Friða lundan í trý ár aftrat

Skúvoyingar gera veruliga nakað fyri at verja fuglastovnin og fyri at verja oynna móti skaðadjórum.

Í vikuni hevur grannastevna verið í Skúvoy, og her varð samtykt at friða lundan í trý ár aftrat. Tað merkir, at hetta verður fjórða árið á rað, at skúvoyingar friða lundan móti veiði.

 

Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, sigur, at tað eru nú eini 10 ár síðan, at lundi seinast varð fleygaður í Skúvoy.

 

- Tað er trupult at siga nakað um, hvørji útlitini eru til vøkstur í lundastovninum. Vit vóna, at lundin, sum hevur verið illa fyri í nógv ár, fer at koma fyri seg aftur.

 

Á grannastevnuni í Skúvoy varð eisini samtykt, at hoygg skal ikki innflytast til oynna. Orsøkin er, at skúvoyingar vilja byrgja upp fyri vandanum, at mús og rotta koma í oynna.

 

- Í samband við Ramsar-ætlanina hava vit sett forboð fyri kettum og kaninum í oynni, sigur borgarstjórin.

 

Harry Jensen sigur, at skúvoyingar eisini hava samtykt, at seyður kann ikki førast í oynna - uttan so, at hann fyrst er kannaður fyri mótstøðuføri móti rilluskriða og er mótstøðuførur.