Seinasta útkall

VB-HB:

Fyri bæði liðini er helst galdandi, at tey skulu vinna, um tey skulu gera sær vónir um bronsumerkini

 

Upptakt

 

 

 

Tey bæði fremstu liðini í fjør vóru sum kunnugt VB og HB, men í ár hevur tó ikki skorist eins væl hjá teimum báðum. Hampuliga tíðliga mistu tey takið á teimum báðum oddaliðunum, og síðani summarsteðgin hevur eisini verið líkt til, at tey hava mist takið á bronsumerkjunum.

 

 

 

 

 

Tí eru báðir partar snøgt sagt tvingaðir at vinna sunnudagin, men tað skerst tó ikki burtur, at báðir partar eru rættiliga skerdir til dystin.

 

Hjá VB er tað fyrst og fremst saknurin av liðskiparanum, Eyðun Jacobsen, sum man kennast svárur. Hann var heldur ikki við í Klaksvík, tá VB tapti so dyggiliga, og í Vági siga teir seg ikki rokna við honum til vikuskifti. Beiggi liðskiparan, Magni Jacobsen, var heldur ikki við í Klaksvík, men hann hevur so vant við fullari ferð alla vikuna, og verður helst tøkur.

 

Harafturat kemur, at Tórður Holm heldur ikki verður á vøllinum. Undan dystinum í Klaksvík varð hann mettur sum rættiliga ivasamur, men hann fekk tó kortini spæla. Hesa ferð er miðvallarin tó leikbannaður, so har gerst einki.

 

 

 

Hjá HB stendur heldur einki til við fólki fyri tíðina. Hóast teir høvdu frí undanfarna vikuskifti, so er enn ikki eydnast at fáa Rúna Nolsøe kláran til dystin, og hóskvøldið var mest sum avgjørt, at vanligi liðskiparin ikki verður við.

 

Tað verður Jón Ró Jacobsen neyvan heldur. Hann gav avboð til landsliðið, tá hann fekk ein snudd undir venjing í seinasta viku, og enn er hann ikki komin heilt fyri seg. Vanligi málverjin, Bárður Johannesen, er framhaldandi skaddur, og tá Hallur Danielsen so eisini hevur leikbann, tykist rættiliga sannlíkt, at tað verður eitt muandi umskipað HB lið, sum fer á vøllin vesturi á Eiðinum í Vági.