Sum tjóðar á nátt

10 ár eftir fyrru fløguna hjá bólkinum, kemur Chase sum tjóður á nátt við nýggjari fløgu. Fløgan inniheldur bæði lívligan rocktónleik og vakrar balladur

Fyrrapartin í gjár hevði rockbólkuri Chase móttøku á Platform í Havn. Høvið var nýggja fløgan hjá bólkinum, sum nú er komin í sølubúðirar.

?Sum tjóður á nátt? rópa teir fløguna, og tað er ikki sørt, at hetta heitið sipar til bólkin, sum ikki hevur gjørt um seg í eini 10 ár, men sum nú knappliga er at finna á føroyska rockpallinum aftur.

Teir í Chase hava nógv ár á baki sum tónleikarar, men tað forðar teimum ikki í at gera eina rockfløgu.

- Tú skalt bara vera ungur í sinni og koyra á, so gongur tað nokk, sigur bassspælarin Mikkjal Joensen, sum er farin um tey 40.


Blandaður rockur

James Olsen, sum er trummuspælari í Chase, spældi nakað av tónleikinum fyri teimum, sum vóru møtt á tíðindafundinum. Hetta gjørdi hann á eina skemtiligan og lættan hátt, so lagið hendan týsmorgunin var í nánd av tí, sum tað plagar at verða um vikuskiftini í Platform.

Tónleikurin á fløguni er bæði lívligur rocktónleikur og stillar balladur. Sangurin ?Sakni teg? er ein av teimum stillu sangunum, sum ivaleyst fer at verða nógv spældur. Tá talan er um meira lívligu sangirnar er ?Bert eina nátt? eitt av boðunum upp á ein slagara.

Høvuðsmenninir í framleiðsluni hava verið Edmund Jacobsen, Niclas Johannesen, Mikkjal Joensen og James Olsen. Teir hava tó fingið góða hjálp frá føroyska tónleikaframleiðaranum Óla Poulsen, sum bæði hevur hjálpt teimum við onkrum lagi, innspælingum og ljóðblanding.

Hans Poulsen, Kim Hansen, Lehnert Kjeldsen og Jákup Zachariasen spæla eisini á fløguni.


Stuttligt arbeiði

Hugskotið um eina nýggja Chase fløgu stavar frá september mánaði í 2000, tá ið Edmund og Mikkjal tosaðu um at gera eina stakfløgu. Orsøkin til hetta var, at gamla fløgan hjá teimum framvegis var at hoyra, hóast 10 ár vóru gingin, síðani hon kom út.

Tað endaði tó við, at teir samdust um, at tað einasta rætta var at gera eina nýggja fløgu. Tað vísti seg eisini, at tey, sum vitjaðu heimasíðuna hjá Chase, sera fegin vildu hava eina fløgu - ikki eina stakfløgu, sum upprunaliga hugskotið var.

Upptøkurnar byrjaðu í september mánaði, og síðani hevur tað verið ein støðug kapprenning við tíðina fyri at fáa tónleikin lidnan. Útgávudagurin var útsettur tvær ferðir, men triðju ferð eydnaðist tað at fáa fløguna lidna til tíðina.

- Tað er altíð nógv arbeiði í at gera eina fløgu, men vit hava havt nógvar góðar stuðlar, og tí hava vit havt betri tíð enn vanligt at hugsa um tónleikin. Men tað er ikki lætt at vera í ymiskum londum, tá ein fløga skal gerast., sigur Mikkjal Joensen, sum hevur samskipað allar partarnar av fløguarbeiðnum.

- Sjálvt um tað hevur verið strævið, so hevur tað verið sera stuttligt at gjørt hesa fløguna, sigur hann.


Chase er øðrvísi

Ikki allir av teimum gomlu limunum í Chase eru við á hesi fløguni, men allir teir fýra, sum nú manna bólkin, hava spælt í Chase.

Ein teirra er James Olsen, sum hevur verið nógv uttanlands seinnu árini, men sum ongantíð hevur mist sambandið við føroyska tónleikaheimin fyri tað.

- Hetta er øðrvísi enn at spæla við Erann DD. Tónleikurin eri ein annar, og leikluturin hjá mær er eisini øðrvísi. Erann er einasti frontfigururin í sínum bólki, meðan vit allir hava okkara stóru uppgávur í Chase, sigur James Olsen.

Hann lovar, at bólkurin fer at hava nógv spennandi á skránni, tá hann móti endanum av árinum fer á pall aftur. Higartil liggur tað fast, at Chase verður við á nýggjárskonsertini í ítróttarhøllini á Hálsi 29. desember.