Klaksvíkingar vóru ikki at kenna aftur

Hamskifta KÍ spældi seg til fleiri upplagdar møguleikar og megnaðu at halda heimamonnunum í Sarpigerði næstan heilt burtur frá málinum hjá Jákupi Mikkelsen, sum bjargaði brotssparkinum hjá Popczynski

Fótbóltur

Tað var gott lag á klaksvíkingunum í Gøtu sunnudagin. Eftir vánalig avrik í bíðirøð, megnaðu teir at venda gongdini ímóti GÍ, sum síðani summarsteðgin hvørja ferð hevði fingið fult. KÍ fór um fjørðin við 2-1 sigri. Hann var fult uppiborin. KÍ avrikið var ikki at kenna aftur. Hetta vóru tað fleiri orsøkir til.
Ein var tann, at GÍ ikki kendi sína vitjunartíð, tá ið teir tíggju minuttir eftir steðgin fingu gyltasta møguleikan, sum tað ber til at fáa í fótbólti. Brotssparkið, sum varð dømt fyri samanbrest mann ímóti manni úti í horninum í brotsteiginum, mettu gestirnir at ikki at vera serliga sannførandi. Men tað var einki at gera við. Einastu ráðini vóru, at Jákup Mikkelsen, sum var komin fyri seg eftir vøddaskaðin og var sera tryggur aftasti skansi, skuldi bjarga royndini úr ellivu metrum, og tað gjørdi hann. Skotið hjá Popczynski var ikki so ógvuliga sannførandi. Jákup tveitti seg rætta vegin, og hann bjargaði.
Ein onnur orsøk var, at KÍ hesa ferð tóktist hava funnið røttu ódnirnar til røttu menninar. Veteranarnir Jan Andreasen og Harley Bertholdsen, sum venjarin ikki hevur havt í kjarnuni í ár, vóru settir í plássini, sum teir hava spælt nógv seinastu trettan árini. Jan var saman við Niclas Niclasen tryggur í miðverjuni, og Harley syrgdi fyri, at tað var skil í á vinstra vongverjanum.
Umskipingarnar í verjuni høvdu við sær, at tað bar til at flyta Ova Nysted í álopið. Har hevur lítil ella eingin tyngd verið í higartil. Ovi hevur onkuntíð í vónleysum støðum fram ímóti dystarenda verið fluttur fram, uttan at tað hevur givið nakað, tí tað hevur verið óskipað. Hesa ferð var hann frá fyrsta bríksli undir liðini á Jacob Bymar, og tað bar álopstyngd við sær. Ovi megnaði at temja ella snitta so at siga allar framleggingarnar, og Jacob Bymar, sum var skjótari, enn mótstøðumenninir vóru tað, bardist sum ein úlvur, inntil hann miðskeiðis í 2. hálvleiki smáskaddur bað um at verða tikin út.
At teir fremstu hjá KÍ megnaðu at leggja trýst á verjuna hjá GÍ, hevði við sær, at alt KÍ liðið fekk størri pláss og harvið meiri tíð til sítt spæl. Týdningarmiklast av øllum var tað, at hugburðurin hjá KÍ hesa ferð var púra rættur og harvið heilt øðrvísi, enn hann leingi hevur verið. Á sentrala miðvøllinum vóru Jan Joensen og Atli Danielsen greitt yvir Súna Olsen og Símun Louis Jacobsen. Eyðun Klakstein, sum hevur verið ein tann stinnasti klaksvíkingurin í óeydnisárinum, var sera væl upplagdur á miðvøllinum í vinstru, inntil hann aftanífrá var fullkomuliga órímuliga sparkaður niður og noyddist at taka seg aftur.
Arnhold Joensen spældi væl í 2. hálvleiki, tá ið hann bæði vann taklingar og í luftspælinum, og KÍ spældi seg til fimm upplagdar málmøguleikar, meðan GÍ burtursæð frá brotssparkinum og málinum, sum teir fingu í yvirtíðini, bara hevði eina orduliga roynd á KÍ málið.
Hjá GÍ tóktist tað darvað Popczynski nógv, at hann hevði misnýtt gylta møguleikan at javna, og hann tók seg aftur, tá ið tað ráddi mest um at leggja tyngd í álopspartin. Adam hevur góð evni at spæla, men hann vísti ikki styrkina, sum skal til, um fremsti maðurin skal gerast vandamikil. Súni Olsen, sum í leysum spæli ikki slapp at hava eyðsýnda og eyðkenda leiklutin, sendi fleiri høg og neyv hornaspørk í brotsteigin, men hóast onkrir verjuspælarar hava røttu hæddina, so hava teir ikki tað pondus í luftini, sum GÍ plagdi at hava.

Mál og møguleikar
Ovi Nysted var støðug hóttan ímóti GÍ málinum. Tá ið tíggju minuttir vóru farnir lyfti hann úr leysari støðu upp um Hall Hansen, men bólturin fór skeivu megin stólpan, og átta minuttir seinni sendi Ovi framvið málverjanum, men skeivu megin stólpan, eftir at Jacob Bymar hevði sneitt fleiri av og lagt innfyri.
Fimm minuttir undan hvíldini eydnaðist tað hjá Ova Nysted. Eyðun Klakstein krúllaði framvið fleiri úr vinstru, stakk fram til Ova, ið vendi eitt sindur skeivt, tá ið hann tamdi hegnisliga, legði seg afturat og smekkaði við vinstra beini úr eitt sindur høgru og umvegis handara stólpan og í málið.
Hóast leiðslumálið so tóktist tað sum um, at mál til mótstøðumenninar kundi koppa higartil illa skølsettu klaksvíkingunum, men tá ið tíggju minuttir vóru eftir, tryggjaði innskifti Erling Fles KÍ sigurin. Frá miðstrikuni sneiddi hann fýra spælarar av, áðrenn hann setti framvið Halli Hansen, og lítla løtu seinni, tá ið GÍ hevði spent álopsbogan nógv, fekk hann sama møguleikan, men bólturin fór skeivu megin stólpan.
Í yvirtíðini vísti Súni Olsen sítt format, tá ið hann í høgru sneiddi fleiri av sær og av baklinjuni legði til handara stólpan, har Adam setti innaru síðuna á. Men tá var ov seint hjá GÍ at koma afturíaftur, og harvið var fyrsta tapið hjá teimum síðani summarsteðgin veruleiki.