Sá eina kanning sum vísti, at vit kvinnur brúka í miðal trý korter um dagin at leita eftir tingum, sum vit hava lagt frá okkum. Einaferð, tá eg var nógv yngri og eitt sindur lekrari, men eitt forferdiligt órudd, lá eg langt omanfyri hesi miðalkortérini. Nú, eina milliard ting og trý børn ríkari, hava fleiri av tingunum fingið sítt fasta pláss heima í raðhúsinum: Billykilin skal liggja á borðinum í vaskikjallaranum; húgvur og handskar í kurvunum við navni á úti í gongini, og hárbustin býr í kurvini undir liðini á speglinum við úthurðina. Hetta havi eg í øllum førum avgjørt – einaferð.
Men, kann onkur so svara mær, hví eg allíkavæl brúki fleiri kortér hvønn einasta dag upp á at leita eftir millum annað billyklum, handskunum og hárbustini?
Nei, tað veit Gud, her má og skal koma betri skil á. Og eg uggi meg við, at við várinum kemur hitin og ljósið, og vónandi eisini orkan til at vaska upp og niður, og at fáa skil á øllum óruddinum, sum heystið, jólini og myrku vetrarmánaðirnar hevur hopað seg upp har heima. Eg sigi bara: Ver vælkomið, Harrans vár.. nú fari eg í gongd!
Men fyrst fari eg líííka at fáa mær ein kaffimunn og lesa Rákið, tí tað kann ikki bíða :-)
--
Kolofon
Rákið 2009 - móti
Postbox 76, 110 Tórshavn
Post@sosialurin.fo
Redaktørur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Blaðfólk
Eydna Skaale
Inna Tornroos
Rógvi Nybo
Eilen Antoniussen
Rigmor Dam
Myndir
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Lýsingar
Gudny Langaard
Tróndur Skaalum
lysing@sosialurin.fo
Útgevari
Sp/f Sosialurin
Permumynd
Jenny Maria
Styling: Karinsa
Troyggja: Guðrun og Guðrun
Hárprýði: Events










