kári p, sum júst hevði givið út meist­ar­a­verk­ið Vælferðarvísur, var oddamaður. Royndirnar frá sam­starv­inum við Kára og hin­ar Avføroyingarnar vóru góð­ar at hava í skjáttuni á ferð­ini fram sum sjálvstøður sang­skrivari.
- Í 82 løgdu vit leiðina aftur til Føroya, eg fekk mína egnu graf­isku teknistovu, og saman við vinmonnum stovnaðu vit Vest­menn. Og so tók lívið eitt nýtt tørn. Eg skifti gir. Nýggjar av­bjóð­ingar, meira trýst á, meira ferð, skrivar Martin.
Í 1990 skrivar hann sang­leik­in Skuggagestir - allar tekstirnar og øll løgini. Tekstirnir boða frá einum daprari manni. Fleiri tekstir hesa tíðina avdúka ein ungan mann, sum er vorðin ørkymlaður og vildi havt meira tamarhald á tilveruni. Ein, sum er ørkymlaður av øllum teimum grunnu meiningunum, falsinum, kávalætinum. Lygnini í rúsinum.
Víðari skrivar Jonhard Mikkelsen, at lívið fór at minna um eina grýluveitslu, har hvør gongur við síni grímu, sínum skorti, sum ikki avdúkar hvør tú ert. Tú ert inn hagar, ið brúkaraveitslan er, har plastikklívið er, tað er bert eitt krav: Kom ikki sum tú ert!
Men tað eru løtur, tá ið skortarnir falla og berkaða, sára sálin ønskrast við sannleikarnar, ið tá verða avdúkaðir. Longsilin ger um seg. Lívið verður pína, sum verður doyvd við rúsetiri, og sum bara fær innihald við nýggjum roynum at koa út á nýggj mørk. Í teimum royndunum veksur ørskapurin, og tá ið av tornar, eisini tómleikin.

Sólin hevur sæð betri dagar enn henda
eg siti við í fanginum nú.
Nú tørvar mær hjálp frá einum timburmanni,
kanska onkur býr í nasaret

Ár ganga áðrenn Martin tekur sína egnu støðu. Eina, ið ikki er sædd gjøgnum eyguni á øðrum. Hann fór einsamallur sína rannsóknarferð og kom til sættis við alt, sum tóktist fløgt eitt skifti. Glottarnir longdust. Kósin varð rættað, út í ljósið og út í vindin, hút hagar, ið tað aftur var frítt fyri andanum...