Salmundur Bech, sum hevur spælt við Suðringum seinastu tvey árini, er í løtuni í samráðingum við HB um sáttmála. Hann hevur í seinastuni vant við HB, og tað ljóðar fyri vist, at hann hevur verið til samráðingar og til samrøðu við Heimir Guðjónsson, venjara hjá HB.
22 ára gamli miðvallarin hevur verið ein av lyklaspælarunum hjá Suðringum seinastu tvey árini, men hann hevur boðað frá á bolt.fo, at hann helst ikki heldur fram í Trongisvági, har felagsliðið eisini er farið sundur aftur.
Salmundur Bech er uppvaksin í VB og FC Suðuroy, og spældi við FC Suðuroy til 2016, tá hann skifti til TB, sum seinni legði saman við FC Suðuroy til Suðringar. Nú er líkt til, at hann endar hjá FM-vinnarunum úr HB.
HB hevur framvegis ikki gjørt sáttmála við Brynjar Hlöðversson, sum í løtuni er í Íslandi. Her ljóðar, at partarnir eru komnir ásamt um meginpartin av avtaluni, men at praktisk viðurskifti skulu upp á pláss, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.









