Olja á vegnum við Norðskálatunnilin

Landsverk ávarar í kvøld um, at olja er likin á vegin við Norðskálatunnilin. - Fitt av olju er í kvøld, mikukvøldið 8. september, likin úr onkrum akfari niður á koyribreytina nakað niðan fyri tunnilsmunnan Norðskála-megin og oman móti rundkoyringini. Bilførarar verða tí bidnir um at vera ansnir, tí lekin hevur elvt til hálku, sigur Landsverk í eini fráboðan.

Fólk frá Landsverki eru í ferð við at leggja skerv út á teininum, sum skal mótvirka hálkuni.