Mangt man vera føroyingum í holdið borið, men ikki júst dirvi. Tí er fyri neyðini, at onkur torir at tríva í pennin og tala at tí, ið hann heldur vera órætt. Í prinsippinum er tað púra beint, tá ið bløðini nú fáa av at vita frá Árna Dahl.
Men bara í prinsippinum. Tí spurningurin er, um fyrrverandi útgevarin av Fríu Føroyum er tann rætti at gera seg klókan upp á sømiliga blaðskriving og pressuetikk. Illa hevur hann rannsakað seg sjálvan, og hvat skulu vit siga um sjálvkritikkin?
Her hugsi eg ikki bara um, at Fríu Føroyar líka frá fyrsta degi vóru ein samanhangandi lovsongur til nøkur av teim ringastu ræðuveldunum, ið heimurin hevur sæð. Føroyingar hava lætt við at fyrigeva politiskum naiviteti og dárskapi, og fáur man taka Árnasa politiska virksemi í áttatiárunum serliga tungt.
Men tað var ikki bara politiskur dárskapur, ið eyðkendi hetta korkareyða blað. Fríu Føroyar vóru sanniliga ?slóðbrótandi? á øðrum økjum, ikki minst tá ið tað ráddi um at spilla fólk út. Og ikki bara tey, ið vóru á lívi. Tá ið Dan Klein í eini viðmerking í Dimmalætting nevnir eina bók hjá Marionnu Dahl, ið er ógvisligur lesnaður sjálvt fyri hann, sigi eg sum fransmenn: Dejá vu.
Hatta hevur Marianna roynt fyrr. Í Fríu Føroyum.
Spilti deyðan mann út
Í Oktobur mánaði 1987 prentaðu Fríu Føroyar eina friðarrøðu, ið Marianna Dahl hevði hildið í Skinskatteberg í Svøríki. Enn tann dag í dag minnist eg brot burtur úr røðuni, tí ungur sum eg var, hevði eg aldrin sæð nakað líknandi á prenti áður:
?Í dag veittra fløggini á hálvari stong heima í Føroyum. Tí í dag fer ein av teim gomlu politikarunum til gravar. Hann varð 79 ár. Innetin afturhaldskroppur alla sína tíð. Hann kundi fyrr á døgum, tá hann hevði fingið eitt sindur upp í høvdið, og tárini funnu veg fram úr eygnakrókunum, halda kenslubornar røður um føðilandið??.
Síðani kemur eitt brot, sum eg ikki minnist orðarætt, um hvussu hesin gamli politikarin hevði svikið landið, og seinni í røðuni:
?Í dag er fyrsti vetrardagur. Kalt verður hjá teimum, ið fylgja tí gamla politikaranum til gravar. Hesir gomlu afturhaldskropparnir doyggja jú fyrr ella seinni??.
Hesi brot havi eg endurgivið úr minninum, og tí tað ikki heilt orðarætt. Men innihaldið er tað sama, og lesarin kann sjálvur leita sær røðuna fram í Fríu Føroyum ella kanska spyrja hjúnini Dahl nærri um orðingina.
Tann gamli politikarin, ið sipað verður til, var Hákun Djurhuus, fyrrverandi løgmaður og floksformaður.
Politikarar eru í serstøðu
Gaman í var Hákun Djurhuus ikki hvør sum helst og eigur sjálvsagt at verða granskaður av eftirtíðini. Og fert tú upp í politikk, mást tú rokna við, at tú eventuelt verður viðgjørdur og vigaður, eisini eftir at tú ert farin av foldum. Vit kunnu ikki leggja lok á søguna og politisk tíðarskeið, so hvørt sum politikarar fella frá. Eyðvitað hava markantir politikarar sum Hákun Djurhuus bæði vinir og fíggindar, og soleiðis eigur at vera.
Men kortini! Gamalt var at lata fólk sleppa at kølna í grøvini, sjálvt politikarar. Tað var ikki gamalt at fara í bløðini at spilla fólk út, sum lógu undir børu. Undantak frá hesi reglu eru bølmenni úti í stóru verð sum t.d. Kim Il-Sung, men í Føroyum hevur virðingin fyri teim deyðu aloftast verið stór.
Og tað var so slett ikki gamalt at reka spott á líkfylgi, serliga ikki í so lítlum samfelagi sum tí føroyska.
Hetta tabu brutu Fríu Føroyar so ruddiliga í oktobur 1987. Orsøkin er púra greið: politiskt stóð Hákun Djurhuus sera langt frá Fríu Føroyum og var helst stats- og fólkafíggindi í teirra eygum. Ein av høvuðsideologiunum hjá flestum kommunistiskum sektum og trúarbólkum var jú nettupp, at øðrvísi hugsandi høvdu einki sum helst menniskjavirði. Fyri hasum slagnum var vanligur fólkaskikkur oftast tað reina volapykk, fyri ikki at siga fasisma og statsfíggindaligt virksemi.
Hvat Marianna hevur hug at siga og skriva fyri almenninginum, kunnu vit sjálvandi ikki lasta Árni Dahl fyri. Men tað skerst ikki burtur, at Árni var ein teirra, ið gav Fríu Føroyar út, og tí kundi hann saktans sligið nevan í borðið ta ferðina og forðað fyri, at ein nýliga deyður og avvarðandi vórðu hongd út í blaðnum hjá sær. Men tað hevur Árni eftir øllum at døma ikki gjørt. Politisk sannføring ella okkurt annað?
Nú, 14 ár seinni
Veit ikki, hvussu Árni Dahl hevur tað við tí kommunistisku hugsjónini og síni politisku og redaktionellu fortíð í dag. Veit ikki, um hann framvegis heldur hesa niðurgering av einum deyðum manni og einum líkfylgi vera í fínasta lagi, og um hann ongan sum helst mótsetning sær ímillum hetta og at hann nú er farin at sláa seg fyri bringuna sum ein sømuleikans verndareingil. Veit ikki, um Árni Dahl heldur, at munur er á fólki og fólki, alt eftir politiskari hugsjón. Veit ikki, um Árni Dahl heldur, at 14 ár eru ?so langt síðani?, og at hatta brotið í Fríu Føroyum tískil ikki hevur stórvegis upp á seg í dag.
Ein, ið ikki er líka skúlaður í teirri kommunstisku læruni og hugsunnarháttinum sum Árni Dahl, hevur hug at siga sum svenskarar: at moralur er góður, men dupultmoralur er dupult so góður. So um Árni skal hava nakað sum helst trúvirði millum manna, noyðist hann til skriftamáls fyri almenninginum. Tíðin lekir ikki øll sár, og allir føroyingar eru ikki so stuttmintir, sum onkur tykist halda.