Lærið at fiska við flugu

Sunnudagin verður skipað fyri skeiðið í at fiska við flugu

Sunnudagin skipar Sílaveiðufelagið fyri skeiði í at fiska við flugu. Felagið hevur fingið norðmannin, Arnstein Friberg, at standa fyri skeiðnum. Hetta er á fyrsta sinnið, at Sílaveiðufelagið skipar fyri tílíkum skeiði.
Stigtakarin til skeiðið, William West, sigur, at skeiðið fyrst og fremst er ætlað óroyndum flugufiskarum og teimum, ið hava vant nakað. Skeiðið byrjar klokkan 13 sunnudagin á Leynavatnið og stigtakararnir væntað, at skeiðið er liðugt um seks tíðina sunnukvøldið.
Kostnaðurin fyri skeiðið er 300 krónur hjá limum í Sílaveiðufelagnum og 400 krónur fyri tey, ið ikki eru limir. Til ber at melda seg til skeiðið á telefon 311700, 211700 ella 215272