broytt meining um hvat mær dámdi. Nú hevur James fortalt mær at hann var byrjaður at fáa onkran at sniðgeva ein ring fyri einum ári síðan, men so broytti eg meining. Endaligi ringurin var sniðgivin við hugskotum [...] havlívfrøði har. James hevur planlagt hetta við góðari hjálp frá míni bestu vinkonu Beintu, so tey duga bæði gott at halda loyndarmál! Hetta var aðru ferð at James var í Føroyum og hann elskar at vera her [...] Brúðleypi verður í Skotlandi, tað hava vit ofta tosa um. - Ringurin er eitt sindur serligur. Hann hevur ein ljósabláan safir stein í. Tað er mín føðisteinur og eg havi altíð dámt so gott ringar sum síggja eitt
nakað burturúr. Lagið var øgiliga ofta ringt, og eg havi altíð skulað lagt oyra til hennara gremjan um alt. Hon hevur ongantíð verið ein rættilig mamma, sitið undir mær, víst mær kærleika ella umsorgan [...] sjálva, og var als ikki før fyri at vera mamma. Sonurin gekk í vøggustovu, var reinur og snøgt ílatin hvønn dag, og starvsfólkini fingu ongantíð illgruna um, hvussu skilið var heima. - Eg var edrú, tá ið [...] eg ongan. Har var eingin, eg knýtti meg til serliga. Sum barn var eg ógvuliga einsamøll, eisini sum yngri og havi altíð skulað klárað meg sjálva við øllum, greiðir Anna frá. Forsømd Tað var ikki lukkan at
kopieraðan, tí tað eru nógvir pengar at spara. Ein fløga hevur sum so ein rímuligan prís, men tað kostar nógv, um tú skalt hava nógvar fløgur, og tá er kopieringin ein góð hjálp. Útlendskur tónleikur Tað eru serliga [...] fløgusavn. - Eg keypti mær ein fløgubrennara tíðliga í 1998, og síðani tá hevur hann verið nógv brúktur. Eg havi kopiera fyri fólk, og eg havi eisini kopiera til mín sjálvan. Fløgusavnið hjá mær er vaksið við meira [...] fløgusølurnar hava mist. - Eg keypti mær ein fløgubrennara, tí eg vildi hava tónleik bíligari. Ein tóm fløga kostar eini 20 krónur, so tað eru nógvir pengar at spara við at kopiera sær fløgur, sum tað kostar
oljufýringina út við eina hitapumpu. Hetta átti at verið ein góð loysn, men her hendir tað tíverri ov ofta, at húsið sjálvt als ikki er fyrireikað til hitapumpuma. Fyri at ein hitapumpa skal vera so bílig í [...] mást umvæla skaðan fyri at hann ikki skal gerast verri. Men hetta kostar sjálvandi pengar. Í fyrstu syftu kann tað tykjast sum at hetta er ein alt ov kostnaðarmikil umvæling at gera. Og so kemur ivamálið [...] døgum verður nógv tosað um orku og orkusparing. Nógv eru tey ið bjóða seg fram at veita fólki góð ráð og vegleiðing um, hvussu tey kunnu spara pening við at bjálva síni hús á rættan hátt, ella við t.d. at skifta
- Eg eru sálarliga sterkur, men hetta hevur verið eitt hart trýst, serliga hjá mínum næstringum hevur hetta verið ein hørð tíð. Hinvegin leggur hann afturat, at hetta hann nú er ómetaliga fegin um, at [...] - Hetta hevði ikki droymt um. Tað kemur púra óvart á Jenis av Rana, at fútin nú ætlar at ákæra hann fyri at hava brotið sína sína skyldu sum kommunulækni. Tað skal hann hava gjørt, tá ið ið ein blaðung [...] blaðung genta var í viðtalini hjá honum og fortaldi honum, at hon varð blivin kynsliga misbrúkt av pápanum. Men hóast Jenis av Rana fekk hetta at vita í viðtalini, læt hann vera við at boða barnaverndini frá
hjá ÍF. Hann byrjaði at spæla fótbólt sum 11 ára gamal, og hetta var stóri dreymur hansara. -Serbar taka ofta av møguleikanum teir fáa. Um ein dugur at spæla fótbólt so fylgir man tí dreyminum, og tá verður [...] sum myndar alt títt lív. Í Føroyum er alt slíkt ofta bara eitt frítíðarítriv, og ikki ein yrkisleið. Tó dámar mær væl báðar mentarnirnar, sum fylla lív mítt, tí eg fái tað besta úr tveimum ymiskum heimum [...] mánaðir, og hann heldur útlitini hjá liðnum vera góð. -Hugurin hjá spælarunum er góður, og teir eru fokuseraðir. Síðsta ár lógu vit sum nummar sjey, so tað var ikki so gott sum tað hevur verið seinastu árini
alt, eg orkaði, men kendi skjótt á mær, at orkan fór úr kropinum. Eg sá einki uttan um meg, og visti, at eingin vón var um bjarging. At hetta var mín seinasta løta, var eg ikki í iva um. So vónleysar vóru [...] 2004. Hann var á veg til lands í 29 fóts stóra útróðrarbáti sínum, Norðstjørnuni, tá ið hann fekk ein sjógv aftan tvørs, sum fylti bátin og tók hann niður við sær at kalla í einum. Báturin, sum var frambygdur [...] Olsen, kom fram á hann. - Eg havi ongantíð verið so glaður fyri at síggja ein bát koma ímóti mær, sum hendan dagin, tá ið øll vón var úti, segði Hans Magnus Hansen, tá ið Sosialurin tosaði við hann morgunin
ávísar avbjóðingar hava verið orsaka av tarnaðu flogferðsluni, so kann ikki sigast annað enn, at hetta var ein góð byrjan fyri festivalin. Hósdagurin á G! er ofta tann lakasti av døgunum, tá tað kemur til f [...] fríggjadag, kundi konsertin ikki útsetast. Tískil var framførsla teirra á G! avlýst. Hetta var tíbetur einasta avlýsingin í dag. Men G! fyrireikararnir høvdu onnur góð kort á hondini. Ístaðin fyri Reptile Youth [...] trummu. Hetta gjørdist tí ein rættiliga spontan framførsla. Tíverri hóttu hátalararnir við at ýla nakað oftani, og tað var framførslan merkt av. Men áhoyrararnir vóru kortini glaðir, tí Búi hevur jú ein serligan
professionellar. Hetta eyðkenda týska, har alt var eftir bókini og eingin ivi var um nakað sum helst. Hatta var man ikki vanur við á Sevmýru, á Tórsvølli ella á Svangaskarði. Í øllum førum ikki í eins stóran mun [...] Zinedine Zidane, undan dystinum landanna millum í Fraklandi. Hann var í mínum eygum heimsins besti fótbóltsspælari, og tað var ein stór løta hjá mær, minnist Óli aftur á. Óli spælur ikki bara fótbólt, hann er [...] hevur Óli megnað at spælt heili 82 landsdystir og er hetta met í føroyskum fótbóltshøpi. Mong góð minnir Eftir so mong ár og dystir er sjálvsagt ein rúgva av upplivingum sum Óli hevur fingið. Spurdur um
ongantíð fylgt streyminum, og eg havi ikki fingið mær hesar tatoveringarnar, tí tær eru penar ella ljótar. Eg havi fingið mær tær, tí eg havi ynskt mær tær. – Eg leggi ikki so nógv í, hvat onnur halda, [...] Birni Dam í Havn hevur ein risastóra tatovering á yvirkroppi og ørmum, og hann hevur fleiri aðrar minni tatoveringar eisini. Tær seinastu hevur hann gjørt í andlitið. Tór Birni Dam var 18 ára gamal, tá ið [...] læknar, at hann var eitraður av tatoveringunum, og tær vórðu tiknar burtur við skurðviðgerð. Hann misti tó ikki mótið at fáa sær fleiri tatoveringar, og í 2002 byrjaði hann aftur. Eftir at Tór var fluttur niður