Eitt bóndagarðs ævintýr

Tey bæði ungu havnarfólkini, Martin og Borghild hava valt aðrar leiðir enn havnarungdómur flest. Heldur enn at reka við streyminum til víðari lestur á flatlondum, hava tey litið eystureftir til norsku fjøllini kring Voss, har tey reka ein bóndagarð

Helena Debes Højgaard


Morguntónleikur. Klokkan er sjey, og vekkarin hevur tendrað útvarpið. Enn er dimma og undan tekjuni dryppar úr tiðnandi kavanum. Á gólvinum í ljósabláa kamarinum liggja tvey morguntroytt á madrassum. Ein lítil elektriskur ovnur hevur hitað rúmið nakað, men striltið er at koma undan dýnuni. Har er tó eingin bøn. Hálvt samdøgrið er gingið, síðan neytini seinast vóru mjólkað, og nú eru júgrini aftur full. Dagurin kann byrja.

Borghild Hansen, 23, og Martin Knudsen, 25, eru par. Saman hava tey í eitt ár avgjørt at leiga ein bóndagarð í Voss. Voss liggur ein tíma í bili eystanfyri Bergen.

Í Noregi er tað ikki óvanligt at fólk leiga, ella sum tey siga, forpakta garð í eina tíð. Í Bondebladet, sum er blað fyri norskar bóndur, síggjast tíðum lýsingar við gørðum, ið kunnu leigast.


Ein strævin byrjan

At leiga bóndagarð fer fram á sama hátt, sum við vanligari leigu av húsi, íbúð ella bili. Ein hevur ein leigusáttmála við eigaran, og rindar leigu fyri garðin við djórum og amboðum. Síðan rekur ein garðin og hevur alla ábyrdina av honum. Tann fíggjarligi parturin av at reka garðin, at fáa inntøkur og útreiðslur at samsvara liggur eisini á leigaranum. Eitt møguligt yvirskot av rakstrinum fær leigarin, somuleiðis sum eitt undirskot eisini er hansara.

- Í okkara føri var tað eitt sindur øðrvísi, greiðir Borghild frá.

- Tá vit komu á garðin, hevði eingin rakstur verið á honum í tvey ár, eftir at bóndin, sum átti garðin, doyði. Nýggi eigarin hevur í løtuni ikki møguleika at reka garðin. Tískil vóru rættuliga nógvar fyrireikingar, ið skuldu gerast innan tað »veruliga« bóndalívið kundi byrja.

Umframt at hava ligið órikin eina tíð, er garðurin eisini gamal. Í fjósinium er alt úr viði, so har skuldi smíðast og málast nakað. Amboð skuldu bøtast um, og fjós og brunnar vaskast. Samstundis varð sligið og hoyggjað.

- Alt hetta gjørdi byrjanina eitt sindur tunga og strævna, samanborið við, um vit vóru komin til ein garð, har rakstur var frammanundan, men eisini læruríkari.

- Vit komu á garðin seinast í juli. Tað fyrsta djórið, ein tarvkálv, keyptu vit tá beinanvegin. Síðan eina purku (súgv). Í september keyptu vit fýra mjólkineyt, og nakað seinni tvey afturat. Vit byrjaðu ikki at mjólka fyrr enn í oktober.

- Síðani august hava vit fingið umleið 25 grísar frá prukuni. Harav eru eini tíggju farnir til slakt. Tarvkálvurin vísti seg at vaksa alt ov seint, og tann eina kúgvin mjólkaði ov lítið, so tey vórðu slaktað herfyri.

Ein einsamøll høna er eisini í fjósinum. Hon verpur okkurt eggið av og á.

- Øll tey djórini eru okkara, og tá vit fara hiðani, selja vit tey. Frá einum bónda í grannalagnum hava vit til stuttleikar lænt eina tíggju ára gamla ryssu. Samanborið við aðrar garðar á Vesturlandinum er garðurin lítil. Mjólkakvotan, ið er tann nøgdin av mjólk, sum garðurin hevur loyvið at selja um árið, er 32.000 litrar. Minimum mjólkakvota er 30.000 litrar. Ein miðalgarður hevur kvotu uppá uml. 70.000 litrar.


Dagurin kann

tykjast stuttur

Dagurin byrjar sum sagt um sjeytíðina. Tá gongur leiðin í fjósið.

- Sum oftast fara vit bæði út um morgunin. Var ein ikki heilt vakin innan ein opnaði hurðina til fjósið, so kann ein vera vísur í veking júst sum stigið verður innum. Einans gráturin frá tíggju smábørnum, sum gráta í kór, kann samanberast við nístið hjá grísunum. Tí fáa teir fyrst, og tagna.

Meðan annar mjólkar, sópar og gevur hin.

- Vit mjólka uml. 100 ltr. um dagin. Mjólkin er vorðin betur og betur og kemur nú í 1. flokk. Tann fínasta mjólkin er elitumjólk. Vónin er koma vit í tann flokkin um ikki alt ov langa tíð.

Góð mjólk hevur t. d. lágt fitiinnihald, meðan innihaldið av eggjahvítaevni (protein) er høgt. Annað, ið hevur týdning fyri góðskuna, er innihaldið av mjólkasukri og deyðum kyknum frá júgrunum.

Um morgunin verður gjørt skjótari av enn um kvøldið. Tað tekur ein góðan tíma.

So er klokkan átta, og stundir eru til ein skjótan morgunmat og eitt brúsubað. Fjóslukturin situr ótrúliga fastur í klæðunum og hárinum. Klokkan hálvgum níggju eru tey aftur úti av húsinum. Skúlin hjá Borghild byrjar klokkan níggju. Hon gongur á landbúnaðarskúlanum í Voss, har mangir føroyingar hava gingið frammanundan. Í løtuni eru tey fýra úr Føroyum.

Íbúgvartalið í Voss liggur um 17.000. Býurin liggur í einum dali umgyrdur av høgum, stórfingnum fjøllum. Ein minni útgáva av eini alpubygd, við gondolbana og after- ski pubbum. Tíðin at standa á skíðum er frá desember til apríl, og um dagarnar arbeiðir Martin við eina av skíðlyftunum

- Vit keyptu telemark- skíðir beinanvegin vit komu higar, og hava staðið eitt sindur. Martin noyðist at standa á skíðum hvønn dag til arbeiðis, so hann mátti læra skjótt.

Um hálvgumseks tíðina eru tey heima aftur, men longu klokkan sjey er aftur fjóstíð. Um kvøldið tekur tað gjarna tveir tímar, tengt at um bæði ella bara annar er úti. Ein løta gongur frammanfyri sjónvarpinum, og so er songartíð.

- Vit hava næstan ongantíð avloysara til fjósið, og tískil eru vit rættuliga bundin á garðinum.


Eina útbúgving fyrst

Bæði Martin og Borghild eru úr Havnini. Martin hevur í nógv ár hevur arbeitt hjá ymsum bóndum kring Havnina. Hjá honum hevur tað leingi verið ein dreymur at reka ein garð, helst í Føroyum. Men innan tað kann ein jú í ávísan mun fáa royndirnar uttanlands.

Hjá Borghild er áhugin fyri jarðarbrúki og bóndalívinum ikki komin fyrr enn eftir studentaskúlan, og kanska serliga aftaná, at hon kom saman við Martin.

- Bóndalívið er eitt lív í øðrum tempo. Tað er arbeiði hvønn dag, men ein hevur møguleikan at leggja sær arbeiðið og dagin til rættis. Ikki sum í vanliga 9-17 arbeiðsdegnum.

- Men innan eg bindi meg til ein garð, vil eg fyrst hava eina útbúgving. Møguliga innan landbúnaðin. Eg haldi tað vera týdningarmikið at hava møguleikan og førleikan at kunna taka annað arbeiði, um ikki bóndadreymurin gerst tann veruleikin man vónaði.

- Annars haldi eg meg higartil hava lært ótrúliga nógv. Nógv um rakstur av einum garði, men eisini um meg sjálva. Bara tað at hava ábyrdina av einum garði, og øllum djórunum, og at vita, at man veruliga noyðist upp hvønn morgun. Tað havi eg í tílíkan mun ikki roynt áður, sigur Borghild og smílir. Tað sæst hon er erpin.