skýtur stjórnin upp at spara 10 milliardir pund á vælferðarøkjunum í 2016 og 2017, og tann sparingin kemur oman á tær 18 milliardir pundini, sum politikararnir fyrr hava samtykt at spara innan árslok í [...] Bretar eiga at fyrireika seg til stórar sparingar tey næstu árini Tað segði fíggjarmálaráðharrin, George Osborne, í dag, tá hann kunnaði landsfundin hjá tí konservativa flokkinum um fíggjarlógaruppskotið [...] kíkin hjá teimum konservativu í løtuni. Ein meiningakanning, sum Sunday Times prentaði í gjár, vísti, at hevði parmalentsval verið nú, høvdu teir báðir stjórnarflokkarnir fingi 39 prosent av atkvøðunum.
gjár eydnaðist tað teldusníkum hjá Anonymous at leggja fleiri heimasíður hjá almennum svenskum stovnum lamnar, og teir hava boðað frá, at teir fara møguliga at venda sær ímóti øðrum svenskum heimasíðum í [...] heimasíður nevndar sum álopsmál. Peter Kruse hjá KT-fyritøkuni Cais sigur við Ritzau tíðindastovuna, at minst 50.000 persónar vóru við í álopinum á tær svensku heimasíðurnar. -Álopið eydnaðist sera væl.
og sum verður almannakunngjørd í dag, vísir, at 51 prosent av veljarunum í Ohio styðja Barack Obama, og at 46 prosent styðja Romney. Sjónvarpið CNN sigur, at kanningin vísir sama mun sum ein kanning, sum [...] prosent, og Romney fekk 44 prosent. Mitt Romney fer í dag undir eina rundferð í Ohia, har hann skal royna at fáa fleiri veljarar.
arbeiðsleysur og úr Italiu. Tá funnið varð út av, at maðurin hevði fuppað manningina, varð hann handtikin av italsku løgregluni. Tað var í lufthavnini í Torino, at maðurin, sum var í pilotbúna, varð stegaður [...] Torino í apríl í ár, var ogn hjá Air Dolomiti. Flogfelagið heldur uppá, at maðurin ikki kann vera komin umborð á flogfarið uttan at hava havt ferðaseðil. Løgreglan hevði leingi kannað upplýsingar um mannin
eftir at hava drigist við sjúku í langa tíð. Tað veit tíðindastovan Ritzau at siga. Áleyparin fekk fyrsta málið í kendu HM finaluni á Wembley í 1966, sum táverandi Vesturtýskland endaði við at tapa 4-2 [...] Onglandi eftir longda leiktíð. Hetta var aftaná nógv umstrídda málið hjá Geoff Hurst, har mong meta, at bólturin ikki var innanfyri. Helmut Haller bleiv í 1964 meistari við italska Bologna, har hann spældi
dag. Hann var tann seinasti at koma á vøllin í regninum. Júst eitt samdøgur undan landsdystinum móti Føroyum fóru allir svensku landsliðsleikararnir uttan Zlatan Ibrahimovic, at venja á Tórsvølli. Nakrar [...] Tórsvøll og fór at venja saman við hinum. Men tá hann eina ferð var komin á vøllin, so hugnaði Zlatan hugnaði sær óført saman við hinum í regninum á Tórsvølli. Tað var tó ongin møguleiki at fáa orðið á umstrídda
eru í fíggjarligari trongstøðu. - Vit vilja gera tað vit eru góð til nevniliga at íðka okkara ítrótt ístaðin fyri at reka dýrar ítróttarhallir, siga allir formennirnir, sum hava sítt dagliga virksemi [...] Klaksvíkar býráð. Felags fyri øll ítróttarfeløgini er, at tungi raksturin av hallunum tekur fokus frá ítróttini. - Tískil heita vit á Klaksvíkar býráð, at Klaksvíkar kommuna yvirtekur báðar hallirnar. Feløgini
illgruna fyri at hava verið uppi í einum brotsmannakervi. 12 vórðu sendir heim seinasta fríggjadag, og í gjár fingu 18 afturat somu boð. Sjey eru í varðhaldi. Ákæruvaldið hevur illgruna um, at løgreglumenninir [...] deild, hvørs uppgáva er at avdúka brotsmannakervi í Marseille. Í deildini eru 70 løgreglufólk, so tað er næstan helmingurin av deildini, sum nú er koyrd til hús. Eygleiðarar siga, at málið kann enda sum ein
skrivar heimasíðan hjá HB í kvøld. Tað ljóðaði undan kappingini, at HB vildi hava fingarnar í nú fyrrverandi FC Suðuroy leikaran, men at feløgini ikki kundu kom ásamt um ein prís. Heini Vatnsdal spælir [...] avgreitt venjaraspurningin. Finnbogi Arge, formaður í Havnar Bóltfelagi, váttar, at felagið tosar við Sigfríð Clementsen, men at einki endaliga er komið upp á pláss.
vístu, at andstøðan hevði vunnið valið. Onkur kanning segði, at andstøðan hevði fingið 70 prosent av atkvøðunum, onkur onnur kanning kom til 51 prosent, men í tí almenna sjónvarpinum varð sagt, at andstøðan [...] stjórnarsamgongan 30 prosent. Valevnið hjá andstøðuni, ríkmaðurin Bidzina Ivanisjvili, segði í gjárkvøldið, at hann hevði vunnið á forsetanum, Mikhail Saakasjvili (myndin). Ivanisjvili formaður í tí størsta an