uttan í sjálvverju. Nú á døgum eru næstan øll sjálvstøðug lond í heiminum limir í ST. ST er einans fyri sjálvstøðug lond og tí kunnu Føroyar ikki vera limir í ST. Føroyar eru tó sjálvstøðugur limur í felagsskapum [...] heimsbardagi endaði í 1945, samdust 51 lond um at seta henda altjóða og friðarvarðveitandi felagsskap á stovn. Í dag eru 193 lond limir í ST. ST hevur fýra aðalmál: at verja friðin og trygdina í heiminum at eggja [...] londini í heiminum kunnu samstarva at røkka hesum málum. Øll limalond í ST taka undir við grundsjónarmiðunum um, at allar ósemjur teirra millum skulu verða loystar friðarliga, og at tey skulu ikki fara við
Beint eftir døgverða í gjár kannaði løgreglan ferðsluna í Vági og í tí sambandi vórðu fleiri bilar steðgaðir. Løgreglan kannaði eisini um bilførarar koyrdu við kenning og tey siga, at í tí eina førinum vísti [...] blóðroynd er tikin av manninum fyri at staðfesta akkurát, hvussu nógv alkohol var í blóðinum. Í Klaksvík varð løgreglan boðsend í nátt, tí tveir mans vóru farnir til hendurs inni á einum staði, har tey selja [...] sleppa kortini ikki undan eini bót fyri at hava brotið politiviðtøkunar og teir sleppa heldur ikki undan at rinda handilsgluggan aftur. Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt.
Bendtner bleiv fyrr í vetur dømdur 50 daga fongsulsrevsing fyri at hava lopið á ein hýruvognsførara. Men enn er ikki víst, nær hann skal inn at sita. Norska felag hansara er tó ikki í iva, hann skal inn [...] dagligi leiðarin. Í morgin spæla Niklas Bendtner og Rosenborg steypafinalu móti Strømsgodset og 13. desembur er seinasti dysturin í ár, tá Rosenborg spælir á útivølli móti RB Leipzig í Europa League. [...] fer inn at sita dómin skjótast gjørligt, sigur dagligi leiðarin í felagnum, Tove Moe Dyrhaug við norska TV2. Spælarin ætlar sær tó fyrst í jólaferiu við unnustu síni. Verður fongsulsrevsingin og ferian
Salmundur Bech, sum hevur spælt við Suðringum seinastu tvey árini, er í løtuni í samráðingum við HB um sáttmála. Hann hevur í seinastuni vant við HB, og tað ljóðar fyri vist, at hann hevur verið til s [...] hann hevur boðað frá á bolt.fo, at hann helst ikki heldur fram í Trongisvági, har felagsliðið eisini er farið sundur aftur. Salmundur Bech er uppvaksin í VB og FC Suðuroy, og spældi við FC Suðuroy til [...] er líkt til, at hann endar hjá FM-vinnarunum úr HB. HB hevur framvegis ikki gjørt sáttmála við Brynjar Hlöðversson, sum í løtuni er í Íslandi. Her ljóðar, at partarnir eru komnir ásamt um meginpartin av
løgmálaráðharri, í tíðindaskrivi í dag. - Eftir fakligum ráði frá ríkisákæranum, og í samráð við Kriminalforsorgina, havi eg í dag heitt á ríkisákæran um at kæra dómin, skrivar ráðharrin í tíðindaskrivinum [...] skal roynast í landsrættinum. Sambært norska kringvarpinum NRK, so kann væntast, at málið kemur fyri landsrættin einaferð í heyst. Anders Behring Breivik fekk í síðstu viðhald í býrættinum í Oslo, eftir [...] Norski staturin góðtekur ikki úrskurðin hjá býrættinum í Oslo um, at staturin hevur brotið altjóða Mannarættindasáttmálan í samband við fongsilsumstøðurnar hjá Anders Behring Breivik. Tað upplýsir Anders
Sørensen ikki við í hópinum hjá AaB í gjár, tá teir spældu málleysan 0-0 javnleik móti Randers FC. Ístaðin spældi Gilli Rólantsson Sørensen fullan dyst í dag, tá eykaliðið hjá AaB spældi móti Brøndby í einum [...] skuffaður at eg ikki slapp við besta liðnum í gjár, men hugsaði so at svara aftur í dag á eykaliðnum, og eg føldi eisini at tað gekk væl undir dystinum í dag. Komandi dystur hjá AaB í Superliguni er á [...] Gilli Rólantsson Sørensen millum mest eyðsýndu leikararnar á liðnum hjá AaB, og var hann eisini við í tveimum vandamiklum støðum, sum mundu ført til mál til AaB. Gilli Rólantsson Sørensen sigur eisini sjálvur
koma í oynna. - Í samband við Ramsar-ætlanina hava vit sett forboð fyri kettum og kaninum í oynni, sigur borgarstjórin. Harry Jensen sigur, at skúvoyingar eisini hava samtykt, at seyður kann ikki førast [...] Í vikuni hevur grannastevna verið í Skúvoy, og her varð samtykt at friða lundan í trý ár aftrat. Tað merkir, at hetta verður fjórða árið á rað, at skúvoyingar friða lundan móti veiði. Harry Jensen, bo [...] borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, sigur, at tað eru nú eini 10 ár síðan, at lundi seinast varð fleygaður í Skúvoy. - Tað er trupult at siga nakað um, hvørji útlitini eru til vøkstur í lundastovninum. Vit
seinastu árini, men fyrr í dag varð kunngjørt, at nú verður eitt hámark sett fyri prísin hjá útivallaráskoðarum. Í komandi kappingarári verður tað nevniliga soleiðis, at onki felag í Premier League sleppur [...] Football Supporters Federation, kravdi annars, at hámarkið varð til 20 pund, men hetta krav bleiv ikki lokið í fyrstu syftu. [...] sin til dystirnar. Atgongumerkini eru blivin so dýr, at nógv fólk við vanligum arbeiði snøgt sagt ikki hava ráð at hyggja eftir Premier League-fótbólti á sjálvum leikvøllinum. Enn dýrari er tað hjá teimum
Í morgun setti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Aliráðstevnuna 2016, ið verður hildin á Hotel Føroyum. Í røðu síni segði landsstýrismaðurin millum annað, at Føroyar hava fremstu [...] fremstu alivinnu í heiminum, og úrslitini tala fyri seg. Men trupulleikin við laksalús má takast í størsta álvara. Átøk skulu til fyri at fáa tamarhald á trupulleikunum og lógarverkið má tillagast støðuni [...] lóg ikki hýsur. Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at vinnan eisini vilja virka virkin fyri hesum broytingum. Tí alivinnan hevur sjálv gingið á odda fyri at fáa framt tær neyðugu broytingarnar í lóg
longu í níggjunda minutti, tá ið hann eftir skjótt mótálop og innlegg við høvdinum sendi bóltin í málið. Heimaliðið pressaði, og Giza Hoyvík hevði fleiri møguleikar. Eitt nú sendi Ahmed Keita bóltin í stólpan [...] Sigurðsson, sum aftur var at síggja í KÍ málinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tað Giza Hoyvík at javna. Eftir innlegg var tað Ahmed Keita, sum við høvdinum setti bóltin í málið. Síðstu løtuna royndi [...] seg til flestu møguleikarnar. Men tað eydnaðist ikki Giza Hoyvík at vinna fulla úrtøku, tá ið teir næstbestu hjá KÍ seinnapartin vitjaðu á niðara vølli í Gundadali. Úrslitið var 1-1, og tað var KÍ, sum