Fólk eru sera ósamd um tíðindaflutningin hjá Útvarpinum leygardagin 26. september 1970.
Útvarpsmaðurin var júst liðugur at lesa tíðindini, tá hann treiv aftur í aftur:
»Vit hava júst frætt, at íslandsflogfarið er dottið niður í Mykinesi. Øll eru sloppin frá vanlukkuni við lívinum«.
Hetta skuldi vísa seg at vera ein sannleiki »við modifikatiónum«. Tí sjálvt um tað var rætt, at flogfarið var dottið niður, so sluppu ikki øll frá vanlukkuni við lívinum. Átta av teimum 34 fólkunum umborð, mistu lívið.
Kortini má hetta sigast at vera væl sloppið av einari flogvanlukku at vera, tí heili 26 fólk sluppu við lívinum, eftir at Fokker Friendship F27 flogfarið hjá Icelandair rendi á undir Knúki í Mykinesi.
Ein av teimum, sum slapp við lívinum, er Eyðbjørg Mikkelsen. Hon var gift kenda ítróttarmanninum Torbjørn Mikkelsen, sum gjørdist Kyndilsmaður um ein háls. Var sjálvur við til at stovna felagið, og hóast hann helt fram í Neistanum eitt ár eftir, at Kyndil varð stovnað, gjørdist hann at kalla ímyndin av Kyndli.
Tað var tí ikki heilt tilvildarligt, at Erhard Næs heitti á Torbjørn um at koma við sær til aðalfund hjá Altjóða Hondbóltssambandinum, sum í 1970 varð hildin í Madrid. Boðini vóru, at konurnar kundu koma við, tó treytað av, at tær sjálvar rindaðu fyri ferðina.
Soleiðis var eg við á ferðini. Vit hittust í Keypmannahavn við norska, danska og svenska ferðalagið, og síðani var kósin sett móti Mallorca, har vit vóru eina viku. So fóru Erhard og Torbjørn á aðalfund, meðan vit konurnar vórðu verandi á Mallorca, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Ring floglíkindi
Afturkomin til Keypmannahavnar, vóru floglíkindini vánalig í Føroyum, og ferðalagið varð so flutt til Bergens at bíða, inntil lendandi var í Vágunum.
Har vóru fleiri onnur ferðafólk, ið eisini bíðaðu eftir líkindum at sleppa til Føroya, og øll vóru tey innkvarterað á Hotel Orion. Tíðin gekk við spáka í býnum og um kvøldarnar styttu fleiri sær stundir við at spæla kort.
Eg minnist, at eg tók eina mynd, meðan spælt varð kort, og tað var hugaligt fyri meg, seinni at kunna geva Oluffu og einkjuni eftir Ernst Petersen avrit av hesi myndini, sum báðir menninir vóru á, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Hon og Oluffa Durhuus fingu stórar skaðar í beinini, og tær komu at liggja leingi á sjúkrahúsinum. Tær lógu á somu stovu, og hóast tær als ikki kendust, fyrr enn flogvanlukkan leiddi tær saman, gjørdust tær bestu vinkonur.
Sjálv minnist Eyðbjørg Mikkelsen ikki so nógv frá hendingini, tí hon lá í óviti ein stóran part av tíðini.
Vit hoyrdu alla tíðina um, at floglíkindini í Føroyum vóru vánalig, men so tíðliga leygarmorgunin 26. september komu boð um, at nú vóru líkindini í Vágum so fræg, at vit helst fingu lent, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Fegin vóru tey um útlitini at sleppa heim aftur til børnini, og Eyðbjørg minnist eisini, tá tey fóru frá Bergen og løgdu Noregi aftan fyri seg.
Annars minnist eg ikki so ógvuliga nógv frá sjálvum flúgvitúrinum, men tað stendur rimmar fast í minninum, at beint áðrenn vit brustu í vøllin hoyrdi eg onkran siga: »Fara vit uppeftir ella niðureftir«. Síðani minnist eg einki uttan brot, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Torbjørn heilaskjálvta
Eitt av brotunum, hon minnist, er, meðan hon liggur á vøllinum uttan fyri flogfarið.
Eg kendi sjáldan til mín, so onkur hevur borið meg út úr flúgvaranum. Men eg haldi meg kortini minnast, meðan eg lá á vøllinum uttan fyri, at eg helt um stumparnar í lærinum. Eg hevði fingið opið lærbrot, og beinstumpar stungu út gjøgnum brotið, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Maður hennara, Torbjørn Mikkelsen, hevði fingið heilaskjálvta, og gekk púra í ørviti og mól. Sambært øðrum ferðafólkum bað hann fleiri ferðir Eyðbjørg koma inn í flogfarið at seta seg, tí har var nógv heitari.
Hann hevði ikki fatað, at Eyðbjørg var so mikið illa til skaða komin, at ikki var hugsingur um hjá henni at flyta seg.
Tíbetur eru vit menniskju soleiðis innrættað, at vit falla í óvit, og harvið verða vit spard fyri nógva pínu. Tað hendi fyri meg, so eg minnist einki til pínu og kulda, so sum mong onnur upplivdu hendan dagin, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Eitt, sum tey allarflestu umborð á flogfarinum kendu, var pínu í rygginum. Bert heilt fá sluppu undan tí snuddinum, og umframt heilaskjálvta fekk eisini Torbjørn Mikkelsen snudd í ryggin. Hann lá á Landssjúkrahúsinum í einari 14 dagar, men tað var einki aftur ímóti tíðini, ið Eyðbjørg skuldi verða seingjarliggjandi eftir skaðarnar, hon fekk tá flogfarið datt niður.
Í øðrum brotum minnist Eyðbjørg, tá hon varð borin oman av Knúki í einum sildagarni.
Eg minnist, tá vit koma oman í bygdina í Mykinesi, at eg síggi Maju, sum eg kendi eitt sindur, við einum barni á arminum. Eg spyrji, hvussu gamal drongurin er, og hon svarar níggju mánaðir. So eri eg burtur aftur, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Hon hómar eisini okkurt brot, tá hon varð flutt umborð á Hvidbjørnen og aftur, tá tey koma til Havnar.
Drúgv sjúkralega
Lærbrotið skuldi vísa seg at vera ógvuliga álvarsamt. Hon varð eftir einari tíð send niður á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, og har tóku teir burtur úr mjødnini at seta í millum í lærbrotinum.
Men hetta skuldi vísa seg ikki at ganga eftir vild. Tað fekst ikki at grógva saman, og stórur partur av musklunum í vinstra læri vóru burtur.
Eitt annað av ferðafólkunum, Oluffa Durhuus úr Klaksvík, hevði eisini fingið stóran skaða í beinini, og tær báðar skuldu liggja saman á sjúkrahúsi í langa tíð. Tær gjørdust eisini bestu vinkonur, og familjurnar runnu meira ella minni saman í eitt. Tá onkur kom at vitja Eyðbjørg, vitjaðu tey samstundis eisini Oluffu og umvent.
Oluffa hevði brotið bæði armar og bein, og so illa var vinstra bein farið, at læknarnir valdu at amputera tað beint undir knænum, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Tær hjálptust at við at binda og gera annað hondarbeiði, og tað stytti væl um stundir hjá teimum báðum.
Men so hendi tað, at læknarnir staðfestu staffylokokkar hjá Eyðbjørg, og hetta hevði við sær, at sjúkralegar gjørdist so ógvuliga drúgv.
Eg bleiv gipsað frá miðjuni og niður, og soleiðis lá og sat eg í 14 mánaðir, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Hon slapp heim av og á, til dømis á páskum, men var sum nevnt inngipsað, og tí var tað ógvuliga avmarkað, hvat hon fekk flutt seg. Tilsamans lá hon á sjúkrahúsi í tvey og eitt hálvt ár.
Hevði tað ikki verið so heppi, at mamma Torbjørn kundi tikið sær av børnunum, høvdu vit verið noydd at sent tey av húsunum, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Losjan helt teimum uppi
Ein frágreiðing upp á, at Eyðbjørg einki minnist er helst tann, at hon hevur verið í sjokk.
Eg havi seinni tosað við mykinesmann, sum var við til at bera meg oman í bygdina, og hann segði, at eg tosaði bæði nógv og leingi, og at teir hildu, at eg var við fult vit, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Eftir hálvttriðja ár sjúkralegu, kundi Eyðbjørg Mikkelsen endiliga standa uppi, men tað var við fleiri fyrivarnum.
Eg fekk eitt statvi um beinið, tí tað mátti iki koma niðurá. Haraftrat varð lagt undir høgra bein, so vinstra lættari kundi hanga frítt. Soleiðis gekk eg á høkjum í eitt gott ár, áðrenn eg aftur kundi stíga vinstra bein til, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Hetta vóru tungar tíðir at koma ígjøgnum, serliga tá hugsað verður um, at hon hevði tvey børn, tá vanlukkan hendi, gentan seks og eitt hálvt, drongurin bert 23 mánaðir.
Eitt, sum hjálpti okkum ógvuliga væl eftir at vit bæði vóru komin fyri okkum, var Losjan. Vit høvdu ungdómsarbeiði í Losjuni, og tað hjálpti okkum gjøgnum truplu tíðina eftir vanlukkuna, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Tað var ikki tá sum nú, at sálarfrøðingar verða settir at hjálpa fólki burtur úr sálarligum trega. Tey mátti gjøgnumarbeiða alt sjálvi.
Vit vóru ógvuliga nógv saman, Oluffa og eg. Vit gjørdust vinkonur fyri lívið og hava alla tíðina stuðla og hjálp hvørjari aðrari, og vit hava javnan samband enn í dag, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Sunnudagin eru so liðin 40 ár síðani lagnudagin undir Knúki, og børn hjá teimum, ið doyðu hendan syndarliga dag, skipa fyri hátíðarhaldi í Mykinesi, har millum annað ein minnispláta verður reist yvir tey, ið fórust við flogfarinum.
Maður Eyðbjørg, Torbjørn Mikkelsen, fór herfrá fyri tveimum árum síðani, men tey, ið fyriskipa hátíðarhaldi, hava spurt Eyðbjørg, um hon hevur hug at verða við til staðar í Mykinesi sunnudagin. Og tað ætlar hon sær.
Tað var jú har, at vit fingu okkara nýggja føðingardag, leygardagin 26. september 1970, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.