trupulleikar at fáa bilbukt við, og ta ferðina eydnaðist tað væl at halda honum burturi frá at leggja snildu sendingarnar. Ímóti Sveis eydnaðist hetta ikki væl. Har var speril í. Einki er at ivast í, at venjararnir [...] fer at bera til at síggja hetta aftur á vøllinum. Fólkið Eftir so dyggan lúsing sum tann leygardagin, er einki lættari enn at krevja, at nógv fólk verður skift út. Tað sást væl í sjónvarpinum, at teir [...] ikki til at siga, at fransmenn út frá úrslitinum leygardagin undirmeta okkara menn. Men tað er merkisvert, at teir ikki komu til landið fyrrenn á døgurða í gjár. Vanliga plaga mótstøðuliðini at koma higar
sigur nú, at Ísrael hevur ikki slept ætlanini at reka palestinska forsetan, Yasser Arafat, burtur. Í samrøðu við útvarpið hjá herinum segði Mofaz mánadagin, at stjórnin heldur fast um avgerðina at reka Arafat [...] Vit fara at finna tann rætta dagin og tann rætta háttin, segði Mofaz. Sambært blaðnum Haaretz tók stjórnin avgerðina aftan á eina røð av palestinskum sjálvmorðsatsóknum í fjør. Blaðið skrivar, at verður [...] verður avgerðin framd í verki, kann tað annaðhvørt hava við sær, at Arafat verður fluttur av Vestara Áarbakka, ella at hann verður myrdur. Arafat hevur sitið avbyrgdur í Ramallah á Vestara Áarbakka seinastu
áhugamálum, sum føroyingum. Hann sigur, at tað er soleiðis í flestu londum, at tey royna at varðveita millumlandaflutningin á egnum hondum fyri at kunna skipa hann so, at hann tænir landsins áhugamálum mest [...] beiskt at slept endanum. Óli Hammer, stjóri í Smyril Line, sigur, at tað var avgjørt eisini av tjóðskaparligum kenslum, at Smyril Line havnaði einum tilboði frá íslendska felagnum, Eimskip, um at yvirtaka [...] gera nógv fyri at varðveita á føroyskum hondum. ? Peningur er ikki alt her í verðini, tó at tað allarmesta er til sølu fyri rætta prísin. Men vit halda, at tað hevur alstóran týdning at føroyingar varðveita
hann heldur, at tað virkar ógvuliga ørkymlandi, at Sumba, sum er í syðru helvt í oynni og Tvøroyri, sum er í norðaru helvt, skulu leggja saman. ? Kunnu vit so vænta, at tað næsta verður, at Vágur og Hvalba [...] til, at Strendur og Tórshavn leggja saman, sum tað einaferð var talan um, ella at Klaksvík og Toftir leggja saman. Jógvan við Keldu vísur á, at tað er heldur ikki í samsvari við Kommunuálitið, at Sumba [...] síggi við hesum, er, at tað kann kanska skunda undir, at fleiri kommunur í Suðuroynni fara at tosa um samanlegging, leggur hann afturat. Skal vera ein styrki Jógvan við Keldu vísur á, at skulu kommunur í einum
sær til Kappingarráðið, sum nú fer at taka málið upp. ?Kappingarneyti okkara lýsti við ókeypis ferðum. Vit vístu á, at tað var skeiv marknaðarførsla, men fingu at vita, at tað kundi eingin gera nakað við [...] Joensen á Kappingaráðnum. Hann sigur, at tað stendur heilt greitt í reglunum hjá Kappigaráðnum, at ein vøruprísur skal lýsast soleiðis, at viðkomandi, sum ætlar sær at keypa, ikki skal vera í iva um, hvussu [...] felagið helt hetta vera heilt við síðuna av at lýsa soleiðis. Vit vístu til handilsmoral og -sið, men fingu at vita, at har kundi einki gerast við. Tískil valdu vit at fara undir hesa lýsingarherferðina, sum
segði, at tað eisini var eitt herðaklapp til føroyingar, at tað gekk so striltið hjá fraklendingum at sleppa framat málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Í mun til venjara sín helt Thierry Henry ikki, at franska [...] Thierry Henry var samdur í, at franska avrikið ikki hevði verið serliga sannførandi, men Arsenal-framherjin helt tó, at tað týdningarmiklasta var, at teir fingu sigurin og øll trý stigini. Helt lítið um [...] dag, segði Thierry Henry og legði afturat, at eftir hansara tykki var ein av orsøkunum til trupulleikarnar hjá fraklendingum við at fáa glið á spælið hjá sær, at vøllurin var so óslættur. - Vøllurin var
Fuglaveiða Nú man havhestatíðin sigast vera farin at halla, hóast enn ikki er farið av allari tíð. Veðrið í havhestatíðini í ár hevur verið, sum tað plagar, um vit so kunnu siga; onkur góður dagur hevur [...] til veður, vignaðist hampiliga væl. Aðrir, sum ikki sluppu avstað teir góðu dagarnar, men noyddust at velja sær ein dag við ov nógvum loti, vignaðist minni væl. Og soleiðis er tað vanliga á hvørjum ári [...] Teir bestu dagarnar fingu menn upp í fleiri hundrað havhestar, men í hesi vikuni hevur lítið verið at fingið, tí nú er so nógv útliðið. Týsdagurin og mikudagurin í síðstu viku vóru tveir góðir dagar, og
skipar Sílaveiðufelagið fyri skeiði í at fiska við flugu. Felagið hevur fingið norðmannin, Arnstein Friberg, at standa fyri skeiðnum. Hetta er á fyrsta sinnið, at Sílaveiðufelagið skipar fyri tílíkum skeiði [...] William West, sigur, at skeiðið fyrst og fremst er ætlað óroyndum flugufiskarum og teimum, ið hava vant nakað. Skeiðið byrjar klokkan 13 sunnudagin á Leynavatnið og stigtakararnir væntað, at skeiðið er liðugt [...] skeiðið er 300 krónur hjá limum í Sílaveiðufelagnum og 400 krónur fyri tey, ið ikki eru limir. Til ber at melda seg til skeiðið á telefon 311700, 211700 ella 215272
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at tá ið býráðið í hesum førinum hevur samtykt at viðmæla umsóknini, plagar Loyvisnevndin at fylgja tilmælinum. Tí væntar hann, at tað gongur ikki long tíð, til ein matstova [...] fyri og einari ímóti at viðmæla eini umsókn um skeinkiloyvi í sambandi við matstovuvirksemi í hølunum, har John?s Resturant áður helt til í Saltangará. Uppgávan hjá býráðnum er at gera sítt ummæli av umsóknini [...] september, hevur einki matstovuvirksemi verið í triðstørstu kommunu í landinum. Men nú bendir so alt á, at Stokkastovan í Saltangará letur uppaftur við matstovuvirksemi og skeinking.
manni úti í horninum í brotsteiginum, mettu gestirnir at ikki at vera serliga sannførandi. Men tað var einki at gera við. Einastu ráðini vóru, at Jákup Mikkelsen, sum var komin fyri seg eftir vøddaskaðin [...] hann miðskeiðis í 2. hálvleiki smáskaddur bað um at verða tikin út. At teir fremstu hjá KÍ megnaðu at leggja trýst á verjuna hjá GÍ, hevði við sær, at alt KÍ liðið fekk størri pláss og harvið meiri tíð [...] tað darvað Popczynski nógv, at hann hevði misnýtt gylta møguleikan at javna, og hann tók seg aftur, tá ið tað ráddi mest um at leggja tyngd í álopspartin. Adam hevur góð evni at spæla, men hann vísti ikki