Kappingarráðið fer at kanna, um marknaðarføringin hjá Atlantsflogi er í tráð við galdandi reglur.
Eingin skal ivast í, hvat ein vøra, tú ætlar at keypa, kostar. Tað siga reglurnar hjá Kappingarráðnum. Kortini eru fleiri, sum ivast í, um tað, tey keypa frá Atlantsflogi, kostar tað, sum lýst verður við. Fólk hava vent sær til Kappingarráðið, sum nú fer at taka málið upp.
?Kappingarneyti okkara lýsti við ókeypis ferðum. Vit vístu á, at tað var skeiv marknaðarførsla, men fingu at vita, at tað kundi eingin gera nakað við. Tí kendu vit okkum noydd at gera eina lýsingarherferð, sum hesa. Men okkum dámar ikki mátan, sigur sølustjórin hjá Atlantsflogi.
Atlantsflog lýsir við stórum uppsløgum, at ein vikuskiftisferð til Danmarkar kostar 1.490,- krónur. Við smáum stavum á somu lýsing stendur so, at umframt koma ferðaavgjøld og avgreiðslugjøld, sum kundin sjálvandi eisini skal gjalda. Og tað er ymiskt, alt eftir, hvar í Danmark ein ætlar at lenda.
Er talan um ferð úr Vágum tl Kastrup, eru eykagjøldini, sum ikki standa við stórum á lýsingini hjá Atlantsflogi, kr. 597,- ella 40,067 prosent av tí talinum, sum sligið er stórt upp.
Verður farið til Billund, er munurin upp aftur meira. Tá er eykakostnaðurin 623,- krónur, ella 41,812 prosent av teimum 1.490,- sum standa við stórum í lýsingini. Munurin stendst av ymiskum flogvallargjøldum í Danmark.
Soleiðis verður umleið ein helvt av tí prísinum, fólk hefta seg við, tá ein skjót lýsing fer framvið, løgd aftur at tí prísinum, sum tey síggja í ferðini, og sum kanska beinleiðis fær tey til at biða um ein ferðaseðil.
Undrast og argast
Av ferðaskrivstovum, sum Sosialurin hevur tosað við, verður sagt, at tað er fleiri ferðir komið fyri, at fólk undrast, tá tey koma at heinta ein ferðaseðil, tey hava biðið um, og fáa at vita prísin, tey skulu gjalda. Her verður jú næstan ein helvt løgd afturat. Og hesum hava tey ikki gáað eftir, tí tað hevur verið lýst við einum øðrum prísi, siga fólk vanliga.
Summi fólk eru vorðin so ørg, at tey eru farin til Kappingarráðið og hava kært marknaðarføringina hjá Atlantsflogi, sum tey ikki halda vera í tráð við verandi reglur. Í øllum førum halda tey, at moralurin í lýsingunum er vánaligur, sigur Heri Joensen á Kappingaráðnum.
Hann sigur, at tað stendur heilt greitt í reglunum hjá Kappigaráðnum, at ein vøruprísur skal lýsast soleiðis, at viðkomandi, sum ætlar sær at keypa, ikki skal vera í iva um, hvussu nógv vøran kostar.
?Vit fara nú at taka hetta málið upp og royna tað, sigur Heri Joensen.
Hinvegin er eisini eitt punkt í reglugerðini, sum sigur, at um aðrar útreiðslur leggjast aftur at søluprisinum, skal tað tilskilast serliga.
?Tað kann vera, at tað eru hesi orðini, Atlantsflog skjýtur seg undir, sigur Heri Joensen. Tann serliga tilskilingin kann so eftir teirra meting vera tað, sum skrivað er við smáum niðri undir tí stóra prísinum.
Hann nevnir dømi um, at hýruvognar koyra við lýsingum, har ein prísur er merktur við stórum.
?Tá ein slíkur bilur fer framvið, síggja fólk tann ávísta prísin, men tey hava ongan møguleika at lesa tað, sum stendur niðanfyri. Og tað er ivasamt, um tað er nøktandi marknaðarførsla, sigur Heri Joensen á Kappingaráðnum.
Lumpa fólk
?Hatta meti eg sum beinleiðis »bóndafangarí«, sigur Petur í Gong, formaður í brúkarasamtakinum. (Samb. orðabókini merkir bóndafangari svik á føroyskum. blðm.)
Trupulleikin hjá okkum er, sigur Petur í Gong, at vit hava onga marknaðarføringslóg, sum kann steðga slíkum. Um ein slík lóg var í Føroyum, bar til at farið eftir felagnum og steðgað hasum lýsingunum beinanveg, sigur hann.
Hann visir tó á, at hann væntar eina slíka lóg nakað skjótt, tí tað stendur í samgonguskjalinum, at ein slík skal gerast.
Formaðurin í brúkarasamtakinum er sannførdur um, at slík maknaðarførsla er villleiðing, sum ein brúkaralóg hevði steðgað beinanveg. Vit eiga a sígga endaliga kostprísin beinanveg. Og einki annað, sigur hann. Hann heldur slíkar lýsingar vera sera ringan handilsmoral.
Men sum støðan er í løtuni, kann Brúkarasamtakið ikki gera annað enn tala at og bíða eftir eini føroyskari lóggávu á økinum.
Kroystir
Sølustjórin á Atlantsflogi, Kent Christensen, sigur, at teimum dámar heldur ikki slíkar lýsingarherferðir. Men Atlantsflog er kroyst til at gera so, hóast leiðslan heldur tað vera skeivt.
?Vit vóru uppi í móti einum kappingarneyta, sum lýsti við, at til bar at ferðast ókeypis við tí felagnum. Men einki varð í lýsingunum sagt um, at fyri at fáa ein ókeypis ferðaseðil, skuldi tú fyrst hava ferðast fimm ferðir millum Føroyar og Danmark fyri fullan prís, sigur hann.
Atlantsflog vísti á yvir fyri Kappingrráðnum, at felagið helt hetta vera heilt við síðuna av at lýsa soleiðis. Vit vístu til handilsmoral og -sið, men fingu at vita, at har kundi einki gerast við. Tískil valdu vit at fara undir hesa lýsingarherferðina, sum okkum ikki dámar. Men eftir fyrsta november, fara vit afur at lýsa við teimum prísum, sum fólk skulu gjalda, tá tey keypa ferðaseðil, sigur Kent Christensen.
Eisini hava fólk fýlst á, at lýst verður við sera bíligum ferðaseðlum til Reykjavíkar og London. Men tað verður bara lýst við prísi annan veg, og tað halda summi vera skeiva lýsing. Umframt koma so tey avgjøldini, sum løgd verða afturat.
?Har er einki galið við tí, sigur Kent Christensen, tí vit lýsa við einvegis ferðaseðlum. Vikuskiftisferðirnar til Danmarkar eru aftur og fram, og tískil veður tann stóri prísmunurin, vísir hann á.
Kent Christensen, sølustjóri hjá Atlantsflogi, vísir annars til stjóran, Magna Arge, sum er tann, ið hevur havt samskiftið við Kappingarráðið um hendur.
Magni Arge var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar, og fekst tískil eingin viðmerking frá honum til málið.










