Á Summar Festivalinum fer Bee Gees-sangarin Robin Gibb at bjóða eitt kvøld við øllum teimum kendu sangunum hjá Bee Gees, sum hava selt meira enn 200 milliónir fløgur Við meira enn 200 milliónum seldum fløgum telist Bee Gees millum mest seljandi bólkarnar í tónleikasøguni, og teirra sangskattur verður mettur sum tann næststørsti í poppsøguni ? bert tikin av The Beatles.
Á Summar Festivalinum fer Bee Gees-legendan Robin Gibb at syngja øll tey stóru hittini hjá Bee Gees saman við sínum væl spælandi og væl mannaða bólki.
- At vit hava fingið Robin Gibb at spæla á Summar Festivalinum er ein tann størsta hendingin í søguni hjá festivalinum. Hetta er ein av høvuðsmonnunum úr einum av heimsins størstu tónleikabólkum nakrantíð og eitt ordans scoop fyri Summar Festivalin og føroyska tónleikasummarið, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
Heili 60 sangir hjá teimum hava verið á hittlistum kring heimin, og hittini hjá Bee Gees eru eisini aktuell. Ein nýggj innspæling av sanginum Islands In The Stream hevur júst verið ovast á bretska hitlistanum
Bee Gees góvu sína fyrstu plátu út í 1965. Hittini vóru nógv, til Bee Gees gav sína seinastu fløgu út í 2001. Tvey ár seinni gavst bólkurin at spæla, tá Maurice Gibb doyði brádliga. Síðani hava Robin og Barry Gibb tó verið virknir tónleikarar, og teir hava hvør í sínum lagi havt framførslur við Bee Gees sangum.
Og nú kemur Robin Gibb kemur til Føroya at hava eina konsert ? eitt minniligt kvøld ? við øllum teimum størstu hittunum hjá Bee Gees. Summar Festivalurin er til reiðar at bjóða kanska mest legendarisku konsertina í Føroyum nakrantíð.