Hava gjørt jólapynt í fimm mánaðir

Leygardagin hevur Verkstaðið á Brekku í Klaksvík jólasølu. Ein ørgrynna av vøkrum og litføgrum jólapynti er til sølu

 

Klaksvík: Tá fólkini, sum ganga á Verkstaðnum á Brekku, komu úr summarferiu, fóru tey undir at gera jólapynt, hóast summarið framvegis ikki var liðugt.

Hetta var í august mánaði, og síðani er meginparturin av tíðini farin til at gera jólapynt.

Og tað er ber skjótt til at staðfesta, at tey hava verið íðin. Fríggjamorgunin, tá vit vitjaðu inni á gólvinum, gjørdu tey klárt til árligu jólasøluna, sum tey fara at hava leygardagin.

Ein ørgrynna av litføgrum og fjølbroyttum jólapynti var sett fram, og í dag fáa fólk møguleikan at ogna sær okkurt av hesum.

Jólasølan í Verkstaðnum á Brekku er opin leygardagin frá klokkan 16.00 til 20.00. Umframt sjálva søluna hava tey eisini café.


Upplivingar og lærdómur

20 fólk ganga í Verkstaðnum á Brekku, og talan er bæði um menningartarnað og fólk, sum hava okkurt kropligt brek. Fýra fulltíðarstørv eru har.

? Verkstaðið snýr seg ikki bara um at framleiða nakað. Tað snýr seg eisini um, at fólkini skulu hava upplivingar, og at tey læra nakað nýtt, sigur Jóna Olsen, sum er leiðari á verkstaðnum.

Umframt nógva jólapyntið gera tey eisini ymiskt annað á verkstaðnum, og gjøgnum árini eru nógvir plattar smíðaðir á Brekku.

? Høvuðsframleiðslan hjá okkum er jólapyntið, og tað brúka vit nógv tíð til.