Eg segði ja men tað hoyrdist ikki

- Eg og James hava verið par í 2 ár og 3 mánaðir, sigur komandi brúðurin

- Eg og James hava verið par í 2 ár og 3 mánaðir, sigur komandi brúðurin, Iris Thomsen. 

Á ólavsøku fríggjaði skotski sjeikurin til hana framman fyri 400 fólkum á Hotel Føroyum. Í gjár høvdu vit video av hendingini her á in.fo.

 

Tey møttust í Aberdeen, tá ið hon læs havlívfrøði har. James hevur planlagt hetta við góðari hjálp frá míni bestu vinkonu Beintu, so tey duga bæði gott at halda loyndarmál!

 

Hetta var aðru ferð at James var í Føroyum og hann elskar at vera her. Vit vilja flyta til Føroyar um nøkur heilt fá ár - nú skulu vit nokk giftast fyrst. Brúðleypi verður í Skotlandi, tað hava vit ofta tosa um. 

- Ringurin er eitt sindur serligur. Hann hevur ein ljósabláan safir stein í. Tað er mín føðisteinur og eg havi altíð dámt so gott ringar sum síggja eitt sindur prinsessusligir út. Vit hava eisini ofta tosa um ringar og eg havi meira enn eina fer broytt meining um hvat mær dámdi. Nú hevur James fortalt mær at hann var byrjaður at fáa onkran at sniðgeva ein ring fyri einum ári síðan, men so broytti eg meining. Endaligi ringurin var sniðgivin við hugskotum frá James og tað er ein smykkusmiður í Canada sum hevur gjørt hann, sigur Iris Thomsen.

 

Hoyrið samrøðuna við James Kelly og Iris Thomsen við at trýsta á pílin undir myndini.