Í dag er ST-dagur

ST er stytting fyri Sameindu Tjóðir, á enskum UN, United Nations, og á donskum FN, Forenede Nationer.

 

Tá annar heimsbardagi endaði í 1945, samdust 51 lond um at seta henda altjóða og friðarvarðveitandi felagsskap á stovn. Í dag eru 193 lond limir í ST.

 

ST hevur fýra aðalmál:

at verja friðin og trygdina í heiminum

at eggja londunum til rættvísi

at stuðla og menna samstarvið landanna millum og

at virka sum stovnur, har londini í heiminum kunnu samstarva at røkka hesum málum.

 

Øll limalond í ST taka undir við grundsjónarmiðunum um, at allar ósemjur teirra millum skulu verða loystar friðarliga, og at tey skulu ikki fara við hørðum ímóti øðrum londum uttan í sjálvverju. Nú á døgum eru næstan øll sjálvstøðug lond í heiminum limir í ST.

 

ST er einans fyri sjálvstøðug lond og tí kunnu Føroyar ikki vera limir í ST. Føroyar eru tó sjálvstøðugur limur í felagsskapum undir ST, sum IMO, UNESCO og FAO.