Fótbóltur
- Vit eru komnir nakað áleiðis, men enn er so einki at frætta.
Orðini eigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF, tá vit royna at frætta, um nakað nýtt er at hoyra viðvíkjandi venjaraspurninginum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.
Bíða til januar
Sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, so hevur Jógvan Martin Olsen givið 24 leikarum boð um, at teir eru tiknir út til venjingarleguna á Cypros í februar mánaði.
Venjingarlegan er fastur táttur í fyrireikingunum hjá landsliðnum, og tó at venjarin ikki er settur, fer hetta ikki at ávirka, heldur Jens Erik.
- Fleiri umsóknir hava verið um starvið, og nú eru vit so í ferð við at avmarkað talið av kandidatum.
Sprudur, um talan nú bert er um heilt fáar kandidatar, sigur nevndarformaðurin, at nú eru ikki so nógvir eftir.
- Tað er tað, sum eg havi at siga í løtuni. Eg fái hvørki sagt, hvørjir ella hvussu nógvir talan er um. Undir øllum umstøðum hendir einki víðari í málinum fyrr enn í januar, sigur Jens Erik Magnussen at enda.