Fleiri rivur vóru í brúnni

Minst níggju fólk doyðu, og næstan 20 eru ikki komin afturíaftur, eftir at ein motorvegbrúgv um Mississippi-ánna datt niður í gjárkvøldið

Fólk vóru júst á veg til hús frá arbeiði, og tí vóru nógvir bilar á brúnni, tá hon brádliga fór av um tvøran og datt niður í ánna.

 

- Hon brotnaði bara. Eg hoyrdi ikki eitt kis. Hon hvarv bara undan mær, sigur tann 28 ára gamli Louis Rogers við CNN. Hann var júst komin á brúnna, tá hon fór, men var so heppin, at bilur hansara steðgaði hálvan annan metur frá tí ytsta kantinum.

 

- Tað ljóðaði, sum tá onkur missir okkurt á gólvið, men so sá eg fleiri bilar detta niður av brúnni, og skjótt var nógvur roykur. Men eg var heppin, segði ein annar bilførari við tíðindastovurnar.

 

Klokkan var júst farin av seks lokala tíð, tá tann áttabreytaða motorvegbrúgvin fór tvørturav og datt niður í ánna. Brúgvin var í býnum Minneapolis í statinum Minnesota, og dagliga koyrdu umleið 200.000 bilar eftir henni. Vegbreytin var umleið 20 metrar oman fyri ánna, og brúgvin var 140 metrar long.

 

Amerikonsku myndugleikarnir vóru skjótir at boða frá, at talan var ikki um eina yvirgangsatsókn, men teir siga seg ikki duga at siga, hví tann 40 ára gamnla brúgvin datt niður. Fleiri amerikanskir fjølmiðlar hava síðani vanlukkuna sagt og skrivað, at fyri einum ári síðani avdúkaði ein eftirlitskanning, at fleiri rivur vóru í brúnni. Nú vanlukkan hendi, vóru menn í ferð við at leggja nýtt asfalt á brúnna, og tí vóru onkrar koyribreytir stongdar, tá vanlukkan hendi.

 

 

MYNDATEKSTIR:

 

 

(Til mynd frá POLFOTO)

 

Fleiri persónbilar og lastbilar duttu niður av brúnni, tá hon brotnaði

 

 

(Til mynd frá Reuters: (bara ovari partur av myndini skal við)

 

Í dag vóru 20 fólk framvegis ikki komin afturíaftur eftir vanlukkuna