Ongin styrki at leggja Sumba og Tvøroyri saman

Tað er eitt sindur ørkymlandi, at Sumba og Tvøroyri skulu leggja saman, sigur Jógvan við Keldu landsstýrismaður í kommunumálum

Samanlegging

? Eg dugi ikki rættiliga at síggja meiningina við at leggja Tvøroyri og Sumba saman í eina kommunu.
Tað sigur landsstýrismaðurin í kommunumálum, Jógvan við Keldu.
Tvøroyri og Sumba viðgera í løtuni møguleikan fyri at leggja báðar kommunurnar saman.
Men semjast tær báðar kommunurnar um samanlegging, verður tað landssttýrismaðurin í kommunumálum, sum skal geva endaliga loyvi til samanleggingina.
Men hóast hann ikki dugir at síggja meiningina við hesi samanleggingin, leggur hann stóran dent á, at hann hevur ikki tikið støðu til málið.
? Vit hava ikki fingið nakra umsókn um samanlegging og tessvegna hava vit heldur ikki tikið støðu, sigur Jógvan við Keldu.
Men hann heldur, at tað virkar ógvuliga ørkymlandi, at Sumba, sum er í syðru helvt í oynni og Tvøroyri, sum er í norðaru helvt, skulu leggja saman.
? Kunnu vit so vænta, at tað næsta verður, at Vágur og Hvalba leggja saman, spyr hann.
? Hetta kundi kanska svara til, at Strendur og Tórshavn leggja saman, sum tað einaferð var talan um, ella at Klaksvík og Toftir leggja saman.
Jógvan við Keldu vísur á, at tað er heldur ikki í samsvari við Kommunuálitið, at Sumba og Tvøroyri leggja saman.
? Eftir Kommunuálitinum eru tveir møguleikar fyri kommunusamanlegging í Suðuroynni. Annar møguleikin er, at øll Suðuoyggin verður ein kommuna, sum eg haldi er tað einasta rætta. Hin møguleikin er, at oyggin verður tvær kommuna, har kommunurnar í syðru helvt leggja saman í eina kommunu og kommunurnar í norðaru helvt leggja saman í eina kommunu.
? Tann møguleikin, sum nú er upp á tal, at ávísar kommunur í norðaru helvt og ávísar kommunur í syðru helvt leggja saman, er ikki nevndur í kommunuálitinum, sigur landsstýrismaðurin í kommunumálum.
? Einasta meining, eg síggi við hesum, er, at tað kann kanska skunda undir, at fleiri kommunur í Suðuroynni fara at tosa um samanlegging, leggur hann afturat.

Skal vera ein styrki
Jógvan við Keldu vísur á, at skulu kommunur í einum øki leggja saman, skal tað vera tí, at tað verður ein styrki fyri alt økið, sum verður lagt saman.
? Tað skal vera ein styrki, tí tað skal gera alt økið betri ført fyri at leggja alt tað virksemi til rættis, sum skal vera í økinum og allar útbyggingar, sum skulu vera í økinum.
? Talan er bæði um at leggja til til rættis, hvar skúlar, aðrir almennir stovnar, umsiting, havnir og lendingar o.s.fr., skulu vera, so at vit fáa eitt samlað samfelag í tí økinum, sum verður lagt saman.
Jógvan við keldu sigur, at hann hevur boðað øðrum pørtum í landinum frá, at hetta er endamálið við samanlegging.
Landsstýrismaðurin ásannar, at Suðuroyggin kemur at liggja avskorin í nógv ár afturat.
? Tí meini eg framvegis, at Suðuroyggin eigur at verða ein kommuna, sigur hann.
?Hevði Suðuroyggin verið ein kommuna, og hevði hon staðið sum ein maður úteftir, hevði tað verið ein stór styrki fyri oynna og fyri allar Føroyar, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at hann hevur fleiri ferðir hoyrt tingmenn úr Suðuroynni tosað um at gera oynna til ein kraftmiðdepil.
? Tað er eitt langt lop frá at liggja í andaleypi til at gerast ein kraftmiðdepil. Men skal Suðuroyggin nakrantíð verða ein kraftmiðdepil, verður tað neyðugt, at suðuroyingar leggja saman í eina kommunu, so at teir kunnu tosa við við einari rødd, tá ið teirra áhugamál skulu røkjast og ikki við fleiri raddum, sum nú.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað hevði givið suðuroyingum nógv bestan møguleikan til at lagt til rættist á fíggjarliga skilabesta hátt og tað hevði givið teimum bestan møguleika at fingið oynni sømdir.