Símun Jóhan Wolles: Ein vika av Eiði til Skarðs

Vit fara í tveimum Miðvikum afturat at endurgeva nakað av tí siðsøguliga tilfari, sum Símun Jóhan Wolles legði eftir seg. Fyrst er ein frásøgn eftir fosturpápan, Jóhannus í Miklagarði á Eiði, sum Símun Jóhan skrivaði niður

2. partur


Hetta var um summarið í 1887, sum Jóhannus fylti 6 ár í august, at mamman fór við teimum fýra systkjunum norð til Skarðs at ferðast. Eitt er vert at hava í huga, sum eingin hugsar um nú á døgum. Tað var ein tarvur í hvørji bygd, og ikki allir vóru spakir heldur. Tað var ikki óvanligt, at teir høvdu hug at ganga eftir fólki, og var tað ein stórur trupulleiki á sumri at ferðast gjøgnum haga. Tá var heldur einki ferðasamband sum nú. Jóhannus plagdi at siga í skemti, at hann hevði gingið av Eiði og norð á Skarð, áðrenn hann hevði fylt 6 ár. »Men satt skal sigast, mamma bar meg nógv av vegnum«.

Ikki sum við bygdaleiðir
Jóhannus segði frá:

Vit fóru til gongu av Eiði út á Oyrar og fingu so skjúts av Oyri til Sela­traðar, tí áirnar vóru so stórar at fara um á Veðranesi. So til gongu aftur av Selatrað út á Strendur. Har á Høvdanum á Strondum, átti mamma ein beiggja, Símun á Høvdanum. Har gistu vit so nakrar dagar. So ein góðveðursdag róði mammubeiggi okkum inn undir Gøtueið. Hann helt, at tað var so gott veður, at hugsandi var at kunoyingar vóru úti í Vík í torvi. Og rætt var, vit sluppu við einum torvbáti til Kunoyar. Har gistu vit so nakrar dagar. Mamma var ættað úr Uppistovu í Kunoy og átti eina systir gifta á Skarði.

Svímaði tá hon hoyrdi grindaboð!
Nú vóru báðar systrarnar einkjur. Pápi var burturgingin við átta­mannafarinum Nesbátinum á Eiði. Hesin gekk burtur í 1883 við 8 monnum. Eftir sótu 4 einkjur og 17 faðirleys børn. Hend­an van­lukkan førdi til fyrsta van­lukku­tryggingarfelag í landi­num. Árliga limagjaldið var 2 kr., sum gjørdi tað møguligt hjá eini einkju at fáa 66 kr. árliga í 5 ár.
Maður mammusystir á Skarði umkomst fyri støðni á Skarði við grindabátinum, sum í 1872 kom við grindaparti hjá skarðsmonnum, tá teir skutu at og ein hamarstjølur, sum lá aftur av bátinum, bar so mikið við land, at báturin drakk, og millum teirra, sum sjólótust, var maður mammusystir. Tað sjólótust tríggir av teimum fimm, sum vóru við bátinum. Tað var mammusystir, sum tey søgdu um eftir hesa ræðuligu løtu, at hon skuldi svíma, hvørj ferð hon hoyrdi tey rópa grindaboð.
Tað var hon, sum varð tikin upp úr songini, og borin oman í bátin, tá tey fóru av Skarði med alla í 1919.
Dina Wolles, kona Berint Wolles pápabeiggja Símun Jóhan, sum var ættað av Skarði, hevur sagt honum, at tað var tað einasta sum hon mintist til, tá teir tóku hesa gomlu, sum hon bara mintist seingjar­liggjandi. Hon var sett í ein grótleyp og varð borin oman í bátin.
Jú, mammusystir hevði ikki bara átt góðar dagar heldur enn mamma.

Máttu liggja nátt í Haraldssundi á veg úr Kunoy til Skarðs
Nú vildi so illa til, at so stórt lop hevði verið í Skarðsgjónni, at ikki var gangandi har eina tíð, so vit fóru til gongu eftir bakkanum úr Kunoy til Skarðs. Her kann verða nevnt, at bygdin á Skarði lá beint hinumegin einasta skarðið á Kunoynni, sum sær út sum ein kona, sum stendur á høvdinum. Tað sigst at “konan” hevur givið navn til oynna. Tað at farast mátti eftir bakkanum, merkti at hetta var drúgvasti teinurin av øllum túrinum. Vit gistu so eina nátt í Haraldssundi og so aftur til gongu. Eg minnist, at vit vóru sett til borðs í Haraldssundi í eini stovu, sum stóð fyri seg sjálva. Tað var rættiliga hábærsligt tá á døgum at vera settur til borðs í hesi stovu.

So væl dugdi Jóhannus at siga frá
Símun Jóhan tók til, hvussu góður frásøgumaður Jóhannus var:

Einaferð fóru Óli bróður og eg norð á Skarð við báti úr Klaksvík. Eg kann siga, at eg kendi alt aftur, sum Jóhannus hevði sagt frá, eisini jarnrekkverkið, sum var til at stiðja seg við upp ella niður gjøgnum bakkan, mintist hann.
Jóhannus segði eisini, at so nógv var av turrari hýsu í einum gróthúsi niðri á bakkanum, at tað var lagað í flógv, og mostir hansara segði, »at vit kundu fáa okkum, tá ið vit vildu. Tað var vorðið sum góðgæti hjá okkum smádreingjum.«
Til minnis um túrin hevði Jóhannus fingið ein lítlan kleyv­hamara frá Símun á Høvdanum og av Skarði eitt spónalag, sum hann hevði latið Andrias á Selatrað til Forngripasavnið í Havn til varð­veitslu. Ein lutur til hetta góða spónalag er í húsinum í Miklagaði hjá Jóhannesi. Tað er ein tong til at taka spónin uppúr tí kókandi vatninum.
Eg kann skoyta uppí, at Johannus segði fyri mær, at fyri at horn­­smakkur ikki skuldi ganga at, tá ið sopið var heitt, vóru ráðini at brenna eik at pussa spónin við, tá ið hann kom úr spónalagnum. Vit áttu horn­­skeiðir norðuri á Trøllanesi, tá eg var barn. Eg minnist, at tær vóru ymist littar eftir sum hornið hevði verið. Men tær flestu vóru av ljós­um horni. Tær eru ikki til longur. Mamma hevði latið tær til børn at spæla við. Nú tá forngripafelag er á Eiði áttu slíkir lutir í spónalagi at verið í varðveitslu her í bygdini.
Hetta var so søgan um ferðina av Eiði norð á Skarð. Aftur var komið sama vegin.

Lagnudagurin hjá bygdini á Skarði
Her skal verða skoytt uppí søgan um lagnudagin hjá bygdini á Skarði. Tollaksmessudag, 23. desember 1913 var størsti skaðadagur við árabátum síðan uml. 1595, og sjólótust 19 útróðr­armenn hendan dagin. Dagurin byrjaði við besta veðri, og nógvir bátar fóru tíðliga til útróðrar. Men hann brendi á við kavaroki av landnyrðingi, og 3 bátar rukku ikki til lands. Ein bátur úr Kunoy, »Samløgan«, fórst við 6 monnum, ein bátur úr Norðdepli fórst við 6 monnum, og Skarðsbáturin fórst við 7 monnum, og hetta vóru allir arbeiðsførir menn í bygdini. So tær, sum høvdu mist menninar við grindabátinum, mistu synirnar nú. Hetta gav bygdini deyðamein, og flutti alt fólkið hagani í 1919. Eftir hendan skaðadagin sótu 13 einkjur við 43 børnum undir 15 ár.


Komandi partur
Á Trøllanesi upplivdu tey eisini, at tað var meira millum himmal og jørð enn vit skilja