Matstovuvirksemi
Á býráðsfundi týsdagin samtykti Runavíkar býráð við seks atkvøðum fyri og einari ímóti at viðmæla eini umsókn um skeinkiloyvi í sambandi við matstovuvirksemi í hølunum, har John?s Resturant áður helt til í Saltangará.
Uppgávan hjá býráðnum er at gera sítt ummæli av umsóknini, og síðan er tað Loyvisnevndin, sum eigur avgerðina, um loyvi skal gevast ella ikki.
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at tá ið býráðið í hesum førinum hevur samtykt at viðmæla umsóknini, plagar Loyvisnevndin at fylgja tilmælinum.
Tí væntar hann, at tað gongur ikki long tíð, til ein matstova aftur letur upp í Runavíkar Kommunu.
Síðan John?s Resturant læt aftur í apríl, og Runavíkar Sjómansheim læt aftur, 1. september, hevur einki matstovuvirksemi verið í triðstørstu kommunu í landinum.
Men nú bendir so alt á, at Stokkastovan í Saltangará letur uppaftur við matstovuvirksemi og skeinking.