Ísrael ætlar framvegis at sleppa av við Arafat

Hóast altjóða mótmæli hevur Ísrael ikki slept ætlanini at flyta palestinska forsetan burtur haðani

Ísraelski verjumálaráðharrin, Shaul Mofaz, sigur nú, at Ísrael hevur ikki slept ætlanini at reka palestinska forsetan, Yasser Arafat, burtur.
Í samrøðu við útvarpið hjá herinum segði Mofaz mánadagin, at stjórnin heldur fast um avgerðina at reka Arafat burtur.
? Vit fara at finna tann rætta dagin og tann rætta háttin, segði Mofaz.
Sambært blaðnum Haaretz tók stjórnin avgerðina aftan á eina røð av palestinskum sjálvmorðsatsóknum í fjør. Blaðið skrivar, at verður avgerðin framd í verki, kann tað annaðhvørt hava við sær, at Arafat verður fluttur av Vestara Áarbakka, ella at hann verður myrdur.
Arafat hevur sitið avbyrgdur í Ramallah á Vestara Áarbakka seinastu trý árini, og altjóða samfelagið hevur ávarað Ísrael ímóti at reka hann burtur ella at beina fyri honum.