Tá børn í fyrsta til triðja flokki á Velbastað komu í skúla í gjáramorgunin, var tað til nýggjar, ljósar og góðar karmar, skúlin hevur fingið eina nýggja skúlastovu. Fyri børnini í Velbastaðarskúla, var dagurin í gjár heilt serligur, tí umframt nýggjan fyrsta flokk, so lat skúlin dyrnar upp við eini nýggjari og snøggari skúalstovu, ið skal hýsa børnunum, ið ganga í fyrsta til triðja flokk.
Skúlastovan er 120 fermetrar og lærararnir á skúlanum hava brúkt stóran part av summarfrítíðini til at innrætta skúlastovuni á best møguligan hátt. Skúlastovan er ein standardloysn, ið er komin úr Danmark, og sett upp á Velbastað. Mannbjørn Mortensen, skúlastjóri, sigur við Sosialin, at talan er um bygning, ið vanliga skuldi hýst tveimum skúlastovum á 60 fermetrar, men í staðin hevur man á Velbastað valt eina stóra stovu, ið verður innrættað við lesikrókum, trappum og ymiskum skotum, har børnini fáa verið. Við hesum verður roynt at skapa eitt annað umhvørvið enn vanliga umhvørvið, har børn sita og gløða í nakkan á hvør øðrum.
Fyri børn og lærarar er nýggja skúlastovan ein góð og neyðug betran av umstøðunum.
- Umstøðurnar eru øgiliga, øgiliga nógv betur, enn vit hava havt seinastu trý árini. Í fjør vóru 54 børn á skúlanum, ið var bygdur til at hýsa 30 børnum. Tá var øgiliga trongt, So nýggja stovan hjálpir væl, greiður skúlastjórin frá.
29 grundstykki eru útstykkjaði á Velbastað, og fleiri hava longu flutt síni børn til Velbastaðar, hóast húsini ikki eru liðug enn. Men Mannbjørn Mortensen væntar, at tá húsini í nýggju útstykkingini fara at standa liðug, fer trýstið skúlan at vaksa, og við nýggju skúlastovuni er skúlin fyrireikaður til hetta trýst.