helst tann, at hon hevur verið í sjokk. Eg havi seinni tosað við mykinesmann, sum var við til at bera meg oman í bygdina, og hann segði, at eg tosaði bæði nógv og leingi, og at teir hildu, at eg var við [...] liðugur at lesa tíðindini, tá hann treiv aftur í aftur: »Vit hava júst frætt, at íslandsflogfarið er dottið niður í Mykinesi. Øll eru sloppin frá vanlukkuni við lívinum«. Hetta skuldi vísa seg at vera ein [...] sjálvur við til at stovna felagið, og hóast hann helt fram í Neistanum eitt ár eftir, at Kyndil varð stovnað, gjørdist hann at kalla ímyndin av Kyndli. Tað var tí ikki heilt tilvildarligt, at Erhard Næs heitti
uppá, hálvdeyðan, boð mátti sendast eftir doktara. Nú sýnist hann at vera undansloppin. Virknir synir Tað sum annars kann staðfestast er, at synirnir hava verið rættiliga virknir á ymiskum samfelagsøkjum [...] Gerhardi, var við til at stovna Havnar Arbeiðsmannafelag í 1916. Hann var eisini við í fyrstu nevndini, og hann var í fleiri ár nevndarlimur. Tað er ikki ringt at gita sær til, at uppbygging av einum fakfelagi [...] dforening. Her verður heitt á tingið um »at seta slíkar lógreglur fyri fólkaflutning við motorbátum, at ein og hvør skal kunna ferðast við teimum uttan at tola tann óhugna, sum drykkiskapur innanborðs
tong til at taka spónin uppúr tí kókandi vatninum. Eg kann skoyta uppí, at Johannus segði fyri mær, at fyri at hornsmakkur ikki skuldi ganga at, tá ið sopið var heitt, vóru ráðini at brenna eik at pussa [...] óvanligt, at teir høvdu hug at ganga eftir fólki, og var tað ein stórur trupulleiki á sumri at ferðast gjøgnum haga. Tá var heldur einki ferðasamband sum nú. Jóhannus plagdi at siga í skemti, at hann hevði [...] minnist, at vit vóru sett til borðs í Haraldssundi í eini stovu, sum stóð fyri seg sjálva. Tað var rættiliga hábærsligt tá á døgum at vera settur til borðs í hesi stovu. So væl dugdi Jóhannus at siga frá
treingja til ávísar ábøtur. - Vit mettu sjálvi, at tað var tungt at halda tey viðlíka, serliga tá ein hugsar, um at vit ikki vóru heilt ung longur og at maðurin ikki kundi gera tað hann ynskti, orsakað [...] fyrimunir við at búgva á einum staði, kundi tann uttanfyristandandi rokna við, at hetta fór at hava ávísar vansar við sær. Fyri Rannvá og Eyðálv er kortini ikki talan um nakran vansa at búgva her í Æðugøtu [...] sjúku. - Ja, tað bleiv faktiskt næstan til tað, at húsini gjørdust ein marra fyri okkum, staðfestir Rannvá. Tey fingu tá at frætta um ætlanirnar hjá VIST09 um at fara undir bygging av nýggjum og snotuligum
Men tað mest ørkymlandi av øllum er, at um stuðlarnir ikki sleppa at vera við, og harvið ikki kunnu gera sær dælt av venjingunum, so er vandi fyri, at skeiðini fara at detta niður fyri. Og tá verða børnini [...] aðrari venjing er tað eisini við Petø-skeiðini av týdningi, at støðið verður lagt eitt sindur oman fyri tað, tey megna, so tey hava nakað at stremba fram ímóti. - Prinsippið er tað sama, mátin, sum vit [...] - Børnini læra at gera venjingarnar, og tað gera foreldrini eisini, og tí verður tað so nógv lættari at halda fram við venjingunum heima, sigur Marjun í Jákupsstovu. Øll eru samd um, at tað er ógvuliga
mikið at rinda fyri ferðina heimaf qwertytur. Hesum vísti reiðarin á Suðringi, Marner Lisberg tó aftur, men hann heldur framvegis, at málið hongur í leysum lofti, og at fólk hava eina fatan av, at hann [...] samanlíknaði viðferðina av tveimum portugisum við mafia-metodur at lokka gleðisgentur til vesturheimin. Jan Højgaard vildi vera við, at portugisarnir ikki høvdu fingið eitt oyra í hýru, og ikki fyrr enn [...] móti portugisarunum. Eg tími ikki at hava slíkt hangandi oman yvir mær, og tí leggi eg fram alment peningaflytingarnar til teir báðar portugisarnar, so fólk kunnu síggja, at tað er ikki hald í ákærunum hjá
alla lukku eydnaðist at fáa nokk so fitt av hansara vitan festa á blað. Eg var so heppin at vera ein teirra, sum kom at gera hetta møguligt. Tí er tað náttúruligt, nú hann er farin, at taka sumt av hesum [...] til Eiðis at vera hjá fastrini, Oluffu, og manni hennara, Jóhannes í Miklagarði. Annars vóru tey 8 systkin, so tað var nóg mikið at gera heima kortini. Lagnan vildi tað so, at Símun Jóhan kom at verða verandi [...] kann nevnast, at tað er ikki bert í Føroyum, at bátasmíðið hjá Símuni Jóhan er kent. Fyri nøkrum árum síðan hevði hann ein amerikanara í »praktikk« í eitt ár, og er hesin nú førur fyri at føra júst bátarnar
ng. Hetta fyri at stimbra hugin at spara upp til egna pensjón. Landsfelag Pensjónista heldur at tað er í lagi, at landsstýrið ætlar at víðka um inntøkugrundarlagið hjá landskassanum at fíggja okkara v [...] síðan so í bandi, at vit fingu fólkapensjón fyri øll sum ein sjálvsagdan rætt. Nógv varð gjørt fyri at beina fyri gamla hugburðinum, at tað var skomm at “liggja samfelagnum til byrðu”og at tey, sum hetta [...] fáa fólk at fata, at fólkapensjónin var ein rættur, sum øll áttu. Í árunum, sum farin eru, er hugburðurin so nógv broyttur, at flest allir samfelagsborgarar halda tað vera ein sjálvsagdan rætt at taka við
føroyingur havi eg nógv at vera stoltur av, og eg geri eisini nógv av at rópa hart um tað. Til dømis kann eg nevna hæddarpunktini úr degnum í dag, 07/09-2010. Eg kann leggja út við at nevna okkara elskaða [...] Jenis, ið eftir øllum at døma hevur eina ómettandi trongd at gera Føroyar og føroyingar til skammar í útlendskum miðlum. Kanska fór hann oman á Vaglið og fekk sær eina pylsu, heldur enn at fáa sær fínan døgurða [...] samstundis sum Italia spælir landsdyst. Næstan 92 ár eftir at fyrri heimsbardagi varð liðugur, kendi onkur brádliga á sær, at tíðin var búgvin at greiða Føroya fólki frá, hvussu alt veruliga fór fram einaferð
Norðskála-megin og oman móti rundkoyringini. Bilførarar verða tí bidnir um at vera ansnir, tí lekin hevur elvt til hálku, sigur Landsverk í eini fráboðan. Fólk frá Landsverki eru í ferð við at leggja skerv út [...] Landsverk ávarar í kvøld um, at olja er likin á vegin við Norðskálatunnilin. - Fitt av olju er í kvøld, mikukvøldið 8. september, likin úr onkrum akfari niður á koyribreytina nakað niðan fyri tunnilsmunnan