Børnini tapa í síðsta enda

At børnini við serligum tørvi ikki fáa dagligu stuðlarnar við til Petø-skeiðið ger, at hesir ikki duga at geva børnunum serligu venjingarnar, sum eru so gagnligar, og sum mennir børnini í stóran mun.

- Venjingin hevur ógvuliga stóran týdning. Hetta er ein ógvuliga intens venjing, og tað er av stórum týdningi, at foreldrini læra venjingarnar, so tey kunnu gera tær heima við børnunum, sigur Andrea Udvardy Sabroe, sum er ungarari, men gift í Danmark.
Tað sigur seg sjálvt, at tað er av swtórum týdningi, at stuðlarnir, sum eru um børnini dagliga, eisini koma við til hesi skeiðini.
- Koma stuðlarnir ikki við, læra teir heldur ikki, hvussu teir skulu hjálpa børnunum í sínum dagliga starvi, sigur Andrea Udvardy Sabroe.
Venjingarnar eru ógvuliga ymiskar og eru sjálvandi tilpassaðar hvørjum einstakum barni alt eftir, hvønn tørv einstaka barnið hevur.
- Tað snýr seg um, hvussu tey skulu liggja, ella standa ella ganga, armar og hendur. Svimjing er ein týðandi partur eisini, og stórur dentur verður lagdur á, at venja allan kroppin. Alt fer eisini fram eftir bestu pedagogisku prinsippum, sigur Andrea Udvardy Sabroe.
Øll venjingin fer fram í bólkum, men við atliti at hvørjum einstøkum barni.
- Venjing, sum fer fram bert millum ein vaksnan og eitt barn, gerst ofta keðilig. Venja vit saman, gevur hetta hinvegin íblástur til okkum øll, og tí verður vant saman heldur enn hvør sær, sigur Augusta Mikkelsen, sum er ein av føroysku fysioterapeutunum, ið knýttur er at Petø-venjingunum hjá Andreu Udvardy Sabroe.
Hinar báðar eru Erla Nielsen og Marjun í Jákupsstovu. Tær eru allar sjálvstøðugar, men seta so tíð av at verða við í hesum venjingunum, sum fara fram tvær ferðir um árið, í apríl og september.

Gagnar seinni
Og tað eru ikki bert fysioterapeutarnir, sum fáa nakað burtur úr at venja sama.
- Eisini børnini verða inspirerað av at venja saman, sigur Marjun í Jákupsstovu.
Børnini eru sjálvandi ymisk, bæði hvat viðvíkur førleika og aldri.
- Børnini verða býtt sundur eftir kropsligum førleika, og eisini eftir aldri. Tey eru fyrst býtt upp í tveir aldursbólkar, annar venur fyrrapart og annar seinapart, men so eru tey eisini býtt eitt sindur upp eftir førleika. Øll eru saman, tá vit byrja venjingina og tá vit enda hana, og millum tað verður so vant einsæris, sigur Erla Nielsen.
Sum við allari aðrari venjing er tað eisini við Petø-skeiðini av týdningi, at støðið verður lagt eitt sindur oman fyri tað, tey megna, so tey hava nakað at stremba fram ímóti.
- Prinsippið er tað sama, mátin, sum vit venja upp á, er bara nakað øðrvísi, sigur Erla Nielsen.
Tað eru somu venjingar, ið verða gjørdar í tveir tímar hvønn dag í tríggjar vikur, og tað er ógvuliga mennandi fyri hesi børnini við serligum tørvi.
- Børnini læra at gera venjingarnar, og tað gera foreldrini eisini, og tí verður tað so nógv lættari at halda fram við venjingunum heima, sigur Marjun í Jákupsstovu.
Øll eru samd um, at tað er ógvuliga harmiligt, at stuðlarnir ikki eru við til skeiðið, tí tað merkir, at teir ikki kunnu geva børnunum venjingina til dagligt. Kortini tykist ikki, sum hetta bakkastið hevur hildið so nógvum børnum burtur.
- Eg veit so bara um tvey børn, ið ikki eru við orsakað av vantandi stuðlum, sigur Augusta Mikkelsen.

Børnini taparar
Eisini terapeutarnir, sum eru við til Petø-venjingarnar í Klaksvík, merkja, at eingir stuðlar eru við børnunum.
- Tað er sera tungt hjá foreldrum at ferðst til Klaksvíkar hvønn dag í tríggjar vikur, og um ikki ommur og abbar og fólk annars yvirhøvur ikki hjálptu til, hevði tað helst ikki borið til, halda fysioterapeutarnir.
Og at stuðlarnir ikki sleppa við gagnar ongum.
- Fyri okkum er tað sum so ikki so frustrerandi, at stuðlarnir ikki koma við, men tað gongur bara út yvir børnini, tí tey kunnu ikki fáa ta venjing í gerandisdegnum, sum tey høvdu fingið, vóru teir við, sigur Augusta Mikkelsen.
Mest ørkymlað eru foreldrini tó.
- Tey fáa at vita, at tey ongan stuðul fáa við, og so mugu tey at leggja ætlanir um, hvussu tey so skulu gera, og hvønn tey nú skulu fáa við, sigur Augusta Mikkelsen.
Men tað mest ørkymlandi av øllum er, at um stuðlarnir ikki sleppa at vera við, og harvið ikki kunnu gera sær dælt av venjingunum, so er vandi fyri, at skeiðini fara at detta niður fyri. Og tá verða børnini av álvara tapararnir.