Sá eina kanning sum vísti, at vit kvinnur brúka í miðal trý korter um dagin at leita eftir tingum, sum vit hava lagt frá okkum. Einaferð, tá eg var nógv yngri og eitt sindur lekrari, men eitt forferdiligt [...] kortér hvønn einasta dag upp á at leita eftir millum annað billyklum, handskunum og hárbustini? Nei, tað veit Gud, her má og skal koma betri skil á. Og eg uggi meg við, at við várinum kemur hitin og ljósið [...] ljósið, og vónandi eisini orkan til at vaska upp og niður, og at fáa skil á øllum óruddinum, sum heystið, jólini og myrku vetrarmánaðirnar hevur hopað seg upp har heima. Eg sigi bara: Ver vælkomið, Harrans
er heilt einfalt tann, at maðurin í húsinum, Niels Joensen, er formaður í VÍF, meðan sonurin, Regin Joensen, spælir við H71. ? Tað er eitt sindur serligt, og eg má viðganga, at hetta er mín dreymafinala [...] finalurnar nærkast, hvørjum pápin mín í veruleikanum heldur við, og so vilja tey eisini hava at vita, hvussu tað kennist at skula spæla finalur ímóti VÍF, sum eg eri uppvaksin í, sigur Regin, sum tó ikki er í [...] og spælir allar hesar dystirnar gjøgnum veturin, so gert tú sjálvandi alt fyri at vinna. Og nú er altavgerandi fyri meg, at vit í H71 vinna á VÍF og gerast meistarar.
m fer Bee Gees-legendan Robin Gibb at syngja øll tey stóru hittini hjá Bee Gees saman við sínum væl spælandi og væl mannaða bólki. - At vit hava fingið Robin Gibb at spæla á Summar Festivalinum er ein [...] nú kemur Robin Gibb kemur til Føroya at hava eina konsert ? eitt minniligt kvøld ? við øllum teimum størstu hittunum hjá Bee Gees. Summar Festivalurin er til reiðar at bjóða kanska mest legendarisku konsertina [...] Á Summar Festivalinum fer Bee Gees-sangarin Robin Gibb at bjóða eitt kvøld við øllum teimum kendu sangunum hjá Bee Gees, sum hava selt meira enn 200 milliónir fløgur Við meira enn 200 milliónum seldum
Tórshavnar kommuna hevur gjørt av, at Havnin skal vera við í Earth Hour 2009. Hetta merkir, at leygarkvøldið 28. mars verður Havnin myrkaløgd í ein tíma Leygarkvøldið 28. mars verður ljósið sløkt í miðbýnum [...] Tórshavnar kommuna gongur undan í tiltakinum við at sløkkja ljósið á Ráðhúsinum og gøtuljósini í miðbýnum og á Norðasta Horni, verður mælt borgarunum og øðrum at gera tað sama henda tíman leygarkvøldið 28. [...] mars« sigur Tórshavnar kommuna í skrivinum. Tórshavnar kommuna skjýtur upp, at hesin eini tímin kann brúkast til at skapa hugna, og er stjørnuklárt, er Norðasta Horn eitt gott stað, um tú vilt kaga upp
n móti Litava helst besti møguleikin fyri stigum í ár. Og tó at Andrew og Rógvi ikki vilja lova nakað, so tykist eitt ávíst bjartskygni at búgva í spælarunum. - Vit trúgva avgjørt upp á eitt gott úrslit [...] er eisini sterkai nú, enn hann var í 2006. Vit hava spælt meira stabilt, og tað ger eisini, at vit tora betri at spæla, heldur Rógvi Jacobsen. Og Andrew av Fløtum var ikki ósamdur, tá hann á tíðindafundinum [...] okkum eitt sindur á FIFA-styrkislistanum. - Eg haldi ikki, at støðan á FIFA-listanum er nakað, sum vit hugsa so nógv um. Heldur er tað so, at vit fleiri ferðir hava verið heilt nær við, so fyrr ella seinni
hóast húsini ikki eru liðug enn. Men Mannbjørn Mortensen væntar, at tá húsini í nýggju útstykkingini fara at standa liðug, fer trýstið skúlan at vaksa, og við nýggju skúlastovuni er skúlin fyrireikaður til [...] i til at innrætta skúlastovuni á best møguligan hátt. Skúlastovan er ein standardloysn, ið er komin úr Danmark, og sett upp á Velbastað. Mannbjørn Mortensen, skúlastjóri, sigur við Sosialin, at talan er [...] innrættað við lesikrókum, trappum og ymiskum skotum, har børnini fáa verið. Við hesum verður roynt at skapa eitt annað umhvørvið enn vanliga umhvørvið, har børn sita og gløða í nakkan á hvør øðrum. Fyri
arin í egning viðgongur, at honum dámar stak væl at kappast. Føroyameistaraheitið gav honum pláss á eini stórari egnikapping í Íslandi næsta ár, og Ólavur Jacobsen er fúsur at fara avstað. Harumframt fekk [...] peningagávu á 5000 kr. Úrslitið leygardagin hevði sostatt við sær, at tað ikki eydnaðist tvífaldaða føroyameistaranum í egning, John Havn, at endurvinna heitið á triðja sinni. John Havn endaði á triðja plássi [...] ovfarin av sigrinum, tí hann helt seg vita, hvat hann kundi vænta sær. - John, Martin og eg plaga altíð at kappast um, hvør egnir skjótast, og eg tapi næstan altíð, sigur Ólavur Jacobsen, sum nú rættiliga fekk
140 metrar long. Amerikonsku myndugleikarnir vóru skjótir at boða frá, at talan var ikki um eina yvirgangsatsókn, men teir siga seg ikki duga at siga, hví tann 40 ára gamnla brúgvin datt niður. Fleiri [...] síðani vanlukkuna sagt og skrivað, at fyri einum ári síðani avdúkaði ein eftirlitskanning, at fleiri rivur vóru í brúnni. Nú vanlukkan hendi, vóru menn í ferð við at leggja nýtt asfalt á brúnna, og tí [...] tann 28 ára gamli Louis Rogers við CNN. Hann var júst komin á brúnna, tá hon fór, men var so heppin, at bilur hansara steðgaði hálvan annan metur frá tí ytsta kantinum. - Tað ljóðaði, sum tá onkur missir
uppskotið frá landsstýrinum var, at markið millum 0,5 og 0,8 promillu, ið vanliga gav treytaða frádøming, skuldi strikast, og at var tú tikin við eini promillu omanfyri 0,5, var tað at meta sum rúsdrekkakoyring [...] tó skotið upp, at seta inn aftur hugtakið promillukoyring, tó hesaferð frá 0,2 til 0,5 promillu, sum so gevur treytaða frádøming. Løgtingið samtykti hesa broyting, og merkir tað tí nú, at verður tú tikin [...] gjørdar einfaldari, soleiðis at tær skulu kunna býtast við 500 krónur. Umframt hetta er null-mark sett fyri rúsevnum og løgreglan kann nú taka koyrikortið á staðnum, uttan at neyðugt er við blóðroynd.
var nýtt í hoyna. Súmbolikkurin er, at heldin er samlandi og verjir tað, ið hon ber, sigur Krabbameinsfelagið. Tey siga eisini, at kagað hevur verið út í heim, og at sniðgevarnir hava finnið íblástur í [...] í universellum súmbolikki, ið eru at kenna frá øðrum búmerkjum, ið hava við krabbamein at gera. Eisini teknið fyri óendaligt og sloyfan eru partur av búmerkinum, og súmbolisera tey ævinleikan. - Nýggja [...] Nýggja navnið er nú Krabbameinsfelagið. Tó er talan ikki bert um navnabroyting. Felagið hevur valt at dagføra allan sín samleika við nýggjum búmerki, nýggjum grafiskum samleika, nýggjari heimasíðu og nýggja