Gilli við í teprum tapi

Hóast gott avrik frá føroyska leikaranum, tapti eykaliðið hjá AaB í dag móti Brøndby

Heldur óvæntað var Gilli Rólantsson Sørensen ikki við í hópinum hjá AaB í gjár, tá teir spældu málleysan 0-0 javnleik móti Randers FC.

 

Ístaðin spældi Gilli Rólantsson Sørensen fullan dyst í dag, tá eykaliðið hjá AaB spældi móti Brøndby í einum dysti, sum Brøndby vann 1-0.

 

Sambært heimasíðuni hjá AaB var Gilli Rólantsson Sørensen millum mest eyðsýndu leikararnar á liðnum hjá AaB, og var hann eisini við í tveimum vandamiklum støðum, sum mundu ført til mál til AaB.

 

Gilli Rólantsson Sørensen sigur eisini sjálvur, at hann kennir at tað gekk væl hjá sær persónliga, hóast at AaB tapti.

 

-       Eg var sjálvsagt skuffaður at eg ikki slapp við besta liðnum í gjár, men hugsaði so at svara aftur í dag á eykaliðnum, og eg føldi eisini at tað gekk væl undir dystinum í dag.

 

Komandi dystur hjá AaB í Superliguni er á heimavølli móti Brøndby. Tann dysturin verður spældur sunnudagin.