Runavík: - Vit búðu frammanundan í einum sethúsum, ið stóðu uttarlaga í Rituvík, greiðir Rannvá Nielsen, sum er ættað haðani, frá.
Hesi vóru rættiliga stór og høvdu so líðandi eisini nøkur ár á baki, og mundu tí eisini treingja til ávísar ábøtur.
- Vit mettu sjálvi, at tað var tungt at halda tey viðlíka, serliga tá ein hugsar, um at vit ikki vóru heilt ung longur og at maðurin ikki kundi gera tað hann ynskti, orsakað av sjúku.
- Ja, tað bleiv faktiskt næstan til tað, at húsini gjørdust ein marra fyri okkum, staðfestir Rannvá.
Tey fingu tá at frætta um ætlanirnar hjá VIST09 um at fara undir bygging av nýggjum og snotuligum íbúðum í Runavík. Tað vardi heldur ikki leingi fyrrenn tey komu til ta niðurstøðu, at ein íbúð í hesum økinum nøktaði júst teirra tørv.
Og her var veruliga nógv at koma eftir: Íbúðirnar vóru væl innrættaðar við øllum nútímans hentleikum; tær vóru nýggjar; høvdu trý kømur, sum júst hóskaðu til eina familju við tveimum børnum; tær vóru lættar at koma til; tær vóru lættar at halda; tær lógu í einum sera náttúruvøkrum øki, ovarlaga í Runavík beint við hagan; og so lógu tær við ein endaveg, har bert tey ið búgva her, ferðast dagliga.
Tá tey settu seg í samband við Andreas Andreasen hjá VIST09, ið stóð fyri verkætlanini, vísti tað seg, at tey vóru ov sein. Fólk høvdu av sonnum tikið hesa ætlanina til sín, og tí var ein bíðilisti fyri at ogna sær eina íbúð.
Men hvussu var og ikki: Rannvá og Eyðálvur fingu kortini eina íbúð, eftir at hava selt síni egnu hús í Rituvík.
- Ja, vit eru sera glað fyri hesa íbúðina, sláa tey bæði fast.
Úr øllum heraðshornum
Tá fólk soleiðis flyta í eitt nýtt íbúðarøki, er altíð spenningur um, hvørjir grannarnir eru og hvussu alt man fara at spæla av.
Bæði Rannvá og Eyðálvur eru sannførd um, at tey kundu ikki fingið betri grannalag enn hetta.
Fólkini øll koma sera væl útav tí hvørt við annað, hóast her búgva bæði familjur við børnum og fólk í eftirlønaraldri, - og koma haraftrat úr mongum ættum, m.a. eisini úr høvuðsstaðnum.
- Tey úr Havn síggja helst fram til, at Skálafjarðartunnilin skal koma upp, beint niðanfyri her vit búgva, vísir Rannvá á.
Tey bæði fluttu inn í mars mánaði í fjør, og vóru tey seinastu í hesum byggistigi, sum fevndi um 24 eindir. Men líkt er kortini til, at hetta slagið av íbúðum er sera væl umtókt, tí longu nú eru teir í ferð við at byggja aðrar íbúðir í nánd av teirra.
- Jú, Andreas og teir hava helst rakt seymin á høvdið við hesi verkætlanini.
Vansi ella vani
Eru fyrimunir við at búgva á einum staði, kundi tann uttanfyristandandi rokna við, at hetta fór at hava ávísar vansar við sær.
Fyri Rannvá og Eyðálv er kortini ikki talan um nakran vansa at búgva her í Æðugøtu.
- Nei, talan er heldur um ein vana at skula liva so tætt saman við øðrum fólkum, greiðir Eyðálvur frá.
Í økinum hava tey skipað seg í eitt felag, ið kallast “Við á”, og her hevur ein gjørt ávísar reglur um, hvussu øll skulu kunnu liva saman í økinum á allarbesta hátt.
Her verður til dømis nevnt um leysgangandi húsdjór; um mark fyri hvat gerast kann við húsini uttan; og annað sum einum ikki nýtist at hugsa so nógv um, tá ein býr í sethúsum á egnum grundøki.
Skipanin er somuleiðis hon, at fólk kunnu fáa vindeygu síni vaskað nakrar ferðir um árið. Og so eru útiljósini gjørd soleiðis, at tey tendrast og slókna samstundis sum gøtuljósini.
Felagið hjá íbúgvunum ætlar eisini at skipa fyri ymiskum tiltøkum fyri at sjóða fólkið saman. Eftir ætlan skuldi ein ruddingardagur vera í summar, men hann varð avlýstur orsakað av vánaligum veðri.
- Alt er so nýtt enn, men tað fer nokk at koma, siga tey bæði.
1800 krónur
Íbúðin í Æðugøtu 9 er 110 fermetrar stór í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini eru m.a. durur, toilett, stova og køkur í einum og goymslurúm. Í ovaru hæddini er eitt hjúnakamar, tvey sovirúm og eitt brúsurúm, har vaskimaskina og turkitrumla standa. Eisini er eitt stórt ovastaloft.
Uttanfyri er ein skúrur, ið tey kunnu nýta sum goymslu. Skúrurin er eisini rimaður, og kann tí, um ein ynskir tað, nýtast sum hjallur, hóast ein neyvan fær turkað kjøtið nóg væl.
Tað sum Rannvá kortini lýsir sum ein tann størsta fyrimunin við íbúðini, er elnýtslan. Íbúðin hevur jú bert tveir útveggir, og er haraftrat hitað upp við el-megi. Tí eru ongar útreiðslur til olju.
- Ja, tað er ótrúligt, at ein kann sleppa við 1800 krónum um mánaðin, fyri bæði el og hita, sigur Rannvá Nielsen.
Rulla oman
Íbúðin hjá Rannvá og Eyðálvi, sum bæði eru í 50’unum, liggur miðskeiðis í Runavík, men er kortini burtur frá alfaravegi.
Rannvá arbeiðir sum deildarleiðari hjá TAKS í Runavík, meðan Eyðálvur er fyritíðarpensjónistur.
Økið, tey búgva í er sera veðurgott, og liggur beint omanfyri Eysturoyar Ellis- og røktarheim í Runavík.
Júst hetta hevur eisini verið orsøkin til eina “interna joke”:
- Tað verður so lætt hjá okkum, tá vit bæði gerast gomul. Tá kunnu vit bara rulla oman á røktarheimið, siga Rannvá og Eyðálvur við einum brosi.
ÍBÚÐ
- Húsini í Rituvík vóru alt ov stór til okkara tørv. Tí var tað fantastiskt at kunna flyta inn í eina lítla og hugnaliga íbúð her í Runavík, siga hjúnini, Rannvá og Eyðálvur Nielsen