Skil má til

ORKUSPARING - Hóast fólk vænta at spara nógvar pengar á orkurokningini, tá tey skifta oljufýringina út við hitapumpu, so er tað ongin sjálvfylgja at íløgan veruliga loysir seg og megnar at spara seg sjálva innaftur. Hetta sigur Jens Pauli Dahl, ið starvast sum orkuráðgevi hjá Reno-Vent í Hósvík.

Í hesum døgum verður nógv tosað um orku og orkusparing.
Nógv eru tey ið bjóða seg fram at veita fólki góð ráð og vegleiðing um, hvussu tey kunnu spara pening við at bjálva síni hús á rættan hátt, ella við t.d. at skifta oljufýringina út við aðra hitaskipan.
Royndirnar hjá Jens Paula eru kortini tær, at hóast nógvar av hesum loysnum eru góðar, so kann lættliga tað óhepna henda, at kundin sparir ov lítið, ella í ringasta føri als einki, hóast ein stór íløga er gjørd.
Hann er nýliga settur í starv sum ráðgevari hjá fyritøkuni, sum hevur hetta við orkusparingum hjá húsarhaldum og virkjum sum eitt av sínum virkisøkjum.
- Orsøkin til ta vantandi sparingina er hin einfalda, at tað manglar samanhangur í ætlanini, vísir hann á. - Alt ov ofta verður bara farið í gongd og spurningurin um orkutørv og orkusparing verður bara leysliga mettur.
Skal slík íløga loysa seg, ikki bara við reinari umhvørvi, men eisini í krónum og oyrum, er neyðugt at byrja við at gera eina heildarætlan har alt hongur saman.
Til dømis við Orkusýninum hjá Reno-Vent, har teir útrokna og dokumentera bæði tørv og avleiðingar, og gera eina rættiliga neyva meting av heildarkostnaðinum sæð yvir alla livitíðina á íløguni.
- Tá ber veruliga til at meta, um tað fólk ætla sær undir, loysir seg í longdini ella ikki.

Fyrireika húsini
Kring landið eru nógv ið hava tikið avgerð um at skifta oljufýringina út við eina hitapumpu. Hetta átti at verið ein góð loysn, men her hendir tað tíverri ov ofta, at húsið sjálvt als ikki er fyrireikað til hitapumpuma.
Fyri at ein hitapumpa skal vera so bílig í brúki sum gjørligt, er umráðandi at hitin í anlegginum er so lágur sum gjørligt.
- Men við at seta eina hitapumpu upp í einum húsum sum eru ótøtt ella illa bjálvað, tá má hitapumpan framleiða eins nógv heitt vatn sum oljufýringin skuldi, fyri at halda húsið heitt.
- Og tað klárar hon ikki altíð. Úrslitið kann tá blíva, at hitapumpan brúkar ta innbygdu el-patrónina at hita tað sum manglar í, og tá er als ikki talan um nakra sparing tí hon brúkar so nógvan streym – tað svarar næstan til at mann hitar radiatorvatnið við el-ketlinum. Ja, støðan er í roynd og veru soleiðis, at tá kann hitapumpan blíva ein útreiðsla sum aldrin kemur at spara seg sjálva innaftur, vísir Jens Pauli á.
Besta úrslitið fæst, um húsini eru vælbjálvaði og tøtt, áðrenn hitapumpan verður uppsett. Tá síggja vit ofta, at sparingin blívir so stór, at hon kann gjalda fyri bæði bjálving og hitapumpu.
Hevur mann ikki hug ella møguleika at betra um sjálv húsini, tá vil tað ofta loysa seg væl betur, at dagføra oljufýringina heldur enn at skifta hana út við aðra orkuskipan. Tó vil tað nærum altíð loysa seg heilt væl at fáa sær luft-luft hitapumpu afturat oljufýringini.
Hann eftirlýsir tí eina reglugerð á hesum økinum, soleiðis at sethúsaeigarar og handverkarar í framtíðini verða noyddir at hugsa øðrvísi og meira langsiktað, tí tá er ein konkret lóggáva sum ásetur eitt minstamark fyri, hvussu húsini skulu bjálvast og hvussu stórt orkubrúkið kann vera.

Byggireglugerð
Ein byggireglugerð er ávegis, men tað hevur hon eftirhondini verið í nógv ár – og hetta hastar.
At eingin byggireglugerð er galdandi í Føroyum, hevur hvønn einasta dag havt álvarsligar avleiðingar fyri nógv sethús og sethúsaeigarar kring landið.
Ein fylgja av hesum er, at tað í roynd og veru ofta eru fólk sjálvi sum standa fyri hesum arbeiðnum, uttan at hava neyðugt byggiteknist innlit.
Av tí sama hava vit heldur eingi føroyskt hagtøl ella skipaðar royndir við konstruksjónum og inniklima. Av tí at vit onki føroyskt tilfar hava, so hevur okkara byggivinna ongan annan møguleika enn at halda seg til danskar reglugerðir og vegleiðingar.
- Trupulleikin er bert hann, at ein ikki á nakran hátt kann samanbera donsk og føroysk viðurskifti og veðurlag. Tí verður mangan bygt og bjálvað, soleiðis sum tann einstaki handverkarin altíð hevur gjørt ella tað sum hann faktist bara gitir sær til.
Avleiðingin er, at nógv tey flestu føroysku húsini brúka alt ov nógva orku til upphiting, og at tey eisini ofta hava stórar trupuleikar við inniluftini.
- Og tá er tað ógvuliga keðiligt, at fólk seinni uppdaga, at skaðin er hendir og at tey kanska mugu gera alt umaftur. Júst her kunnu vit, við okkara nýggju og føroysku royndum, geva fólki ta ráðgevingina, sum tey hava brúk fyri, sigur Jens Pauli Dahl.


fyri seg


Ein íløga ið loysir seg

Hevur tú fyrst keypt eini sethús, og síðani leggur merki til at tey lukta av fukti, ert tú í eini ógvuliga keðiligari støðu.
Tann stóri spurningurin er, hvat gerast skal: Tú ert greiður um, at tú mást umvæla skaðan fyri at hann ikki skal gerast verri. Men hetta kostar sjálvandi pengar.
Í fyrstu syftu kann tað tykjast sum at hetta er ein alt ov kostnaðarmikil umvæling at gera. Og so kemur ivamálið, um tað yvirhøvur man loysa seg at brúka sooo nógvan pening til at bøta um húsini, soleiðis at javnvág kemur í inniklima’ið so at fukturin eisini hvørvur.
Royndirnar hjá Jens Paula Dahl og teimum hjá Reno-Vent eru púra greiðar: Tað loysir seg væl.
- Tað kann verða bráneyðugt at gera eina stóra íløgu, áðrenn skaðin gerst ov stórur. Samstundis er tað ein veruleiki, at verður rætt atborið, er uppá longri sikt eingin ivi um, at ein sparir hesa íløguna innaftur í lægri orkunýtslu og orkugjaldi.
- Tí eru okkara ráð, at húsaeigarin hugsar um húsini sum eina íløgu, og fyrst og fremst ger eina heildarætlan sum bæði umfatar neyðugar umvælingar, vanligt viðlíkahald OG orkusparing. Tá vísir tað seg nærum altíð, at tað eisini í krónum og oyrum faktist loysir seg betri at gera íløguna, enn at lata vera, vísir ráðgevarin á.




myndatekstir

HEILDARÆTLAN
- Verður ein skilagóð íløga gjørd til tess at brúka um orkunýtsluna í heiminum, so sparir hon seg skjótt innaftur, sigur Jens Pauli Dahl, orkuráðgevu