Tað var heimaliðið, sum hevði bóltin meiri, og tað var heimaliðið, sum spældi seg til flestu møguleikarnar. Men tað eydnaðist ikki Giza Hoyvík at vinna fulla úrtøku, tá ið teir næstbestu hjá KÍ seinnapartin vitjaðu á niðara vølli í Gundadali.
Úrslitið var 1-1, og tað var KÍ, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 1-0. Teitur Fles legði KÍ framum longu í níggjunda minutti, tá ið hann eftir skjótt mótálop og innlegg við høvdinum sendi bóltin í málið.
Heimaliðið pressaði, og Giza Hoyvík hevði fleiri møguleikar. Eitt nú sendi Ahmed Keita bóltin í stólpan aftanfyri Fríða Sigurðsson, sum aftur var at síggja í KÍ málinum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tað Giza Hoyvík at javna. Eftir innlegg var tað Ahmed Keita, sum við høvdinum setti bóltin í málið.
Síðstu løtuna royndi Giza Hoyvík at trýsta fyri at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki.
Giza Hoyvík er á fimta plássi við 28 stigum, meðan KÍ er á sætta plássi við 22 stigum.