Moralsk og etisk menning

TÍÐINDASKRIV

Bahá?í samfelagið

 



Sunnudagin 9. des. var seminarið »Einstaklingurin og hin moralska menningin« hildið í Bahá?í miðstøðini í Tórshavn.

Hetta var fyrsta seminar í tiltakinum »Moralsk og etisk menning«, ið Bahá?í samfelagið skipar fyri. Ætlanin við hesum tiltaki er, at fólk kunnu koma saman at menna kunnleika, andaligt innlit og veruligar loysnir til hvussu vit kunnu hjálpa til við at skapa eitt umhvørvi hjá einstaklinginum, ungum sum gomlum, familjuni, skúlanum og samfelagnum sum heild, har dentur er lagdur á moralskan atburð og etiskt lívslag.

Fyrsta seminarið snúði seg um hvussu vit sum einstaklingar sjálv kunnu ávirka okkara moralska og etiska livihátt. Fyri tað mesta fevndi tað um bólkaarbeiði, har hugt varð eftir grundleggjandi tankum um hvat moralur og etikkur eru fyri nakað. Eisini varð prátað um hvussu moralur og etikkur ávirka gerandisdagin.

Tiltakið »Moralsk og etisk menning« heldur fram til januar-februar 2003. Í hesum tíðarskeiði verða aðalevnini einstaklingurin, síðani familjan, og at enda samfelagið sum heild. Serligur dentur verður lagdur á hvussu vit møguliga kunnu ávirka og stimbra moralskan og etiskan sið hjá ungdóminum.

Næsta seminarið verður í januar mánaði. Roynt verður at finna fram til veruligar loysnir á hvussu einstaklingurin kann liva eitt moralskt og etiskt lív í okkara samfelag. Hetta í eini tíð har fleiri hava trupult við at finna fram til hvat moralur og etikkur eru og kanska enn meir hvussu vit kunnu liva moralskt og etiskt, antin tað er í familjuni, arbeiðinum, skúlanum ella samfelagslívinum sum heild.