summarferiu, fóru tey undir at gera jólapynt, hóast summarið framvegis ikki var liðugt. Hetta var í august mánaði, og síðani er meginparturin av tíðini farin til at gera jólapynt. Og tað er ber skjótt til at [...] Ein ørgrynna av litføgrum og fjølbroyttum jólapynti var sett fram, og í dag fáa fólk møguleikan at ogna sær okkurt av hesum. Jólasølan í Verkstaðnum á Brekku er opin leygardagin frá klokkan 16.00 til 20.00 [...] 00. Umframt sjálva søluna hava tey eisini café. Upplivingar og lærdómur 20 fólk ganga í Verkstaðnum á Brekku, og talan er bæði um menningartarnað og fólk, sum hava okkurt kropligt brek. Fýra fulltíðarstørv
hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld kl. 19.00 [...] føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin. Føroyskt møti í Ålborg Føroysk møti eru fyrsta leygardag í hvørjum mánaði kl. 19 í hølunum hjá Bethania [...] 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11.00 Hámessa í Mariukirkjuni. Mánakvøld kl. 20.00 verður adventsgudstænasta (við bótarinnar sakramenti) í Mariukirkjuni. Hvønn gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. Fre
Føroyum. Spilti deyðan mann út Í Oktobur mánaði 1987 prentaðu Fríu Føroyar eina friðarrøðu, ið Marianna Dahl hevði hildið í Skinskatteberg í Svøríki. Enn tann dag í dag minnist eg brot burtur úr røðuni, tí [...] kølna í grøvini, sjálvt politikarar. Tað var ikki gamalt at fara í bløðini at spilla fólk út, sum lógu undir børu. Undantak frá hesi reglu eru bølmenni úti í stóru verð sum t.d. Kim Il-Sung, men í Føroyum [...] Mangt man vera føroyingum í holdið borið, men ikki júst dirvi. Tí er fyri neyðini, at onkur torir at tríva í pennin og tala at tí, ið hann heldur vera órætt. Í prinsippinum er tað púra beint, tá ið bløðini
serútbúnum fólki í upp til eitt ár, áðrenn endalig avgerð verður tikin um, hvar tey framyvir skulu ganga í skúla. Gunnleyg byrjaði í hesum OBS-flokkinum í august mánaða. Næmingatalið í flokkinum er í løtuni fýra [...] tørv. Rúmast ikki í fólkaskúlanum Heystfrítíð er hendan dagin, tá ið Sosialurin vitjar familjuna Poulsen, sum býr í einari rúmligari íbúð í miðjútska býnum Skive. Gunnleyg tekur ímóti í hurðini. Tað skilst [...] hjá Gunnleyg í Skive, har tvær av eldru systrunum búðu. Tey komu í samband vid PPR (Psykologisk Pædagogisk Rådgivning) í Skive, og har bleiv mælt til, at Gunnleyg at byrja við kom at ganga í einum sokallaðum
sum vit hava í Hvannasundi. Vit rokna at verða lidnir í februar mánaði, sigur Heini Gregersen, sum er annar av eigarunum av Faroe Salmon. Sjúkan ikki spreitt seg ILA-sjúkan var staðfest í einum ringi hjá [...] hjá Faroe Salmon í Hvannasundi, og hesin ringurin er tømdur nú. Átta aðrir ringar eru í umráðnum, og Faroe Salmon ætlar at taka allan hendan fiskin. Eingin tekin eru um, at ILA hevur spreitt seg til nakran [...] allur fiskurin tikin sum skjótast. Nógvur laksur Faroe Salmon hevur um 900.000 laksar yvir fýra kilo í Hvannasundi, og allur hesin fiskur verður nú slaktaður. Northern Fish Cold Storage tók ímóti laksinum
Fyrrapartin í gjár hevði rockbólkuri Chase móttøku á Platform í Havn. Høvið var nýggja fløgan hjá bólkinum, sum nú er komin í sølubúðirar. ?Sum tjóður á nátt? rópa teir fløguna, og tað er ikki sørt, at [...] ikki hevur gjørt um seg í eini 10 ár, men sum nú knappliga er at finna á føroyska rockpallinum aftur. Teir í Chase hava nógv ár á baki sum tónleikarar, men tað forðar teimum ikki í at gera eina rockfløgu [...] Tú skalt bara vera ungur í sinni og koyra á, so gongur tað nokk, sigur bassspælarin Mikkjal Joensen, sum er farin um tey 40. Blandaður rockur James Olsen, sum er trummuspælari í Chase, spældi nakað av
»Einstaklingurin og hin moralska menningin« hildið í Bahá?í miðstøðini í Tórshavn. Hetta var fyrsta seminar í tiltakinum »Moralsk og etisk menning«, ið Bahá?í samfelagið skipar fyri. Ætlanin við hesum tiltaki [...] Næsta seminarið verður í januar mánaði. Roynt verður at finna fram til veruligar loysnir á hvussu einstaklingurin kann liva eitt moralskt og etiskt lív í okkara samfelag. Hetta í eini tíð har fleiri hava [...] etikkur ávirka gerandisdagin. Tiltakið »Moralsk og etisk menning« heldur fram til januar-februar 2003. Í hesum tíðarskeiði verða aðalevnini einstaklingurin, síðani familjan, og at enda samfelagið sum heild
givið 24 leikarum boð um, at teir eru tiknir út til venjingarleguna á Cypros í februar mánaði. Venjingarlegan er fastur táttur í fyrireikingunum hjá landsliðnum, og tó at venjarin ikki er settur, fer hetta [...] vit so í ferð við at avmarkað talið av kandidatum. Sprudur, um talan nú bert er um heilt fáar kandidatar, sigur nevndarformaðurin, at nú eru ikki so nógvir eftir. - Tað er tað, sum eg havi at siga í løtuni [...] hvørki sagt, hvørjir ella hvussu nógvir talan er um. Undir øllum umstøðum hendir einki víðari í málinum fyrr enn í januar, sigur Jens Erik Magnussen at enda.
Hóast Føroyar í løtuni ikki hava nakran landsliðsvenjara til manslandsliðið í fótbólti, so merkir hetta tó ikki, at alt arbeiðið kring landsliðið liggur stilt. Sum tað framgongur aðra staðni í blaðnum, so [...] nevndir sum komandi landsliðsleikarar. Feskasta navnið í so máta er helst Pól Næs Joensen, sum í ár hevur verið eykamálverji hjá HB, eftir at hann í vár gjørdi av at skifta frá grannunum úr B36. Úttøkan [...] ódrúgvur í landsliðshøpi. Sjálvur hevur Bartal áður sagt, at lansliðið langt síðani er úttikið, og í so máta kann ein nýggjur landsliðsvenjari verða ein nýggjur íblástur hjá fuglfirðinginum í GÍ-verjuni
in eins og í fjør verður leiktur á ólavsøku. Sjálv landskappingin byrjar fyrsta vikuskiftið í mei, og so verður spælt hvørt vikuskiftið fram til fyrsta vikuskiftið í juli, tá farið verður í summarfrí. [...] mars, tá fyrstu innleiðandi dystirnir skulu fáast frá hondini. Feløgini í fyrstu deild koma tó ikki í steypakappingina fyrr enn í bólkaspælinum, og byrjar hetta 16. mars. Fjórðingsfinalurnar verða leiktar [...] heimadystur móti Liktenstein á skránni tann 21. august. Hetta er seinni av tveimum vinardystum, og vunnu Føroyar tann fyrra í Liktenstein 1-0. Hvørji mótstøðuliðini í undankappingini verða, er enn ikki fastlagt