Ísrael hevur í dag lopið á havnina í býnum, Hodeidah í Jemen.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga, og Reuters endurgevur sjónvarpsrásina, Al Masirah, sum hevur tilknýti til houti-uppreistrarrørsluna í Jemen.
Fyrr í dag heitti Ísrael á fólk og skip í havnini í Hodeidah um at rýma, tí ísraelski herurin fór at leypa á limir í houthi-uppreistrarbólkinum.
Ísrael heldur nevniliga, at houthi-arar hava tilhaldsstað her við havnarlagið í býnum.
Seinni í dag hevur Ísrael so váttað, at IDF, sum ísraelski herurin verður kallaður, hevur lopið á havnina í Hodeidah í Jemen.
Higartil er einki frætt um, hvørjar avleiðingarnar av ísraelska álopinum hava verið.
Dagføring:
Seinasta, sum er hent í dag í stríðnum millum houthi-uppreistrarbólkin í Jemen og Ísrael, er, at ein rakett seint í dag er skotin inn í Ísrael.
Loftávaringin í Jerusalem fór í gongd.
Ísrael sigur seinnaprartin, at teirra loftverja hevur skotið niður rakettina, sum landið sigur kom úr Jemen.
Sum skilst, kom rakettin stutt eftir, at ísraelski herurin hevði lopið á havnalagið í Hodeidah í einari roynd at raka houthi-uppreistrarbólkin.











